Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Eg havi altíð sagt mína mein­ing bart út og tað ætli eg mær at halda fram við, hó­ast eg nú eru eru valevni til løgtingið. Tað staðfestir havn­ar­ maður­in, Ingi Sørensen, sum nú er farin undir eitt nýtt kapit­tul í lívinum. Herfyri gjørdust hann landskendur í send­ing­ini, Fólksins Rødd, í sjón­varpi­ num. Men hesa seinastu mánað­ir­nar hevur hann eisini spælt sær við tank­a­ num um at bjóða seg fram at gera sína ávirkan galdandi í poli­tikki. Og mikukvøldið gjørd­ust tað so veruleiki, tá ið Suður­ streym­oyar Tjóð­veldis­felag setti hann á valevnislistan hjá Tjóðveldi. - Í veruleikanum er tað ikki eg sjálvur, sum havi funn­ið upp á, at eg skal bjóða meg­ fram í politikki, sigur hann. Men hann sigur, at hes­ar seinastu mánaðirnar síða­ ni Fólksins Rødd var í sjón­ varpi­n­um, hevur hann tosað við eitt ótal av fólki, bæði eldri og yngri, sum hava eggjað honum til at stilla upp til Løgtingið. - Eg havi altíð sagt mína mein­ing bart út og eg haldi, at tað er júst tað, sum dámar fólki, at eg onki krógvi og at tey altíð vita, hvar tey hava meg, sigur hann. Vildi ikki biðja Ingi sigur, at hesar áheitan­ irnar hava fingið hann at um­hugsa støðuna. - Eg kom til ta niðurstøðu, at eg kundi væl hugsa mær at stilla upp, sigur hann. Fyri hann var tað ongan­ tíð nakar ivi um, at skuldi hann stilla upp, skuldi tað vera fyri Tjóðveldi. - Eg elski mítt land og eg vil gera mítt til, at eisini øll onn­ur fara at elska tað líka høgt, sigur hann. Men hann vildi ikki fara so langt um at biðja Tjóðveldi lata hann sleppa á listan. Tá ið hann kortini fór á uppstillingarfund miku­ kvøld­ið, var tað í vónini um, at onkur fór at skjóta hann upp at verða valevni. Og tað gekk eftir ætlan, tí tá ið fundurin endaði, var Ingi Sørensen valevni. Hann leggur doyðin á, at tá ið hann játtaði at vera við í send­ing­ini um Fólksins Rødd var tað ikki við tí fyri eyga at tað skuldi verða ein lopfjøl inn í politikk. - At eg fekk áhuga fyri at stilla upp, er komið aftaná og er eitt úrslit av øllum áheita­ num, eg havi fingið, sigur hann. Stórir møguleikar Ingi Sørensen sigur, at høvuðs­málini í politikki hesi næstu árini verður at venda gongd­ini, so at fólkatalið aftur fer at mennast. Skal tað eydnast skulu stór tøk takast. Ikki minst snýr tað seg um at skapa øktar inntøkur til samfelagið. Og eitt øki, hann ikki ivast í, at tað ber til at útvega nýggj­ar inntøkur, er at men­ na ferðavinnuna. - Vit hava endaleysar møgu­leik­ar at menna ferða­ vinnu­na staðfestir hann. Serliga eldhugaður verður hann, tá ið hann kemur inn á kav­ing, sum er eitt og alt hjá hon­um. Hann hevur til arbeiðis at kava og hansara stóra frí­tíð­ ar­ítriv er at kava. Hann er eisini víðakendur fyri tær fantastisku, litføgru mynd­irnar, hann hevur tikið á havsins botni og sum eru við á framsýningum víða hvar. - Føroyar eru eitt paradís til frítíðarkaving og eg eri vís­ur í, at vit kunnu menna ferða­vinnuna munandi rundan­um kavingina, sigur hann. Hann flennur at, at tá ið kon­an spyr hann, hví hann so sjáldan hevur fisk heim við, plagar hann at svara: Eg kann ikki fara at drepa og eta mín­ar fotomodellir..... Men hann heldur eisini, at vinnukaving er ein vinna, sum kann vinda munandi upp á seg. Sjálvur arbeiðir hann í eini fyri­tøku, sum kavar um allan heim­in og hann heldur, at hetta kann gerast ein vinna, sum kann samanberast við okkara sjóvinnu annars, har føroyskir navigatørar og maskinmeistarar sigla um allan heimin og vinna okkum stór­ar inntøkur. Men hann heldur, at tað hevur týdning, at føroyingar gera nógv burtur úr at fara uttanlands at nema sær útbúgving fyri at hava nýgg­ ja vitan og nýggj hugskot í vinnuna ístaðin fyri bara at ganga og tøva í tí sama í okkara egna dunnuhyli. Hinvegin harmar tað hann, at vit brúka pening upp á at fáa fólk á ein før­ oyskan kavaraskúla í Klaks­ vík, sum hann stað­fes­tir, gevur avmarkaðar møgu­ leik­ar, tí hann gevur ikki før­leik­ar til nakað serligt av vinnu­kav­ing. Mugu skapa trivnað Men tað skal eisini annað til enn at skapa øktar vinnu­ møgu­leikar. - Tað er eisini neyðugt at skapa trivnað í hesum landi og ein týðandi táttur í hesum er at útvega fólki nógv betri bú­stað­armøguleikum, enn tey hava nú. - Vit kunnu ikki krevja av ung­um húskjum við børnum, at tey fyrsta, tey skulu gera, er at seta seg í skuld fyri tvær, tríggjar milliónir fyri at fáa tak yvir høvdið. Men at bøta um trivnaðin, er eisini ein spurningur um at bøta um arbeiðsumhvørvið. - Í hesum døgum er strongd á arbeiðsplássum bliv­ið eitt vanligt fyribrygdi, sum tíverri enntá sær út til at vinda upp á seg. - Men strongd elvir til upp aftur meiri strongd. Tá ið nøk­ur á einum arbeiðsplássi fella frá av strongd, verða starv­s­felagarnir enn meiri strongd­ir og nú er tað blivið púra góðtikið, at leggja seg sjúkan av strongd. Ingi Sørensen heldur, at hetta er ein ónd ringrás, sum á brótast og eftir hansara tykki, eru tað fyri tað mesta vánaligir leiðarar, sum ikki duga ella megna at leiða og skipa arbeiðið á einum arbeiðs­plássi, sum er ein høvuðs­orsøk til strongd hjá starvs­fólki. Og tað er ein trupulleiki, sum eigur at verða tikin upp. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen - At drepa grind, hoyrir ikki einum framtíðar Før­ oy­um til. Ingi Sørensen hevur altíð havt greiðar og av­ gjørd­ar meiningar. Hann hevur eisini altíð ver­ið maður fyri at siga tær bart út. Og sjálvt nú, hann er uppstillaður til løg­tings­ valið, fýrir hann held­ur ikki fyri at hava sjón­ar­ mið, sum eru so um­stríd­ da­r, at ongin annar po­ li­tik­ar­ar og onki annað val­evni hevði torað at tey í sín munn. Ingi Sørensen torir nevni­liga at siga bart út, at eftir hansara tykki eiga før­oyingar at halda uppat at drepa og eta grind. - Politikkur snýr seg um at lyfta Føroyar fram á. Og tað hoyrir avgjørt ikki framtíðini til at drepa grind. Hann vísir á, at okkara hægsti heilsufakligi myndug­leiki hevur stað­ fest, at grind er so illa dálk­að, at hon er ikki man­na­føði longur. Serliga stórur er vand­ in hjá gentum og konu­ fólki í burðarførum aldri. - Tá ið gentur og kvinn­ ur í burðarførum aldri ikki eiga at eta grind, tí hon er so illa dálkað, eiga vit onnur heldur ikki at eta grind. Sjálvur hevur Ingi Sørensen tikið av­lei­ði­ng­ ar­nar av tilmælinum um at halda upp at eta grind. - Eg havi gjørt av at hal­da upp at at eta grind. Heldur enn at drepa grind, heldur hann, at vit eiga at heiðra grinda­hval­ in. - Grindin eigur lívið í okk­um, so vit eiga hava størstu virðing fyri hon­ um, men vit eiga ikki at eta hann longur. Men eg taki útgangs­ støðið í tilmælinum hjá okkara heilsufrøðiliga mynd­ug­leika. - Og tá ið eg ikki kann eta grind sjálvur, haldi eg ikki, vil eg heldur ikki bjóða nøkrum øðrum grind. Grindin er so illa dálk­að, at tað átti ikki ver­ ið nakað at tosa um. Hann er fullgreiður yv­ir, at hetta er eitt sera um­strítt sjónarmið og eitt sera eymt mál. Hann er eisini fullgreiður yvir, at hetta er ikki formliga sjón­ar­miðið hjá Tjóðveldi, sum hann stillar upp fyri, tí flokkurin tekur undir við, at vit tvíhalda um rætt­in at drepa grind á burð­ar­dyggan hátt. - Men onkur má taka fyrs­ta stigið og tað havi eg onki ímóti at gera við at siga, at nú eiga vit at halda upp at við grindadrápi. aki@sosialurin.fo Vit mugu gevast at drepa grind INGI Á TING Vit skulu heiðra grindahvalin og ikki eta hann, sigur Ingi Sørensen, sum er fyrsti politikari, sum opið og ærliga talar ímóti grindadrápi Nógv av tí, eg havi sagt um bygdafólk er skemt. Bygdarfólk hava ríkað mítt lív og eg vænti mær eisini nógvar atkvøður á bygd Grindahvalurin eigur lívið í okkum. Tí skulu vit heiðra hvalin, ikki eta hann Nú vil Ingi Sørensen veljast á Løgting: Eg ætli at meining b INGI Á TING Eftir at hann gjørdust landskendur í sendingini, Fólksins Rødd, í sjónvarpinum, bjóðar Ingi Sørensen seg nú fram at stýra landinum. Og hann ætlar sær ikki at dylja sínar ópoleraðu meiningar