Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 Sosialurin Javn­að­ar­flokk­ ur­in bygg­ir mest sum alla sína val­skrá upp á for­søgn­ir­nar um, at So­c­i­al­demo­ kra­ti­et kemur til vald­ið í Danmark eftir valið. Men teir ætla sær at samstarva kor­tini Leo Poulsen Nú verða vallistarnir hjá føroysku flokkunum kunn­ gjørdir, og fyrstur var Javn­ að­ar­flokkurin, sum legði sín lista alment fram longu klokk­an átta í morgun. Ikki kann sigast, at nakað bein­leiðis óvæntað navn var mill­um tey 12 uppstillaðu, men tað gjørdist í hvussu er greitt, at hvørki Jóannes Eide­sgaard, sum annars róð hevur verið upp undir í yms­ um miðlum, ella Henrik Old frá gomlu garduni eru við. Upprunaligi listin inniheld nøvnini á sjey monnum og fýra kvinnum, men nógvar ákoyr­ingar innanfloks hava helst ført við sær, at tann eini maðurin er kutaður av list­a­ num, meðan tvær kvinnur aft­rat eru komnar upp á hann. Aksel V. Johannesen, for­ maður í Javnaðarflokkinum sigu­r tó, at talan var um ein fyr­ibils lista, og at meiningin alla tíðina hevði verið at fing­ ið javnvág millum kvinnur og menn. Eitt týðandi punkt í val­ skránni hjá Javn­að­ar­flokki­ n­um er, at teirra umboð skal røkja fólkatingssessin burt­ ur­av. Hetta var tó ikki gald­ andi fyri seinasta umboð Javn­að­ar­floksins á danatingi, sum røkti bæði størvini. Eitt annað, sum í serligan mun eyðkenir valskrá floks­ ins er, at alt verður bygt á for­sagn­irnar um, at danski Javn­að­arflokkurin vinnur val­ið í Danmark, og at tað tí hevur stóran týdning, at júst Javnaðarflokkurin í Før­ oy­um fær annað umboðið á dana­ting, har tað fær størri ­ávir­kan enn nakað annað før­oyskt umboð. Hetta samstundis sum stór­ur dentur verður lagdur á, at eitt javnaðarumboð ikki fer at dragsa partapolitikk nið­ur á Fólkatingið. Skal tosast um »yvi­r­raski­l­ sir« við listanum má tað vera, at hvørki John Johannesen, landsstýrismaður, ella Heðin Mortensen, borgarstjóri á Havn er millum tey 12 valevnini. Vit sa­m­starva óansæð Norð­ur­at­lants­bólkurin kollveltandi Listin hjá Javnaðarflokkinum: Aksel V. Johannesen, formaður Gerhard Lognberg, løgtingsmaður Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður Mikkjal Sørensen, løgtingsmaður Sjúrður Skaale, løgtingsmaður Kristoffur Gaardlykke, bilsmiður Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna Sunneva Moh, forkvinna SU Maria Hammer Olsen, býráðslimur Malla Dam, býráðslimur Halla Samuelsen, býráðslimur Leo Pousen Tjóðveldi hev­ur sum næsti flokkur kunn­gjørt valskrá og – lista til fólk­a­tingsvalið, og val­skrá­in byggir í stóran mun á tað arbeiði, ið N­or­ð­ur­ at­lant­s­bólkurin hevur gjørt, og framhaldandi fer at gera, verður eitt av teimum 19 valevnunum valt á danating Tað hevur broytt før­ oysk­an politikk á fólka­tingi radikalt, at Norð­ur­at­lants­ bólk­urin varð settur á stovn í 2000. Tað heldur formaður Tjóð­veldis, Høgni Hoydal. Og hann ætlar eisini, at eitt møgu­ligt umboð fyri flokkin fram­haldandi skal arbeiða eftir sama leisti, sum gjørt er hesi seinastu 11 árini. Høgni Hoydal sigur, at bólkurin framvegis hevur stóran týdning, sjálvt um tað skuldi hent seg, at eitt unboð fyri grønlendska Siumut verður valt á danating, og ikki fer at taka lut í arbeiðinum hjá bólkinum. - Nú vita vit sjálvandi ikki, um vit fáa umboð á Fólkatingi eftir valið, men við Norðuratlantsbólkinum hava vit megnað at sloppi burtur frá partapolitiska arbeiðinum. Vit hava sum einasti flokkur greitt sagt frá, at vit ikki framan undan selja okkara atkvøðu til nakran einstakan danskan flokk, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tað skapar eina óvissu, at ein av stóru atkvøðuslúkunum og fyrrverandi umboð fyri Tjóðveldi á Fólkatingi, Sjúrður Skaale, nú hevur gjørt av at venda flokkinum baki og í staðin stillar upp fyri Javnaðarflokkin. - Vit føra sama politikk fram, sum vit altíð hava gjørt, og so mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Høgni Hoydal Tjóðveldi stillar heili 19 fólk upp til fólkatingsvalið, men tað heldur formaðurin er ikki so nógv. Hann sigur, at Fólkatingið ikki er avgerandi fyri flokkin, men at eitt møguligt umboð altíð fer at arbeiða fyri sama máli, sum Tjóðveldi hevur á Løgtingi. Eitt, sum kanska sermerkir listan hjá Tjóðveldi, er javnstillanin millum kvinnur og menn. Á listannum eru bert sjey av teimum 19 uppstillaðu kvinnur. - Hetta er innan fyri tað kynsbýti, ið Tjóðveldi arbeiðir eftir. Vit skulu eisini minnast til, at Unga Tjóðveldi hevur stilla tvey fólk upp, og tað eru tveir menn, og hetta flytir sjálvandi býti, sigur Høgni Hoydal. Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464 Synergi í samstarv við Tú hevur 7 sekund at geva lesaranum ans – hugsa væl um, hvussu tú brúkar tey. Soleiðis skrivar tú seljandi tekstir, • sum raka beint á málbólkin Lær ítøkiligar arbeiðshættir, sum • draga fram boðskapin Fá mannagongdir, sum tú kanst • brúka alt fyri eitt Lær at brúka málið rætt, tá ið tú • skrivar Hetta skeið er m.o. til tín, sum skrivar faldarar, lýsingartekstir, tilboðsbrøv, tíðindaskriv ella vev-tekstir. Tú fært amboðini at orða tekstir, sum hóska til tørv málbólksins og sum selja tín boðskap. Tað eru 2 undirvísarar á skeið- num, ein dani og ein føroyingur. Teknað teg bara nú, tí plássið er av- markað, og fleiri hava longu tryggjað sær pláss. Dagur: 30. september 2011 Tilmelding Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355). Skriva so tað selur - Fullfíggjaði formulin til at gera tekstir sum selja Annita á Fríðriksmørk, Tórshavn Arni Nielsen, Fámjin Bergtóra H. Joensen, Hoyvík Bjørt Samuelsen, Hoyvík Gunnvør Balle, Argir Heini Holm, Kvívík Heini O. Heinesen, Kunoy Hergeir Nielsen, Vágur Herman Oskarsson, Tórshavn Høgni Hoydal, Hoyvík Ingolf Olsen, Sørvágur Jóhann Lützen, Klaksvík Margretha Nónklett, Runavík Óluva Klettskarð, Klaksvík Páll á Reynatúgvu, Sandur Sirið Stenberg, Vágur Tórbjørn Jacobsen, Glyvrar Fyri Unga Tjóðveldi: Jenus í Trøðini, Vágur Jógvan Arnason Djurhuus, Tórshavn Listin hjá TJÓÐVELDINUM: