fríggjadagur 2. september 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
Sosialurin
Eg eri øgiliga
góður við
bygdarmenn
- Bygdarmenn hava ríkað
mítt lív ómetaliga nógv.
Tað sigur Ingi Søren
sen, sum nú er valevni hjá
Tjóðveldi til løgtingsvalið.
Og tað eru uttan iva
mong, sum undrast á,
at hetta skuldi koma frá
honum, sum brúkti ein
fittan part av senditíðini í
Fólksins Rødd í sjónvarpi
num at arga bygdarmenn
og at illneitast inn á alt og
øll uttanfyr bøgarðarnar í
Havn.
- Eg havi nógv vinfólk
á bygd og tey, sum kenna
meg, vita, at tað mesta av
tí, eg segði í sjónvarpinum
um bygdafólk var tað bera
skemt og gass.
Ingi Sørensen sigur
tvørtur ímóti, at hann
væntar sær nógvar at
kvøður á bygd.
- Í veruleikanum eri eg
øgiliga góður við bygda
fólk, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið
hann gekk í Hoydølum,
búði hann á kostdeildini.
- Har búði eg bara sam
an við bygdamonnum,
men tað hevur sanniliga
ríkað mítt lív og hevur
verið við til at forma meg
til tann, eg eri í dag.
Persónligt frælsi
Men skemtast og tvætlar
Ingi Sørensen, tá ið hann
tosar um bygdarfólk, er
hann haraftur ímóti grav
alvorligur, tá ið hann tos
ar um átrúnað.
Í Fólksins rødd vakti
hann ans við sínum ógvu
liga avgjørdu meiningum
um átrúnað.
-
Tey
sjónarmiðini
standi eg við, tí eg meinti
hvørt orð, leggur hann
dent á.
- Eg kann ikki torga
fólk, sum av átrúnaðar
ligum orsøkum royna at
tvinga ein ávísan livihátt
niður yvir høvdið á øðrum
fólki.
Ingi Sørensen sigur,
at hann setir persónliga
frælsi hægst av øllum og
tí skulu fólk fáa frið og
náðir at liva sum tey vilja,
so leingi tað er innanfyri
lógarinnar karmar og ikki
til ampa fyri onnur.
- Ongin skal sleppa at
kúga onnur til at liva á ein
ávísan hátt av átrúnarlig
um sjónarmiðjum.
Ingi Sørensen sigur,
at sjálvur er hann ikki
gudloysingur, men hann
hevur tann partin av til
veruni fyri seg sjálvan.
- Áðrenn eg skal kava
niður í myrkrið á 40 metra
dýpi, kann eg saktans fin
na upp á at biðja Faðir Vár.
Hann leggur afturat,
at tá ið sipað verður til
ørindi í bíbliuni á tingsins
røðarapalli, eigur ting
formaðurin at tala at alt
fyri eitt.
- Átrúnaður og poli
tikkur hoyra als ikki sam
an, staðfestir hann.
Hann heldur, at eitt er,
hvat vaksin fólk gera, tí
tey eiga at fáa frið at liva,
sum tey vilja.
Men hann heldur av
gjørt, at vit eiga at verja
børnini fyri tí, hann kallar
átrúnaðarligum ágangi.
Akkurát, hvussu tað
skal gerast, veit hann ikki.
- Men fyrsta stigið
kann so vera at tosa um
tað, sigur Ingi Sørensen.
- Áðrenn eg skal
kava niður í myrkrið
á 40 metra dýpi, kann
eg saktans finna upp á
at biðja Faðir Vár.
siga mína
bart út
Ingi elskar sítt land
Ing Sørensen er maður við nógvum
avgjørdum meiningum og nú bjóðar
hann seg fram í politikki. Eg elski mítt
land og tað var ongantíð nakar ivi um, at
skuldi eg stilla upp til Løgtingið, skuldi
tað vera fyri Tjóðveldi, sigur hann