fríggjadagur 2. september 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
14
Sosialurin
Leygardagin 3. september
fyllir Torgerð Dam í Kolla
firði 60 ár. Torgerð, sum er
ættað av Húsum, er fødd
3. september í 1951. Hon er
yngst av 5 systkjum, sum
eru: Leivur, f. 1930, Jónathan,
f. 1933, Anna, f. 1941, Jonna, f.
1944 og Torgerð, f. 1951. Tey
eru øll á lívi uttan Jónathan,
sum doyði í 2004.
Longu í 1960, tá Torgerð
var 9 ára gomul, misti hon
pápan, Joen Jacob Andreasen
ella Jakke, sum bara gjørdist
57 ára gamal. Eftir at pápin
var deyður, kom Tórgerð
at vaksa upp saman við
mammuni Oliviu, sum varð
kallað Lillan, og ommuni
Cecilie ella Silju, sum var
ættað úr Sumba, men giftist
til Húsar. Ein onnur systir
Silju, sum æt Anna, giftist
eisini til Húsar við Húsa
Dáva. Silja giftist í 1907 við
Andras Eliassen, sum var
ættaður frá Gjógvará í Fugla
firði, men sum ungur kom til
Húsar at læra skósmíð hjá
Dániali á Heyggi. Andras var
sjúkligur maður, og longu
fyrst í 1920-unum fór hann
til Danmarkar at søkja sær
heilsubót. Hann kom tó
ongantíð aftur til Føroya,
men doyði niðri, og er jarðað
ur í Keypmannahavn. Silja
og Andras fingu 7 børn,
men tann eina gentan doyði
sum smábarn. Tá Andras
doyði, var tann elsti sonurin,
Andrias, um fermingaraldur,
og tann yngsta dótturin,
Karin, ársgomul. Tí má tað
hava verið ógvuliga tungt hjá
Silju at fáa børnini undan,
men hon var røsk, og helst
hevur hon eisini fingið hjálp
frá góðum fólki.
Eftir at Lillan hevði mist
pápan, kom hon at vaksa
upp hjá mostrini, Onnu, og
Húsa-Dáva, sum sjálvi ikki
fingu nøkur børn. Lillan og
Jakke giftust sum heilt ung.
Hann varð føddur úti á Nesi
í 1903, men mamma hansara,
Jóhanna, var ættað av Hús
um. Jóhanna fór sum ung
at tæna í próstagarðinum
úti á Nesi, og har giftist
hon Jóhannusi Andreasen á
Gadd. Men hjúnarlagið teirra
millum var stutt, tí í 1905 fór
Jóhannus yvir á Bakkafjørð
in í Íslandi at rógva út, og
har doyði hann. Hetta var
ein illveðursdag, hann var á
útróðri saman við einum øðr
um manni. Báturin fór runt,
og báðir menninir druknaðu.
Eftir úti á Nesi sat Jóhanna
einsamøll við trimum smá
um børnum. Tá fóru menn av
Húsum við báti eftir Jóhonnu
og børnunum og fluttu tey til
Húsar, har tey búðu í nøkur
ár. Jóhanna giftist seinni upp
aftur við Tummas í Bartal
stovu í Gøtu.
Í familjuni hjá Torgerð
gjørdust kvinnurnar í bæði
móðir- og faðirætt heilt gaml
ar konur. Hetta er galdandi
fyri langommuna, Oliviu í
Sumba, ommuna, Silju, og
mammuna, Lilluna, sum allar
gjørdust meira enn 80 ára
gamlar. Omman í faðirættini,
Jóhanna, var 100 ára gomul,
tá hon doyði. Tað sama kann
tó ikki sigast um summar
av mannligu forfedrunum.
Hvørki langabbin, Thomas
Berg í Sumba, ella abbarnir,
Andras Eliassen og Jóhannus
á Gadd, rukku 50-ára aldur.
Tí er at vóna, at Torgerð
í ættarbregði líkist kvinn
unum, sum fóru undan.
Torgerð giftist Immanuel
Dam ella Imma, sum hann
vanliga
verður
nevndur.
Immi er ættaður úr Kunoy.
Eftir at tey vórðu gift, búðu
tey í Klaksvík í nøkur ár,
men tíðliga í 70-unum fluttu
tey til Vestmanna at búgva.
Miðskeiðis í 70-unum vórðu
tey biðin um at reka hotellið
hjá Geytanum í Kollafirði,
har tey eisini búðu, til tey
bygdu sær síni egin hús í
Kollafirði síðst í 1970-unum.
Torgerð og Immi eiga seks
børn: Elstur er Jóan Jakku,
sum er føddur í 1969. Hini
børnini eru: Mathilda, Liljan,
Stefania, Mikkjal og Torkil.
Sjálvt um eg havi verið 5
ára gamal, tá Jakke, abbi mín
á Húsum, doyði, so minnist eg
hann ikki. Men eg havi havt
nógvar góðar løtur saman við
Silju, langommu, Lillu, ommu,
og Torgerð, tí eg var ofta og
ferðaðist á Húsum sum smá
drongur. Sjálvt um eg eri reiði
liga 4 ár yngri enn Torgerð,
so var eg altíð glaður fyri, at
hon ofta hevði meg við sær,
tá ungdómarnir á Húsum
savnaðust í húsunum Har
Uttari um kvøldarnar mið
skeiðis í 1960-unum. Um eg
skal nevna onkrar eginleikar,
sum eyðkenna Torgerð, so er
hon ógvuliga blíð og fyrikom
andi og ber stóran alsk til
familjuna.
Eg fari at ynskja Torgerð
fastir hjartaliga til lukku við
60-ára føðingardegnum við
ynskjum um nógv góð ár í
framtíðini.
Jákup
Torgerð Dam fyllir 60 ár
Fríggjadagin 9. september
fyllir Dávur Jacobsen í Søldar
firði 85 ár. Dávur er sonur Per
í Niðara Gerði og Gustu, fødd
Olsen av Heimbø. Sagt er um
hann, at hann var vesælur
og neyðarsligur smádrongur,
hvørs fyrstu minni eru av
sjúkrahúsinum.
Kortini
skuldi hann gerast Føroya
yngsti forsyrgjari, tá pápin
fórst við Emmanuel, tá Dávur
bert var 5 ára gamal og elstur
av brøðrunum.
Dávur var ein av teimum
hepnu, sum fekk útbúgving
á universitetinum hjá Frú
Bjarnadal longu frá at hann
var 6 ára gamal. Tá mundi
botnurin verða lagdur til ein
seinni vælvirkandi knokk.
Tað var ein fátøk tíð í tríati
árúnum, men Dávur minnist
ikki at vera farin svangur
til songar. Hann plagar at
taka til, at tey vóru so fátøk,
at tey ikki høvdu ráð at eta
margarin, so tey ótu bara
smør. Tað kundu tey vituliga
kyrna sjálvi, tí kúgv var í
kjallaranum.
Hvat ávirkaði hansara
seinni lívsleið er kanska iva
samt, men hansara fyrsta
arbeiði var vegarbeiði, at
hampa um koyrivegin í bygd
ini fyri kommunu og løgting,
og seinni at gera bakkavegin
inn á Grønuskrið. So kom
kríggið, og so smíðaði hann
barakkir og oljutangar. Tá
kríggið var av, fór hann til
Íslands at arbeiða á einum
bóndagarði. Hann droymdi
um at gerast skipari, men
ferðirnar aftur og fram úr
Íslandi og onkur sildartúrur
við
íslendingum
munnu
hava kurerað hann, tí stutt
eftir fór hann í læru sum
húsasmiður í Íslandi og er
harvið ein av helst sera fáum
føroyingum við íslendskum
sveinabrævi.
Í 1949 var Dávur heima í
Føroyum og vendi, og bleiv tá
giftur við Inger hjá Per Uppi
í Toft bónda í Søldarfirði.
Inger hevði eisini verið í
Íslandi, og tey fluttu aftur
til Íslands eftir brúdleypið.
Í 1950 verður Bára fødd og
árið eftir flyta tey aftur til
Føroya. Tá vóru ringar tíðir
í Føroyum, men kortini var
Dávur so heppin at hitta
Niels Paula á Glyvrum, sum
útvegaði honum arbeiði at
gera bolverk á keiini í Runa
vík. Næsta arbeiði var at
gera lærarahús í Lamba. Í
1952 gjørdi hann keivegin í
Søldarfirði, og so fór hann
til SEV í Vestmanna. So varð
Petur føddur. Frá 1953 og eftir
Sjóvinnubankakrakkið var
at kalla alt svartasta armóð
í Føroyum.
Dávur fór til Grønlands
at arbeiða hjá Lamhauge &
Waagstein. Heimafturkomin
fekk Petur í Gong í Havn
fatur á honum og Dávur fór
at byggja Kommunuskúlan
í Havn og seinni eisini Sjó
mansskúlan. Síðan var hann
í Miðvági. Hann var hjá
Landsbyggifelagnum. Á Eiði
og norðuri í Vík, gjørdi keiir,
vegir og hús. Og tað var eisini
Petur í Gong, sum lokkaði
hann til Klaksvíkar at byggja
sjúkrahúsið í 59/60. Tá flutti
Inger norður við báðum
børnunum at búgva fyribils.
Hetta "fyribils" vardi í 24 ár
og
"runu-Dávur"
gjørdist
ein ímynd í Klaksvík. Hann
gjørdi keiarbeiði, hann gjørdi
bátabrúgvarnar á Stongu
num, vegin millum Hvanna
sund og Viðareiði og mangt
mangt annað.
Í 1967 arbeiddi Dávur
saman við Jógvani Gerðalíð
við útstykkingum í Klaksvík.
Teir gjørdust tað man kann
kalla "partnarar". Dávur tekn
aði og roknaði Jógvan tók sær
av maskinunum. Bergmál,
kallaðist felagið, sum kom
at gera nógv arbeiði sum frá
leið. Dávur gjørdi nógv onnur
stórarbeiði, stórt keiarbeiði
á Skála, í Norðdepli, hann
gjørdi brúnna um Gøtugjógv
og havnaarbeiði í Fuglafirði.
Saman
við
svágrinum
Rasmusi í Toft gjørdu teir
stór havnaarbeiði í Skopun,
trolhylin hjá Vónini og t.d.
FK-bygningin í Fuglafirði
og
ítróttarvøllin
hjá
ÍF!
Fleiri lendingar gjørdu teir,
og mong slík arbeiði komu
aftrat, tá felagið fekk navnið
Dekkon og fleiri komu við.
Arbeiðssøgan hjá Dáva er
long og fyllir heilt bókaverk.
Dávur misti konuna Inger
í 1986 av herviligari sjúku.
Seinni rann saman millum
hann og Mariu, einkjuna eftir
Leif Berg, systkinabarn Dáva.
Tey giftust og fingu fleiri góð
ár saman. Maria andaðist 17.
juni 2008, 84 ára gomul.
Føðingardagurin verður
hildin í Elim í Søldarfirði
hósdagin 8. september,
frá kl. 17.
Dávur Jacobsen 85 ár
Nøvn