mikudagur 31. august 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
24
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge – Tórsvøllur
– Onkur hevur kallað hetta fyri
heimsins størstu eletrisku flugu
smekkarnir, men eg haldi hetta
tekur seg væl út, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Havn,
eftir at venjingin hjá landsliðnum
er byrjað.
Tað eru nógv fólk samlaði til
venjingina at forvitnast og tey
tosa øll um ljósini. Umboð fyri
Tórshavnar Býráð, fótbóltssam
bandið og onnur, ið hava verið
vil til hesa byggingina hava úr
at gera við at forklára forvitnum
gestum um ljósini.
Mugu tora at flyta okkum
Tað var ein stoltur borgarstjóri,
ið hevði úr at gera við at tosa við
fjølmiðlar og forklára um ljósini.
– Vit mugu tora at flyta okkum
og byggja nýtt og stórt, sigur
Heðin, meðan landsliðið venur.
– Tað er ein ótrúlig kensla at
standa her í dag og síggja at alt
er liðugt. Tað eru nógv góð fólk,
ið hava arbeitt hart fyri at fáa
hetta at hanga saman. Tað vóru
fleiri, ið mettu at vit ikki fóru at
klára hetta, so tú kanst ætla at
tað hevur verið arbeitt væl, sigur
Heðin víðari.
Bara fyrsta byggistig
Ljósmastarnar eru fyrsta av fimm
byggistigum á Tórsvølli.
– Næsta byggistig verður at
skifta vøllin og síðani fara vit í
holt við triðja og fjórða byggistig,
sum eru at fáa tak á skýlini við
langsíðuna á vøllinum. Síðani
kunnu vit fara í gongd við skýlið,
ið vendur oman móti býnum, sum
er fimta og seinasta byggi stig,
sigur Heðin Mortensen.
Sum at spæla um dagin
Tað sigur føroyski landsliðsmál
maðurin, Jákup Mikkelsen, sum
hevur verið við síðani vit fóru í
altjóða fótbólt í 1988.
– Hetta er heilt ótrúligt og
ljósini geva eisini ein heilt ser
ligan stemning. Tað er sum á
teimum stóru leikvøllinum, tá
ljósið er tendrað. Tað skapar ein
heilt serligan stemning og alt
fokus er á vøllinum, sigur Jákup
Mikkelsen.
– Tað er nógv hent síðani eg
byrjaði at spæla fótbólt. Bæði
vøllirnir og umstøðurnar eru
nógv broyttar og nú ljósini eisini,
sigur Jákup víðari.
Hann vísur víðari á, at hetta
helst fer at geva leikarunum
nakað eyka til dystin.
– Vit eru henpnir at kunna
spæla slíkar dystir og tú ert líka
stoltur hvørja ferð tú letur teg í
landsliðstroyggjuna, sigur Jákup
at enda.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Í gjár vóru nýggju og nógv
umtalaðu ljósini á Tórsvølli tikið í brúk á
fyrsta sinni. Føroyska landsliðið vandi á
vøllinum, meðan nógvir forvitnir gestir høvdu
leitað sær í Gundadal at fylgja gongdini
Tórsvøllur
í altjóða
ljósi
– Vit mugu tora at flyta okkum
og byggja nýtt og stórt, sigur
Heðin, meðan landsliðið venur
Myndir: Jens Kristian Vang