Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 10 Sosialurin Bílagt transform­ ara til triðju turbinuna Eiði: SEV hevur bílagt ein transformara, ið skal nýtast sum maskintransformari til triðju turbinuna, ið skal setast upp á Eiðisverkinum. Transformarin er ein 60/6kV transformari og er 10 MVA til støddar. Í síðstu viku fekk hann eina sonevnda FAT-roynd (Factory Acceptance Test). Transformarin verður eftir ætlan í Føroyum um hálvan september. Sjálv turbinan er bíløgd frá Voith í Norra og verður væntandi í Føroyum í oktober og generatorurin í november. Turbinan er 7,7 MW, meðan hinar báðar turbinurnar á verkinum eru 6,3 MW hvør. Miðað verður eftir at taka nýggju turbinuna í brúk fyrst í næsta ári. sb. Mettúrur hjá Polar Nanoq Grønland: Mikumorgunin kom grønlendski trolar­in Polar Nanoq inn til Aasiat at landa eftir fiskiskap í Vesturgrønlandi. Teir hava einans roynt í 25 dagar, og hava teir 700 tons av svartkalva í lastini, sum aftur er met hjá trolaranum. 25 mans eru við skipinum, harav fleiri teirra eru føroyingar. Skipari henda serstaka góða túrin, sum byrjaði 4. august, var Julian Nolsøe. sb. 200 pund av makreli Haraldssund: Týsdagin í hesi vikuni løgdu menn merki til eina stóra torvu, ið lá beint norðan fyri byrgingina í Haraldssundi. Norðlýsið skrivar, at eftir lítlari løtu høvdu tríggir tráðufiskarar syft eini 200 pund av makreli. Nebbasildin stóð í klettin og makrelur var alla­ staðni at síggja. Tríggir mans stóðu har við hvør sínari tráðu, og tann eini breyt tráðuna tá hann fekk fýra á í einum. Makrelurin skal frystast til agn og óivað fær onkur útróðrarbátur burtur av. Tosið gekk eisini um, at menn skuldu hava fingið nógvan høgguslokk á Svínoyarvík fyrr í vikuni. - Hugaligt hevði verið um høgguslokka fiski­skap­ urin tók seg upp aftur, skrivar blaðið. sb. Orð: Snorri Brend Mynd: Jens Kristian Vang Nesvík: Hóast 64 ungdómar úr Fuglafjarðar skúla eru savnaðir í leguhúsinum í Nesvík, hoyrist nærum ikki eitt kis í gongini. Klokkan er farin at nærk­ ast 10 í gjáramorgunin, og fyrsta punkt á dagsskránni skal setast í verk: Ein fyri­lest­ ur um, hvussu tað er at fram­ leiða eitt føroyskt dagblað. Næmingarnir hava hildið leingi á kvøldið fyri, og nú byrja tey so smátt at koma undan kavi. Og klokkan 15 minuttir yvir ásettu tíðina, er alt til reiðar. - Jú, vit hava havt tað sera gott saman, slær Andrias fast. - Eg kendi tey flestu framm­an­undan. Men tað er altíð gott at koma at kenna hini eitt sindur betri. Endamálið við einum slík­ um seturskúla er at skapa betri sam­an­hald millum næm­ing­ar­nar, og at koma at kenna teir nýggju næming­ arnar betri. Hetta er eisini neyðugt, tí hesir 64 næmingarnir koma úr fýra ymiskum bygdum: Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og Kambsdali, men ganga í trimum ymiskum 8. flokkum í Fuglafjarðar skúla. - Tað er eisini sjáldan, at ein soleiðis kann vera saman við floksfelagum sínum alt samdøgrið mitt í viku. Zumba Tað var gamalt hjá flokkum at fara á seturskúla, har ein á serstakan hátt var saman um eina felags verkætlan. Nú á døgum er helst meiri vanligt, at flokkar fara uttan­ lands í somu ørindum. Men tað eru kortini tey sum velja ta gomlu og væl royndu loysn­ ina við einum seturskúla. Á hesum seturskúlanum í Nesvík fær ein so at siga alt borið upp í lógvarnar - so sum góðar karmar, kost, undirhald og samveru. Seturskúlin byrjaði seinna­ partin týsdagin við køldum borði. Seinni um kvøldið greiddi Martin Kúrberg, ið er fyrr­verandi mis­brúkari av rús­evn­um frá sínum lívi. Hann virkar í dag sum ráð­ gevi hjá Bláa Krossi, og hevði tí nógv at greiða teimum ungu frá. Mikudagin lá leiðin til Havnar, har vitjað var í bowlinghøllini og aðrastaðni í býnum. Um kvøldið var boðið til zumba í Nesvík. Í gjár vóru aftur tvey evni á skránni: Fyrst fingu tey at vita eitt sindur um, hvussu eitt føroyskt blað verður til, áðrenn eitt umboð fyri løgregluna greiddi frá teirra arbeiði. Seturskúlin endaði seinna­ partin í gjár, tá Andrias og allir hinir 63 floksfelagar hans­ara og lærarar fóru til hús aftur. snorri@sosialurin.fo Gott at hava øðrvísi skúlagongd SETURSKÚLI - Tað er í fínasta slag at fara á ein slíkan seturskúla. Man lærir nógv - og so sleppur man eisini frá skúlanum í nakrar dagar, sigur 14 ára gamli Andrias Poulsen úr Kambsdali við einum brosi. Saman við 63 øðrum var hann á seturskúla í Nesvík fyrr í vikuni KENNAST Teir 64 næmingarnir í 8. flokkunum í Fuglafirði kendust nakað frammanundan. Men nú er tey nógv meiri samansjóðað, og væl fyri til tey næstu árini í framhaldsdeildini Fyri allar næmingar er helst galdandi, at tað er stuttligari at vera saman á seturskúla enn í fólkaskúla. - Hetta er í fínasta slag, siga Andrias Poulsen úr Fuglafirði og Theresa Reinert úr Leirvík ØÐRVÍSI