mikudagur 31. august 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2011 · Nr. 100
26
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Stjóraskifti verður hjá Reyni Ser
vice fríggjadagin 2. september, tá
Sámal av Reyni tekur við eftir páp
an Eivind av Reyni.
Eftir at Eivind av Reyni hevur
verið stjóri síðan Reyni Service
bleiv til partafelag í 1973, hevur
hann nú avgjørt at lata yngri kreft
ir taka við. Tað er sonurin Sámal av
Reyni sum tekur við stjórastarvi
num.
Framhaldandi verða tað tveir
javnsettir stjórar, Sámal av Reyni og
Árni Rasmussen, sum koma at leiða
fyritøkuna P/F Reyni Service víðari.
Sámal er triðja generatión eftir
at abbin Sigird av Reyni stovnaði
fyritøkuna í 1947. Í 1973 tók Eivind
av Reyni við sum stjóri, og nú er tað
Sámal av Reyni, sum verður annar
av stjórunum í fyritøkuni.
Í tí sambandi verður móttøka á
Reyni Service fríggjadagin 2. sep
tember frá kl 10-12.
Nýggjur Hyundai i30
Á altjóða bilaframsýningini
Frankfurt Motor Show frá 15.
til 25. september verður ein
heilt nýggjur Hyundai i30
sýndur fram.
Talan er um ein bil við
nýggja designstílinum hjá
Hyundai. Eins og tann nú
verandi Hyundai i30 verður
hesin eisini teknaður og de
signaður á evropeiska de
signsentrinum hjá Hyundai
í Rüsselsheim í Týsklandi.
Framleiðslan verður á nýggju
framkomnu verksmiðjuni hjá
Hyundai í Kekkia.
Triðja ættarlið tekur við
Sigird av Reyni
(1916-1994) stovnaði
fyritøkuna í 1947
Eivind av Reyni og sonurin Sámal av Reyni sum nú hevur sett seg í stjórasessin