fríggjadagur 2. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
Sosialurin
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Eg skuldi á fund í uttan
landsnevndini kl. 09.00 á
morgni, á fund við danska
uttanríkisráð-harran, Lene
Espersen. Eg hevði fyri
reikað meg at tosa við hana
um málið um ætlaðu ST
viðurkenning av ”palestina”,
men fundurin varð avlýstur
vegna danska valið. Men
Lene bjóðaði til frokost í
Áarstovu á miðdegi.
Í Áarstovu varð tosað
tvørturum
borðið,
um
makrel, Arktis, grindahvalir,
Poul Watson v.m.
Sperdir »palestinar«
Har fekk eg høvið at spyrja
Lenu beinleiðis um ætlan
irnar í ST um at viðurkenna
”palestinska” statin. Tað
gjørdist eitt langt og gott
prát. Hon var sera áhugað
og engagerað, og lovaði fult
og heilt í EU at virka fyri at
”palestinski” staturin ikki
fór at verða treytaleyst góð
kendur. Hon skilti til fulnar
argumentini, m.a. at tú ikki
kann viðurkenna ein stat,
sum hevur sum eitt av enda
málum sínum at útrudda
ein annan (Ísrael). Hon helt
sjálv, at ”palestinar” eru
viknaðir og sera sperdir, nú
leiðslurnar í Libya og serliga
Sýria eru um at falla.
Royna felags stev í ES
Lene greiddi frá, at ES
roynir at finna eitt felags
stev. Har eru lond, sum fult
út stuðla ”palestina”, meðan
onnur ikki vilja hoyra
um tað, tí Ísrael stendur
teimum so nær (her nevndi
hon Týskland og Háland).
Við
núverandi
donsku
stjórnini er ongin ivi, segði
hon, vit fara á ongan hátt
at stuðla slíkum uppskoti
og vænta heldur ikki, at
”palestinar” hætta sær at
leggja tað fram, tí ósigurin,
um tað ikki verður samtykt,
er ov stórur. Sjálv metti
hon, at eitt av krøvunum
frá ES til ”palestinar”, fyri
í heila tikið at viðgerða
spurningin, fór at verða, at
hesir ikki bert góðkenna
Ísrael og rættindi tess, men
at teir góðkenna Ísrael sum
ein jødiskan stat.
Týdningarmikið
at biðja!
Samanumtikið
var
eg
ómetaliga glaður fyri prátið
við hana. Hon tyktist skilja
álvaran, spurdi positivt um
hetta málið var týdningar
mikið fyri føringar (nakað
eg bert kundi játta). Hon
lovaði, at danir fóru at gera
sítt ýtarsta at verja rættindi
Ísraels. Hinvegin nevndi
hon, at ein reyð donsk
stjórn óivað beinleiðis fór
at
stuðla
”palestinum”.
Hetta hevur reyði blokkur
so eisini váttað í vikuni.
Umráðandi er at biðja
eftir,
at
fólkatingsvalið
fær eitt úrslit, sum tænir
Ísrael.
Óheppið fyri
Ísrael, um »tey
reyðu« vinna
fólkatings
valið!
Seinasti fríggjadagur, dagurin
tá fólkatingsvalið varð
útskrivað, gjørdist intensur,
men samanumtikið góður
Eg havi fingið nógvar spurn
ingar
og
viðmerkingar
um ógvusligu og ótíðar
hóskandi ójavnstøðuna á
listanum
hjá
Sjálvstýris
flokkinum við valevnum til
Fólkatingsvalið.
Onkur hava spurt, um
eg ikki átti at at hildið meg
langt
burturi
frá
einum
slíkum, í mun til javnstøðuna,
ótíðarhóskandi lista. Men
um eg valdi at siga nei, hevði
úrslitið allarhelst verið, at
eingin kvinna var á listanum,
og so var einki vunnið. Økt
javnstøða í føroyska sam
felagnum, og tí eisini í politikki
er og hevur altíð verið eitt av
mínum hjartamálum.
Onnur hava spurt, um
ikki júst eg av øllum átti
at sett sum treyt greiða
kravið hjá Demokratiu um
kynsjavnvág á flokslistanum.
Eg bjóði meg fram júst fyri at
koma í ta støðuna, at eg kann
seta slíkar og aðrar, líknandi
treytir. Og tað gerst allarbest
innanfyri.
Sjálvandi bjóði eg meg
fram fyri Sjálvstýrisflokkin,
eisini
til
Fólkatingsvalið.
Eg hevði tó ynskt, at fleiri
av
hinum
kvinnunum
í
Sjálvstýrisflokkinum valdu
at gera tað sama.
Sjálvandi bjóði eg meg
fram, eisini einsamøll
Kristianna Winther Poulsen
valevni Sjálvstýrisfloksins
til Fólkatingsvalið
Tað ringasta vit kunnu gera,
er at draga ósemjur úr Løg
tinginum niður á Danating.
Ósemjur loysa vit heima,
meðan vit altíð eiga at standa
saman mótvegis øðrum. Tað
vil Fólkaflokkurin
Øll okkara frambrot í
viðuskiftunum millum Føroy
ar og Danmark eru gjørd tá
vit standa saman. Úr rúgvuni
kunnu nevnast undirgrundin,
bankamálið,
yvirtøkulógin
og so flagstríðið í Reykjavík.
Frá danskari síðu bar einki
til, fyrr enn føroyingar stóðu
saman og vit áttu fólka
tingsumboðan, sum dugdi
at samkóka okkara semju
við politiskt hondverk í
Fólkatinginum.
Okkara fólkatingsumboð
mugu arbeiða saman. Eitt
fólkafloksumboð á Fólka
tingi vil leggja doyðin á, at
føroysku umboðini draga
eina línu og harvið verða
Føroya longdi armur. Vit
vilja samstarv við úrslitum.
Tað ringasta vit kunnu
gera, er at draga ósemjur úr
Løgtinginum niður á dana
ting. Ósemju heima, fyri
ikki at tala um tvey ósamd
føroysk
fólkatingsumboð,
flyta ongan prikk fyri okkara
fólk. Tað gevur dønum møgu
leika at hella seg afturá. Tað
hava teir gjørt hvørjafer,
umframt at tað eisini hev
ur givið okkum vánaligt
umbømi í Danmark. Ósemjur
loysa vit heima, meðan vit
altíð eiga at standa saman
mótvegis øðrum.
Reyður ella bláður blokk
ur í Danmark førir stórt
sæð sama politikk mótvegis
Føroyum. Tí er umráðandi at
samstarva uttan mun til litin
í Fólkatinginum. Tað hava
Fólkafloksumboð
megnað
við góðum úrslitum.
Fólkaflokkurin vil tí verða
óheftur av donskum flokk
um. Okkara umboð fer at
samstarva við hitt føroyska
umboðið, tí saman kunnu
vit skapa úrslit. Tað hava vit
víst í verki.
Jørgen Niclasen
form. Fólkafloksins
Fólkatingsumboð mugu
arbeiða saman
Um tú var arbeiðsgevari, hevði tú so sett
sama persón í tvey størv?
Kanska.
Hevði tú gjørt tað, um talan var um tvey
fulltíðarstørv?
Neyvan.
Og um hesi fulltíðarstørvini vóru í hvør
sínum landi?
Avgjørt ikki!
Men á fólkatingsvalinum ERT tú arbeiðs
gevari.
Hugsa um, hvussu tú fært mest fyri
atkvøðuna.
Set ein persón í starv, sum ætlar at
røkja tað til lítar.
Vel so tað munar!
Sjúrður Skaale
VEL SO TAÐ MUNAR
Valgreinar
Fólkatingsvalið 2011