fríggjadagur 2. september 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
Sosialurin
Mánadagin
5.
september
verður Jørleif Kúrberg í Havn
70 ár. Við Jørleif Kúrberg
eigur Havnin ein fjølbroytt
an merkismann. Vit hava
havt tætt tilknýti á ymsum
økjum.
Hann var stóra stjørnan í
Kyndli í mong ár. Hann, sum
hoyrdist, tá sigast skuldi
nakað
skilagott,
eitt
nú
hvussu ein rættur málmaður
skuldi hátta sær. Jørleif var
hin stinni málmaðurin fyri
tað mesta, tá Kyndil knúskaði
vestmenningar á vølli.
Nú árini eru her, og Jørleif
má lúta fyri nýggju tíðini,
hevur hann støðugt evnini at
hátta sær, eitt nú við tráðuni,
t. d. á Leynavatni, Lock Ness
ella á Themsen.
Thora og Jørleif hava vinir
um
allan
Atlantskringin,
serliga í grannalondunum.
Hugaligt er at vera í sam
veru, har Jørleif er kanska
høvuðsleikarin. Hann er fleyg
ingamaður og harumaður.
Hendan myndin er frá eini
Kyndilsferð í Íslandi í august
í 1971, og flestu á myndini eru
broddurin av kyndlaliðnum í
mong ár.
Vit nema tey frá vinstru:
Poli
Jacobsen,
formaður
í Kyndli í mong, mong ár.
Finnur Helmsdal, frægi leik
arin, Leif Nykjær, tveir metra
høgi danin, síðani Jørleif Kúr
berg, Oddvá Nattestad, Viggo
í Stórustovu, ein tann fyrsti
málmaðurin, Niels Nattestad
og Jógvan Asbjørn Skaale.
Jørleif tekur ímóti gest
um í morgin, leygardagin
3.
septembur
kl.
10.00-
15.00 á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin.
jl
Jørleif Kúrberg sjeyti
29. august andaðist Hjørleif Hentze á Tjarnargarði,
85 ára gamal. Hann varð føddur 3. juli 1926 á Sandi.
Foreldur hansara vóru Kristianna og Joen Peter Hentze,
Evu-Petur, nevndur. Tey vóru trý systkin, Hjørleif og
Ása í Havn og Tórbjørn á Argjum.
Hjørleif var giftur við Unu, fødd Dam í Havn. Hon
var dóttir Annu og Erik Dam. Hjørleif og Una bygdu á
trøðni hjá Erik Dam á Marknagilsvegnum. Fyri fáum
árum síðani flutti Hjørleif á Tjarnargarð, og Una flutti
seinni við.
Hjørleif kom ungur til Havnar í læru hjá Wenzel
Petersen, har hann síðani var í eini 30 ár. Seinni var
hann hjá Demich í 10 ár. Síðani var hann skrivari hjá
Havnar Handverksmeistarafelag til hann gavst fyri
aldur.
Hjørleif var serliga virkin í felgasarbeiðinum hjá
Losjuni í Havn. Hann var í mong ár formaður í bygnings
nevnd felagsins, serliga tá Losjan bygdi stóra bygningin
við Tinghúsvegin, sum varð tikin í brúk í 1968.
Hjørleif og Una giftust í 1955, og tey eiga dóttrina
Sólrun, sum er gift við Eyðstein Jensen úr Havn.
Hjørleif verður borin úr Vesturkirkjuni í morgin,
leygardagin, klokkan 14.
Hjørleif Hentze
in memoriam
TØKK
Føðingar
24. august fingu
Magdalena og Jóhann
Rubek Nielsen, Strendur,
ein son. Hann var 47 cm
langur og vigaði 2375 gr.
Hósdagin 25. august
fingu Signhild Petersen,
Strendur og Sámal
Joensen, Vestmanna,
eina dóttir. Hon vigaði
4025 gr. og var 55 cm
long.
16.
august
fingu
Birita
Jóanesarson og Eyðun Kar
bech Kjeld, Saltangará, eina
dóttir. Hon var 51 cm long og
vigaði 2990 gr.
22. august varð Maia stóra
systir til eina diddu, sum var
55 cm long og vigaði 4300 gr.
Foreldrini eru Elisabeth og
Jóhan á Lakjuni, sum búgva
í Keypmannahavn.
19. august fekk Levi
Ragnarsson eina
lítlasystur, sum hevur
fingið navnið, Rebekka
Ragnarsdóttir. Hon
vigaði 4120 gr. og var
53 cm long. Foreldrini
eru Astrid og Ragnar
Mouritsen, Hoyvík.