Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 Sosialurin Randi Jacobsen Til seinasta løgtingsval still­aði vágbingurin Henrik Old ikki upp, men nú váttar hann, at hann saman við Mikkj­ali Sørensen eru um­ boð­ini hjá Suðuroyar sunn­ ara Javnaðarfelag til løg­ tings­valið. − Ein orsøk er, at síð­an Føroyar blivu eitt val­ d­ømi, eru møguleikarnir fyri at verða vald uttan fyri miðsta­ðar­økið, skerdir, og kanska kann eg fáa nakað av atkvøðum. Sum støðan er, skulu í flestu førum yvir 300 at­kvøð­ur til fyri at verða vald í løgtingið, sigur Hendrik Old. Hann vildi eisini sum po­ li­tik­ari fegin sloppið upp í arbeiðið at gera nýggju fiski­ vinnu­lógina. Allar lógirnar skulu broyast, og hetta ar­ beiðið má gerast í komandi va­l­ári, tí arbeiðið skal verða liðugt í 2017. Ein hóttan − Tá má í tinginum vera onkur, sum talar sak­ ina hjá vanliga fólkinum, og eg eri púra ósamdur við Búskaparráðnum. Tey fólk­ini vita als ikki, hvus­su lívið á bygd hongur sam­ an. Á bygd eru feløg, eisini arbeiðarafeløg, sum roy­na at keypa skip, og tey eru als ikki áhugað í virðis­bræva­ mark­naðinum. Verður tað, sum búskaparráðið mælir til, at allur fiskur skal seljast á uppboðssølu, endar alt á nøkr­um fáum útlendskum hond­um, og tað verður heilt gali­ð í útjaðaranum. Tær út­ lendsku fyritøkurnar eru stórar og so sterkar, at tær hava ráð til at lata virki stan- da still í langa tíð, og tær eru so sterkar, at tær mest sum ráða yvir bankunum og ikki øvugt, sum vit kenna tað, sig­ ur Hendrik Old. Hann heldur tað verður ein ólukka, um kiloavgjald verð­ur lagt á allan fisk, tí so fara reiðaríini ikki at hava ráð at umvæla skipini, sum summi eru í ringum standi. Har­við verður minni at gera á skipasmiðjunum, og skipini for­farast. Hýrurnar fara eisi­ ni niður, væntar Handrik Old. Øll kunnu ikki fara í hægri útbúgving Hann heldur tað ikki vera rætt, at landið skal leggja seg eft­ir at fáa so nógv ung fólk at fara í hægri skúla, bókiliga vegin. − Eingin hevur sett spu­ r­n­ar­tekn við, um øll hesi ungu vilja tað, og um tey eru egn­að til. Mín hugsan er, at vit mugu gera nógv meira við at menna handverkara­ ut­búgv­ingarnar, ikki minst útbúgvingarnar hjá maskin­ monnum og maskin­meistar­ um. Har eru teir nógvu ar­beiðs­møgu­leik­ar­nir, um­ støð­ur­nar eru góðar, og lønin tað sama, sigur Hend­rik Old. Hann harmast um, at einki longur verður tosað um at skipa so fyri, at meira arbeiði verður til tímalønta fólkið. - Tosað verður bara um at fáa øll at lesa. Hendrik Old dámar eisini lít­ið, at talið av fiskidøgum er skert, og hann ber ótta fyri, at næsta summar fara fiski­ dagar at vanta í hjá smáu bátu­num. - Tað var slíkt eg hugsaði um, tá ið eg tók avgerðina at stilla uppaftur. Hann flennir eftir teim­ um, sum siga seg stilla upp, tí tey hava fingið so nógvar áheitanir. - Tað kundi ikki fallið mær inn at sagt so. Eg havi sjálv­ur tikið avgerðina. Tað var ikki neyðugt við nøkrum áheita­ num, sigur Hendrik Old. Hendrik Old vil í løgtingið Fiskivinnulóggávan, kilogjaldið á avreiðingar, arbeiðið til fólkið, útjaðarin og menning av handverkútbúgvingunum. Hetta er nakað av tí, sum Hendrik Old, hugsar um, nú hann aftur er á listanum hjá Javnaðarflokkinum Arbeiðir tú við at taka inn og viðgera stórar dátunøgdir og greiningar, og kundi tú hugsa tær at ment tínar førleikar og arbeitt meiri effektivt við Excel? So hava vit skeiðið til tín! Tú lærir at heinta inn, rudda og dygdar- tryggja dáta og at brúka møguleikarnar við Pivotskráum soleiðis, at tínar rap- portir geva eitt gott avgerðargrundarlag og eru meira professionellar. Á skeiðnum fært tú: Neyvan kunnleika til Pivotskráir og • tips og triks at gagnnýta tær á besta hátt Praktiskar royndir at evna til • professionellar rapportir yvir lyklatøl og status Amboð at tryggja høga dygd í samband við at innflyta uttanhýsis dáta Førleikar í trygging av dáta uppá • fleiri mátar. Vitan um, hvussu tú fært Excel at • arbeiða saman við øðrum Office- amboðum Dagar: 20. & 21. september 2011 AVMARKAÐ PLÁSS! Tilmelding Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355). Pivottabellir - og rapporteringar í EXCEL Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355) 10,25 fekk skeiðið í miðal á skeiðunum í mars 2011! (eftir 13’skalainum)