fríggjadagur 2. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
16
Sosialurin
Hósdagin 1.september hevði Jógvan Kruse, innkeypsleiðari,
45 ára starvsdag hjá Poul Hansen, heilsølu.
Á myndini Jógvan Kruse, innkeypsleiðari, og Høgni
Hansen, stjóri
Tað er ikki øllum hjúnum beskorið at kunna liva saman í
samfull 70 ár.
Hetta er kortini ein ótrúligur veruleiki hjá hjúnunum
Astu og Johan Hansen, sum komandi fríggjadag - 9.
september - kunnu hátíðarhalda jarnbrúdleyp sítt.
Tey bæði eru komin væl til árs - Asta er 96 og Johan
94, men tað forðaði kortini ikki fyri luttøku á 90 ára
føðingardegnum hjá systrini, Olgu Thomsen á Argjum
fyrr í summar.
Mong munnu kenna Johan sum trúboðara hjá donsku
Indremission í meiri enn 40 ár, og eisini sum fyristøðumann
á Tórshavnar Sjómansheimi eitt langt skifti í 60'unum.
Jarnbrúdleypsdagurin verður hildin á Klokkebjerg
røktarheiminum í Skjern, har tey bæði eru búsett. Til
hátíðarhaldið verða boðin næstringar, vinir og búfólk á
røktarheiminum.
Hava fólk hug at senda teimum eina heilsan kann hetta
gerast umvegis Plejehjemmet Klokkebjerg, Klostervej 29,
6900 Skjern.
Jarnbrúdleyp
Johan og Asta
Nøvn
45 ára starvsdagur
Kjak
Zakarias Wang
Hetta er tí, at vit leggja dent
á lóglýdni, so at vit halda
galdandi lógir. Tað ein sjálv
fylgja, at fólkating Danmark
ar heldur ta stjórnarskrá,
sum tað sjálvt hevur sam
tykt og sum ásetur hvussu
Danmarkar ríki skal stýrast.
Eitt av tí sum ríki kunnu
gera, er at gera sáttmálar
við onnur ríki um ávís viður
skifti. Hesir sáttmálar hava
hægri gildi enn sjálvt stjórnar
skráin. Stendur nakað í
stjórnarskránni, sum ikki er
í samsvari við ein galdandi
sáttmála, so er henda áseting
óvirkin.
Hetta hevur týdning fyri
okkara fólkatingsmenn.
Stjórnarskrá Danmarkar
er nevnliga ikki stjórnarskrá
okkara.
Orsøkin til hetta er, at vit
ikki eru ein partur av Dan
markar ríki. Okkara samband
við Danmark er ásett við ein
um altjóða sáttmála millum
okkum og Danmarkar ríki.
Vit kunnu tí eins og danir
gera okkum eina skrivaða
stjórnarskrá, men vit kunnu
eisini gera eins og bretar, sum
onga skrivaða stjórnarskrá
hava.
Tað er hetta, sum vit higar
til hava valt í ríki okkara.
Tær hægstu reglurnar fyri
stýri Danmarkar og okkara
eru tí at finna í sjálvum sátt
málanum okkara millum.
Tær eru ikki nógvar, men
sera greiðar.
Har verður ásett, at vit eru
javnlíkar. Báðir partar hava tí
nágreinliga eins nógv at siga
í felagsmálum.
Felagsmálini eru tvey.
Annað av hesum er tann
felags oddamaður fyri bæði
ríkini. Hann skal verða vald
ur í semju millum báðar
partar.
Hitt felagsmálið er kríggj.
Ríkini kunnu ikki fara í kríggj
uttan at tey bæði eru samd
um hetta.
Hesin sáttmáli er hægsta lóg
okkara eins og Danmarkar.
Tá okkara fólkatingsmenn
verða bidnir um hátíðarliga
at halda stjórnarskrá Dan
markar, er tað tí hóskiligt
fyri teir eins og allar aðrar
lóglýdnar teknar, at teir fyrst
hátíðarliga geva lyfti um
at halda sjálvan sambands
sáttmálan.
Lóglýdni
Nú verður fólkatingsval, og teir sum valdir verða, skulu geva
eitt hátíðarligt lyfti um at halda donsku stjórnarskránna
Í nakrar dagar hevur skriv
staðið á heimasíðuni hjá
Fuglafjarðar
kommunu,
hetta skriv er sera positivt
og lýsir skúlaviðurskiftini í
Fuglafirði. Tað er bara gott,
táið man kann frøðast yvir og
lýsa samfelagið á ein jaligan
hátt, men ein positiv greining
kann eisini misnýtast og geva
lesaranum eina skeiva mynd
av verðuleikanum.
Tann skriving sum er um
skúlarnar á Kambsdali er ein
sólsskinssøga, men her eigur
Fuglafjarðar kommuna so
gott sum ongan leiklut, hesir
skúlarnir verða tíbetur stýrd
ir aðrastaðni frá, so tann
glorian varpar falskt ljós á
skúlapolitikkin hjá Fugla
fjarðar kommunu.
At Fuglafjarðar skúli bert
verður lýstur við 1½ reglu er
ógvuliga sigandi um førda
skúlapolitikkin í kommununi.
Fuglafjarðar skúli kann
í hugaheiminum býtast
í 4 økir:
1: Nýggi bygningurin við
serhølunum:
Hesin bygningur er OK og
livur upp til nútíðar krøv. Til
henda bygning er at siga, at
tað er ein persónur sum við
áhaldandi treiskni fekk hann
at blíva til verðuleika.
2: Bygningurin har fram
haldsdeildin hevur flokk
stovur sínar:
Hesin er bygdur í 60
unum. Fleiri av javngomlu
skúlunum kring landið eru
longu niðurtiknir, og nýtt er
bygt í staðin, men her vil eg
tó siga, at hesin bygningur
saktans kann nýtast, hóast
hann ikki livur upp til
nútíðar ynskir.
3: Barnaskúlin:
Hesin bygningur er ein
rein landaskomm, allur sum
hann er. Tær nógvu tápiligu
pjøssingarnar, vísa tíðuliga
hvussu
stutt
polittisku
hugsjónirnar røkka, lappa
loysnirnar hava eisini kosta
skattaborgarunum
nógvar
milliónir, og vit hava fram
haldandi eitt lasafar at bjóða
barnaskúlanum. At foreldur
í Fuglafirði góðtaka, at børn
teirra skulu fáa so vánaligar
umstøður, er mær ein gáta.
Ein sigandi lýsing, av
barnaskúlanum, er henda:
Fyri tveimum árum síðani
varð ein kapasitetur og
hevði skeið við lærarunum
í Fuglafirði. Eftir at leiðslan
í eini fríløtu hevði víst
honum runt á skúlanum,
fekk hann spurningin frá
einum av lærarunum: " Hvat
dámdi tær barnaskúlan?"
Eftir
drúgva
umhugsan
segði hann, nakað soleiðis:
"Um eg búði í Fuglafirði,
so skuldu míni børn ikki
gingið í hesum skúlanum
(barnaskúlanum)".
4: Tey hølir sum sløðast
úti í býnum:
Skúlakøkurin í Ítróttar
húsinum fær sama skotsmál
sum barnaskúlin, og í ár
byrjaðu vit – Gud hjálpi mær
- aftur uppá førda skúla
politikkin í 80unum. Børn
við serligum tørvi skulu út
úr umhvørvinum, í leigaði
fyribyls hølir.
Tað kann væl verða, at
eg eri eitt gamalt grenj, men
sjálvur haldi eg meg vita
hvat eg tosi um. Eg havi verið
lærari í 40 ár, og kenni hvønn
krók, og havi eisini royndir
í hesum ótolandi arbeiðs
umhvørvi.
Henda atfinning hevur til
endamál, at varpa rætt ljós
á greinina hjá Fuglafjarðar
kommunu.
Jóhan Heri Joensen
Missvísandi gloriu
ljós í Fuglafirði