Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100 Sosialurin Ítróttur Hvat kostar tað at hava ljósini tendraði til ein landsdyst? El-orku nýslan tá allir projektør­ arnar eru tendraðir í 90 minuttir er 510 kWh, og streymnýtslan til ein landsdyst við fullari ljósorku kostar sostatt uml. 600 kr. Hetta svarar til á leið til 1/10 av árligu el- orku nýsluni hjá einum vanligum húsarhaldi.   Hvørjar møguleikar hava ljósini? Sjálv ljósskipanin er gjørd so­ leiðis, at veljast kann millum fýra styrkir av ljósi: 1. 300 lux (  7 projektørar í hvørjari mastur) - er nokk til vanliga venjing. 2. 500 lux (11 projektørar í hvørjari mastur) - er ætlað til vanligar dystir við áskoðarum. 3. 1000 lux (31 projektørar í hvørjari mastur) - er ætlað til meira tíðandi dystir og landsdystir uttan sjónvarpsupptøkur. 4. 1400 lux (allir 40 projektørarnir í hvørjari mastur) – er kravda støðið, um dysturin skal takast upp til sjónvarp. Hví so nógvar perur? Í hvørjari mastur eru ymisk sløg av projektørum, alt eftir hvar á vøllinum tey kasta ljósið á, og hvørt ljós hevur eitt ávíst punkt á vøllinum sum tað lýsir upp. Hetta fyri at fáa javnt gott ljós yvir allan vøllin. Tað eru 40 ljósarmaturin á 2000 W pr. stk. í hvørjari mastur, og elektrikararnir sum hava gjørt el-arbeiðið hava strekt 12.500 m av streymkáplum av ymsum dimensiónum. Hvør kann tendra og hvør rindar? Til venjingar og vanligar dystir kunna feløgini sjálvi tendra ljósini á støði 1 ella 2 eftir tørvi. Til ber at máta sterymnýsluna og soleiðis at avroknað gjaldi fyri streym mótvegis feløgunum. Støðið 4 har ið allir 40 pro­ jektørarnir í hvørjari mastur eru tendraðir, hevur verið nógv um­ røtt millum fólk, hóast hetta støði kemur at verða brúkt væl minni enn støði 1 og 2 .   Hvat um streymurin fer? Tað er eitt altjóða krav, at ljós­ anleggið skal hava ein neyð­ streyms­generator, um streymurin fer, soleiðis at ein dystur kann halda áfram. Eisini hetta kravið lýkur hetta ljósanleggið nú.   Hvørjum eru mastrarnar gjørdar av? Ein sjónligur partur av hesum ljósanlegginum eru sjálvar mastrarnar. Tær eru gjørdar úr stálplátum úr 16 til 60 mm tjúgd, sum eru sveisaðar saman. Tað eru umleið 2 km av sveisiseymum, og hvør mastur vigar uml. 64 tons.   Hvat við fundamentinum? Eitt er tað sum sæst omaná jørð. Undir jørð er eisini gjørt eitt stórt arbeiði við fundamentum til mastr­arnar.  Brúkt eru uml. 1200 tons av betongið, harav góð 400 tons til tað størsta fundamenti. Hvat kostar byggingin? Kostnaðurin var upprunaliga mettur til 16,5 mió kr., og hóast endaliga uppgerðin ikki er liðug enn, so benda fyribils tølini á, at tað verður neyvan langt við síð­ una av upprunaligu met­ingini. Eru ljósini so altjóða góðkend? Í »Guidelines and Recommen­ dations for Floodlighting for all UEFA Competitions« frá UEFA, verða sett nøkur nágreinilig krøv til ljósið kring ein fótbóltsvøll ið skal hýsa altjóða dystum. Við nýggju ljósskipanini lýkur vøll­ urin í dag hesi krøv. Hví síggja mastrarnar út sum tær gera? Bæði UEFA og FIFA ásett ym­ isk minstukrøv, alt eftir um talan er um altjóða dystir, ella dystir í heimligum kappingum, og tað hevur eisini týdning um talan er um dystir við sjón­ varps­upptøkum ella ikki. Eitt av hesum krøvum er, at ljósini ikki standa á ávísum støðum við horn­ini, soleiðis at tey blenda leik­arar, dómarar, áskoðarar og sjón­varps­upptøkutól. Á Tórs­vølli er trongligt uttanum – serliga í norðara enda, við goymslu­bygn­ ingin hjá Tórsvølli og hinumegin, við B36 húsið. Har bar ikki til at seta upp beinar lodrættar mastrar, tí so komu ljósini í erva at verða innanfyri tey feltir, har tey júst vildu blenda leikarar, dómarar, áskoðarar og sjónvarpsupptøkutól. Men hin­ vegin kunnu mastraføturnar og fundamentini bert standa har, og tí hella mastrarnar áleið 5 metrar aftureftir í mun til fundamenti, fyri at lúka nevndu krøv. Eisini hædd gera reglur seg galdandi fyri at fyribyrgja blending av leikarum, dóm­arum, áskoð­arum og sjón­varps­upp­ tøku­tólum. Ljósini skulu nevn­ liga liggja omanfyri ein vikul á 25 gradir, rokna frá miðjuni á vøllinum, og hetta gevur tí hæddina á 42 metrar, sum hesar mastrarnar hava. Her kann leggjast afturat, at jú hægri upp mastrarnar kom, minni blenda tær á vøllinum og í umhvørvinum kring vøllin. Tí vildi tað ikki verið ein fyrimunur fyri nakran, um mastarnar vóru lægri, og tá vildu tær heldur ikki lúka altjóða krøvini. trondur@sosialurin.fo Brian Kerr, landsliðs­ venjari, roynir seg undir nýggju ljósunum Myndir: Jens Kristian Vang Ein landsdystur við ljósum kostar 600 kr. Fakta um ljósstyrkina og prísir, Tórshavnar Býráð svarar: