Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 Sosialurin Leo Poulsen Búskaparráðið ger sínar met­ ingar av føroyska bú­skapi­ num tvær ferðir um árið, eina­ferð um várið, og eina­ ferð um heystið. Í gjáramorgunin legði so formaðurin í Búskapar­ ráðnum heystfrá­greiðingina fram. Men hvat hevur ráð­ ið so lagt dent á í hesari frágreiðingini. - Vit hava aftur hesaferð hugt eftir fiskivinnuni, eins og vit gjørdu í mars frágreið­ ing­ini, og vit vísa á, at tað ber til at fáa nógv betri lønsemi í fiski­vinnuna, sigur Thomas Dam, bú­skap­ar­frøðingur og for­­mað­ur í Bú­skapar­ráðnum. Tað, sum skal til, er fyrst og fremst ein betri stovnsrøkt, og so skulu fiskiloyvini eisini seljast. Búskaparráðið sær heldur ikki bert góðar dygdir í fiskidagaskipanini. - Eg vil ikki siga, at vit halda, fiskidagaskipanin hevur spælt fallit, men vit siga, at tað hava verið ávísar avbjóð­ingar við henni. Fiski­ daga­skipanin er góð á mang­ an hátt, men avbjóðing­arnar liggja eitt nú í art stilla fiski­ trýstið rætt, kanska part­víst tí, at tað vóru ov nógvir í skipan­ini at byrja við, sigur Thomas Dam. Búskaparráðið vísir tí á tað neyðuga í, at stovnsrøktin er væl skipað og skilagóð soleiðis, at trygd verður fyri einari burðardyggari veiði. - Tí siga vit, at politiska arbeiðið við at gera arbeiðs­ setn­ingar har felt verður á blað, hvussu ætlanin er at stýra fiski­vinn­uni, verður gjørt og sett í verk, sigur Thoms Dam. Eitt av tilmælunum hjá ráðn­um er, at seta ein skipað­ an marknað í verk. - Tað er nakað, sum vit hava mælt til í fleiri umfør­ um. Vit eiga at fara frá at útluta fiskiloyvir uttan at taka nakað aftur fyri, og heldur i staðin selja hesi loyvir. Nú er hendan skipanin eisini roynd í Føroyum við tað, at tað vórðu seld 20.000 tons av makreli í summar við rættiliga góðum úrsliti. Vit vita sum er, at tað ber til at selja veiðirættindi á henda hátt, og vit vita, at tað finnast rættiliga stor virðir í at fáa loyvi at fiska, í hesum førinum makrel, sigur Thomas Dam. Rætta vegin aftur Búskaparráðið leggur tí upp til, at hendan royndar­ skipanin verður útbygd og letur hana umfata víðarisølu av rættindum eisini. - Tá so nýggir veiðimøgi­ leikar og nýggir veiðihættir uppstanda, verður tað sett inn í ein síkan marknað eisini. Hetta kundi so verið ein fyri­reiking til, at vit ju skulu hava eina nýggja skip­ an í 2018, og tað hava vit eis­ini eitt upp­skot til, sigur Thomas Dam. Frágreiðingin nemur eis­ ini við arbeiðsloysi, ið jú sum kunnugt gjørdi eitt rætti­ligt skarvs­lop uppeftir, tá Fiska­ virk­ing í fjør heyst fór av knór­an­um. Hetta er tó um at kvinka niður eftir aftur. - Í 2009 hækkaði arbeiðs­ loysi nógv í sambandi við fíggjarkreppuna, ið tá tók seg upp, men stabiliser­aði seg tó aftur. Men tá so Fiskavirking fór av knóranum seint í fjør, gjørdi arbeiðsloysið eitt lop upp eftir. Vit síggja so nú, at arbeisloysið lækkar aftur so hvørt sum hesi fólkini aftur fáa starv, og hetta hongur i stóran mun saman við, at fiskavirkis virksemi er komið í gongd aftur, sigur Thomas Dam. Tað gongur tó heldur seinni, enn roknað var við, og tað er ein av orsøkunum til, at Búskaparráðið eins og Landsbankin hevur niður­ justerað væntaða búskapar­ vøksturin úr 5% í 2011 og 2012 niður í 3% bæði árini. Hetta samstundis sum sagt verður, at føroyski búskapurin ikki er illa fyri. Minni vøkstur - Hetta byggir jú á metingar og framskrivingar grundað á tað, sum roknað var við fór at henda í búskapinum. Roknað var jú við, at fiskivinnan fór at geva eitt íkast til búskaparvøksturin, sum hon eisini hevur gjørt, roknað var eisini við, at privata nýtslan fór at geva eitt íkast. Men fólk eru rættiliga varin við sína nýtslu nú, og roknað var við, at hetta fór at normalisera seg skjótari, enn tað hevur gjørt, sigur Thomas Dam. So meðan roknað var við einum vøkstri hevur hann víst seg, ikki at vera eins stórur og roknað var við. Tó sær ikki so galið út fyri føroyska búskapin - Nei, tað haldi eg ikki. Føroyski búskapurin hevur sjálvandi verið gjøgnum eina kreppu og er á veg upp aftur, og tað sær stabilt út. Tað, sum er umráðandi hjá okkum er, at vit tryggja ein framhaldandi vøkstur, og tað kunnu vit bara gera við at skipa okkara fiskivinnu betri. Tí tað er har, tað stóra potentialið er, og nú hevur Búskaparráðið í hesari frágreiðingini víst á, hvussu hetta kann gerast, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum. Møguleiki fyri búskaparligum vøkstri Búskaparráðið legði gjáramorgunin fram heystfrágreiðing sína, og hon legði nógv á tað borðið, sum fráreiðingin hjá Landsbankanum fyrr í summar vísti á. Thomas Dam, formaður heldur, at rúm er fyri batum innan fiskivinnuna, og at føroyski búskapurin ikki er so illa fyri, hóast niðurjustering av væntaða buskaparvøkstrinum Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, legði í gjáramorgunin fram heystfrágreiðingina hjá ráðnum Mynd: Jens Kristian Vang Nógv av okkum, sum arbeiða dagliga við Excel, duga at nýta forritið soleiðis nøkunlunda. Vit duga at brúka Excel til tey vanligu tingini. Men vit vita at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn tað, sum vit vanliga arbeiða við, og vit vita, at vit kunnu gera arbeiði nógv skjótari og meiri effektivt. Ert tú ein av teimum sum dugur tað grundleggjandi í Excel, men ikki meir, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Tú hevur kanska tikið Excel 1 og ert klár/ur at fara víðari. Á hesum skeiðinum lærir tú at fáa tjekk uppá tær meiri avancer- aðu funkurnar í Excel. Og tað er faktiskt ikki so torført at læra. So hevur tú hug at læra eisini øll tey smørtu tingini í Excel, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Teknað teg bara longu nú, tí plássið er sera avmarkað! Dagar: 29. & 30. september 2011 Tilmelding Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355). EXCEL II - tey næstu fetini Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355)