fríggjadagur 2. september 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
18
Sosialurin
Kjak
Astrið Breckmann
Staturin Ísrael varð stovn
aður í 1948 av jødum, sum
høvdu yvirlivað Holocaust
undir
Hitler.
Nú
ætla
arábiskir
og
islamskir
leiðarar, sum Ahmadinejad,
Assad, Nasralla og aðrir at
fullføra óbótaverk Hitlers
við hjálp frá smáfasistum,
eisini í Føroyum.
Palestinar fingu í sínari
tíð frá bretum tillutað stóra
økið eystan fyri Jordan
ánna og jødar tað lítla
vestanfyri.
Tá ið meiriluti í ST sam
tykti í 1948 at viðurkenna
jødiska statin, lupu allir
arábisku herarnir á lítla
nýggja landið, sum vann
tann
bardagan
ímóti
arábiska Goliat.
Ísrael tók 800.000 jødar
heim úr arábiskum fígg
indalondum, men eingin
arábiskur statur beyð teim
um heimleysu palestinun
um eitt nýtt arábiskt land
at búgva í.
Hetta hóast somu aráb
isku stjórnir høvdu biðið
sínar muslimsku viðhalds
menn í Ísrael at rýma.
Hesir palestinar vóru
hildnir avbyrgdir av aráb
aralondunum uttan fyri
ísraelskt mark sum trýst
móti
Ísrael.
Afturímóti
hava palestinar í Ísrael
notið somu rættindi sum
aðrir jødiskir borgarar.
Sjálvandi stuðla rætt
hugsandi føroyingar og aðr
ir vesturlendingar Ísrael,
einasta demokratiska land
ið í Miðeystri (Turkaland
undantikið, men hvussu
leingi?). Ísrael er vøgga jøda
dómsins og harvið grundar
lag undir kristindóminum.
Tí stuðla nógvir føroyingar
Ísrael.
Men Ísrael er eisini
ein blómandi urtagarður,
við frælsum borgarum og
vinnulívi. Arábaralondini
eru ein turr oyðimørk við
kúgan (serliga av kvinnum
– stuðla fasistarnir tí?) og
harðskapi. So illa duga aráb
arar at reka vanlig nútíðar,
fræls samfeløg og búskapir,
at undantikið oljuna, er
teirra samlaða BTÚ minni
enn Ísraels. Hattin av fyri
lítla Dávid.
Ísrael er ein fyrimynd
fyri allar heimsins borgarar,
sum virðismeta frælsi og
fólkastýri.
Arábiskur
yvirgangur
og harðskapur átti at verið
øllum demokratiskt hugs
andi føroyingum og øðrum
til ástoyt og andstygd.
Tað er ófatuligt, at ein
meiriluti av ST-limalondum
stuðla einum palestinskum
stati, sum ikki fær eitt sand
korn at byggja sína fram
tíð á frá arábisku brøðra
tjóðum sínum, men skal
grunda alla framtíð á stolna
jørð frá Ísrael.
So leingi sum aðalmálið
hjá Al Fatah og Hamas
sambært teirra ,,charter”
(grundlóg) er at rudda Ísrael
í havið og at beina fyri
jødunum við rakettum úr
Gasa, Libanon og nú Sinai
og við atombumbum úr
Iran, vóna vit vesturlendsku
demokratar, at nøkur vest
anlond eru so frægt at sær
komin, at tey atkvøða ímóti
og sýta fyri, at ein palestin
skur terrorstatur verður
stovnaður nú í septemb
ur mánaði, sum Ísrael má
gjalda evsta prísin fyri við
tilveru síni.
Shalom
Fólkaflokkurin
Ein tøkk til Fólkaflokkin
fyri at halda fløggini høgt
í hesum máli, ísraelsku
Dávidsstjørnuna og
føroyska krossmerkið
Mortan Johannesen
útróðrarmaður
Fari at heita á tey løgtingsfólk, sum kroystu
niðurskurðin uppá 20% fyri heimaútróð
urin ígjøgnum, gevist við tí forfylging og
tí ágangi, sum nú er vend móti útróðrar
manninum, tí tað er eingin grund, hvørki
so ella so fyri tí.
Havi nevnt tað fyrr, og lat meg siga tað
aftur, heimaútróðurin er so gott sum allur
samansettur av eldri monnum, sum hava
havt eitt langt lív á sjónum, og nú teir eru
blivnir eldri, hava fingið sær ein útróðr
arbát at lívbjarga sær og familjuni við,
menn,sum ikki eru komnir í pen-siónsaldur.
Hetta kemur best til sjóndar við at telja teir
útróðrarmenn, sumeru undir 40 ár. Teir
kansttú telja á einari hond, sjálvtum ein
fingur manglar. Tað sigur eitt sindur umald
ursbýtið á teimum, sum reka útróður. Hvat
skulu hesir menn, sum hava ein dýran bát,
liva av? Teir hava onga fasta løn og heldur
onga pensión sum tit.
Havi sjálvur ikki gingið á nørum
lærdum háskúla og lært um, hvussu
fiskur svimur, ella hvussu nógv rivjabein,
ein toskur hevur, men havi fingist við
fiskari í heili 56 ár, harav 36 ár undir Føroy
um, hvar eg havi roynt bæði við troli og
húki, og geri tað enn.
Havi altíð roynt at skilt tað, sum
fyrigongur bæði á botni og omaná, og
tað, sum ein upplivir á sjónum. Tí fari
eg at seta politikarum og tykkum á
Havstovuni nakrar spurningar, sum eg
eisini væntimær at fáa svar uppá.
1. Er tað ovurfisking avbólki 5, at
lundapisan doyr í holuni og deyður lundi
er at síggja á hvørjum fjørði og sundi
iFøroyum?
2. Er tað ovurfisking avbólki 5, at
ongin ternupisa og ritupisa kemur undan
á lívi?
3. Er tað ovurfisking avbólki 5, at slett
ongin nebbasild er til, tað, sum toskurin
annars skal liva av?
4. Er tað ovurfisking avbólki 5, at
toskurin á innaru leið er so rak, at hann
er vánalig søluvøra? Alt hetta síggja vit
hvønn dag.
Dómadagsprofetiir
fiskifrøðinga
Kunnu politikararnir og Havstovan svara
okkum upp á hesar spurningar? Tað hava vit
krav uppá, vit, sum liva á hesum klettum.
Seinast í 80unum og fyrst í 90unum
var slíkt fiskaloysi undir Føroyum, sum
er verri enn nú. Tað var stórur ágangur
frá ICES, frá Havstovuni og búskapar
frøðingum, ja, sjálvt danski statsministarin
Poul Nyrup Rasmussen kom upp í leikin.
Tá skuldi toskafiskiskapurin ikki bara
minka, men hann skuldi niður á null.
Grundgevingin var tann, at stovnurin
var so illa fyri, at hann ikki kom fyri seg
aftur. Tíbetur vóru teir politikarar, sum tá
sótu og ráddu fyri borgum, av eini heilt
aðrari stoyping, og ikki sum teir ryggleysu,
ið nú leypa á, hargarðurin er lægstur og
hevna seg inn á útróðrarmannin. Føroy
ingar fingu tá loyvi at fiska sjálvt um lítið
og onki var at fáa.
Men í 1994 fór at bragda, og kom toskur
aftur í stóran mun. Hann var bæði stórur
og feitur, og bleiv tað til størstu upp
gangstíð í Føroyum, sum menn vita um.
Og hvat segði so tann etableraða fiskifrøð
in, tá fiskur var at fáa aftur? Jú, teir høvdu
mett skeivt, sum teir so ofta gera, og so
vóru teir leysir av øllum ávaringum, inntil
næstu ferð, tá teir aftur byrjaðu síni dóma
dagsprofetiir, og soleiðis kunnu teir halda
áfram uttan nakra mótstøðu.
Eitt skúladømi uppá, hvussu nakrar
strikur og kurvar, sum eru gjørdar á tí
heitu og turru skrivstovuni, er, at nógvir
fiskidagar eru óbrúktir, og tað verður
kallað luft í systeminum. Tá er ikki tikið
hædd fyri, at í veturhevur verið so vána
ligt veður, sum menn næstan ikki vita um,
og av hesi orsøk hava bátarnir bert brúkt
eina helvt av teimum døgum, sum teimum
er tillutað.
Tað svakasta av øllum er, tá uppleggið
til brúksskyldu verður, at um ein ikki
brúkar 80% av døgunum, so missir man
eftirfylgjandi fiskidagarnar. Hetta kann
eggja monnum til at leggja so nógv fyri,
at kanska onkur bátur ein illveðursdag
ikki ber boð í bý.
Gevið uppat við tí skilaloysi og
ørskapi, sum nú valdar í fiskivinnuni
Edva Jacobsen
løgtinglimur fyri Sambandsflokkin
Eik-málið
Tað sæst sera væl í samband
við, at Eik fór á húsagang,
hvussu týdningarmikil Ríkis
felagsskapurin er fyri Føroyar,
við tað at vit fingu møguleika
at vera við í Bankapakkum.
Hetta gjørdi, at Fíggjarligt
Støðufesti tók yvir og bjargaði
Landskassanum frá milliarda
tapi, og kundar varðveittu alt
sítt innistandi í Eik.
Fíggjarligur tryggleiki
Í einum landi sum Føroyar,
har ið høðusvinnan stavar
frá sjónum, er tað sera týdn
ingarmikið búskaparligt at
hava eina ríkisveiting sum
ein part av inntøkunum hjá
Landskassanum, fyri harvið
at tryggja framhaldandi væl
ferðartænastur
til
fólkið,
sum her býr. Grundgevingin
er
tann,
at
høvuðsvinna
okkara altíð kemur at hava
búskaparlig sveigg.
Ábyrgdarleysur
loysingarpolitikkur
Táverri er ríkisveitingin mink
að sera nógv, serliga í 2001, tá
veitingin minkaði við 366 mill.
árliga, við tað at málsøkini
skúlaverk og forsorg blivu
yvirtikin, hetta bleiv gjørt í
óðum verkum, og má sigast
at vera sera ábyrgdarleyst, tí
tann búskaparliga metingin
ikki er tikin við.
Skerd vælferð
Hetta búskaparliga ábyrgdar
loysið ger, at tað eru skerjingar
á øllum økjum. Hetta gongur
sera nógv út yvir øll, sum á ein
og annan hátt hava brúk fyri
almennum tænastum.
Dýrur stoltleiki
Tað
hevur
kostað
dýrt,
at politikarar av berum
stoltleika hava yvirtikið hesi
stóru málsøki, sum higartil
hava kostað Landskassanum
3 milliardir og 538 mill.
Umframt fastfrystingina.
Vilt tú varðveita Ríkis
felagsskapin, sum er við til at
gera, at Føroyar framhaldandi
verða eitt vælferðarsamfelag,
hvar
tryggleikin
verður
settur
í
hásæti,
so
er
Sambandsflokkurin
besta
boði til at kunna hjálpa tær
við hesum
Fyrimunir við Ríkisfelagsskapi