Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 12 Sosialurin Verða úrslitini av øllum meiningakanningunum, sum eru gjørdar í Danmark, síðani valið varð útskrivað, koyrd í ein pott, fáa vit tað burturúr, at andstøðan fer at fáa 52,8 prosent av atkvøðunum tann 15. september ímóti 47,2 prosentum til stjórnina og hennara stuðlar. Soleiðis hevur tann politiska myndin verið í longri tíð, og tí kann forsætisráðharrin bara vóna, at hann kann fáa eitt comeback, sum bara er hent eina ferð áður í nýggjari tíð í Danmark. Tá Poul Nyrup Rasmussen miðskeiðis í februar í 1998 skrivaði út val, vístu meiningakanningar, at hann var væl aftan fyri tann borgarliga avbjóðaran Uffe Ellemann-Jensen. Meiningakanningarnar søgdu, at sosialdemokratarnir og teirra stuðlar fóru at fáa 47,5 prosent av atkvøðunum. Valstríðið gekk so illa hjá Nyrup og hansara stuðlum, at eina viku undan valdegnum stóðu teir til at fáa bara 46,4 prosent av atkvøðunum. Alt bendi tí á, at Vinstra-formaðurin Uffe Ellemann-Jensen skuldi verða forsætisráðharri aftan á valið. Men so vendi rákið brádliga, og tá valhølini lótu aftur, høvdu Poul Nyrup Rasmussen og hansara flokkar fingið nakrar hundrað atkvøður fleiri enn Uffe Ellemann- Jensen og hansara. Ein sigurssælur Nyrup kundi takka veljarunum fyri tey 50,1 prosentini við tekninum "four more years". Trúvirðið avgerandi Valgranskarin Søren Risbjerg Thomsen hevur hugt at, hvussu veljarar hava flutt seg millum flokkar tey seinastu 20 árini. Hann heldur, at eitt ella annað heilt serligt skal henda, fyri at taka skal eydnast Lars Løkke Rasmussen at gera "ein Nyrup". Valgranskarin sigur við Politiken, at í Danmark er tað ikki vanligt, at veljarar flyta seg millum teir báðar blokkarnar undir sjálvum valstríðnum. Harafturímóti kunnu rættiliga munandi broytingar vera inni í blokkunum. -Tí er tað ikki serliga sannlíkt, at forsætisráðharrin kann venda gongdini. Tað skal eitt ella annað heilt óvæntað til, um tað skal henda, sigur Søren Risbjerg Thomsen við blaðið. Hann hevur tó eitt boð uppá, hvat kann venda gongdini til fyrimunar fyri forsætisráðharran. Skuldi tað hent, at ivi verður sáddur um trúvirðið evnini hjá Helle Thorning-Schmidt og Villy Søvndal og førleika teirra at leiða eina komandi stjórn, kann tað flyta atkvøður og broyta myndina, sigur hann. Hóast tann reyða and­ støð­an hevur boðað frá, at hon fer at krevja meiri skatt frá bankunum, fáa sosialdemokratatnir og tey radikalu stuðul frá bankunum til val­strí­ð­ ið­. Hinvegin fáa SF og Eindarlistin ikki eina krónu. Tað fáa kristin­demo­krat­ar­ nir heldur ikki. -Í okkara eygum er tað heilt rímiligt, at vit styð­ ja teir flokkar, sum eru vinar­liga sinnaðir mótvegis vinnu­lív­inum, sigur stjórin í Finansrådet, Jørgen A. Hor­witz. Hann er eisini fo­r­ mað­ur í tí, sum eitur Finans­ sekt­or­ens Forening til Støtte af et Sundt og Ko­n­kurr­ encedygtigt Erhvervsliv, og sum letur 1,6 millión krónur til valstríðið. Pengarnir ver­ ða býttir millum teir seks vinnuvinarligu flokkarnar, Tey Konservativu, Vinstra, Radi­kalu, Liberal Alliance, Sosial­demo­kratarnar og Danska Fólkaflokkin. Løkke tørvar ein "Nyrup" fyri at vinna Eru meiningakanningarnar eftirfarandi, verður Helle Thorning-Schmidt danskur forsætisráðharri um knappar tvær vikur. Sostatt tykist tað borgarliga stjórnarskeiðið at vera av á hesum sinni, ella kann Lars Løkke Rasmussen venda rákinum og vinna kortini? Bankarnir styðja vinnuvinarligar flokkar Nakrir av teimum politisku flokkunum í Danmark fáa pengar frá bankunum at reka valstríð fyri Í 1998 var Poul Nyrup Rasmussen langt aftan fyri Uffe Ellemann- Jensen, tá valið varð útskrivað, men hann vann kortini Lars Løkke Rasmussen hevur tørv á onkrum heilt serligum fyri at vinna á Helle Thorning-Schmidt tann 15. september (Mynd: Politiken)