fríggjadagur 2. september 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
Sosialurin
Hugleiðing
Eitt bygdafrell trýnur fyri
fyrstu ferð innar í Tjóðleik
hús Føroya. Sjálvt national
teatur
føroyinga.
Fyri
honum stendur partur av
mentanarelitu landsins. Har
er hin, ið skrivaði skaldsøgu
aldarinnar, sum bert hevur
ein bókstav sum heiti, og
at kallað eingin hevur lisið,
hóast fleiri tykjast royna at
lata sum um, tey hava gjørt
tað. Honum við lið er hin,
ið gekk á høvundaskúla á
Flatlondum og helst hevur
skrivað
okkurt
lesivert,
hóast fá hava lisið. Onnur
kend andlit, ið hann lítið
ella einki veit um, men
hevur sæð á onkrari mynd í
miðlum ella onkrari sending
í Degi og viku eru framvið,
og hann kennir seg eins og
fremmanda
gongustjørnu
í løgnum kosmos handan
stjørnuhav, sum lítið hevur
til felags við bygdina, har
hann kennir hvørt mansbarn,
og tey kenna hann.
Hetta er kortini ikki heilt
fremmant. Eg havi verið inni
her fyrr. Sum smádrongur
í Havn var hetta meiaríið í
miðbýnum. Einu sinni var
trot á mjólk í Havn. Hetta
mundi vera umleið 1970. Keyp
manninum á Landavegnum
tørvaði mjólk at selja, men
hann fekk onga. Skamtan
var sett í verk. Í mesta lagið
tveir pakkar til hvørt húski.
Keypmaðurin fann upp á
ráð. Vit smádreingir, einir
tólv í tali, vórðu allir onkurs
vegna kroystir inn í bil hans
ara, og so gekk leiðin oman
á meiaríið. Ein og ein vórðu
vit sendir inn, og ein fyri og
annar eftir komu vit útaftur
við tveimum pakkum av
mjólk, ið vit høvdu keypt
fyri pening keypmansins.
Jú, býttur var hann ikki keyp
maðurin, og hann gjørdi fegin
nakað fyri kundarnar. Vit
fingu nøkur gummibomm í
part aftur fyri ómakin.
Men hetta er ikki meiaríið
longur. Hetta er Tjóðpallur
Føroya. Í einum trongum og
lítið broyttum meiaríið. ”Máti
skal vera við at vera lítillátin,”
segði ein grannin um nýggja
bil borgarstjórans, ið hevði
keypt ein so stak lítlan bil.
Nakað tað sama kundi verið
sagt um Tjóðpall Føroya.
Hevði
útlendingur
biðið
meg víst sær Tjóðpall Føroya,
ella sjálvt Nationalteatrið,
so hevði eg ivaleyst funnið
onkran annan bygning og
borðreitt við hvítari lygn.
Kanska Norðurlandahúsið.
Ella Ebenezer. Amtmans
borgina. Okkurt annað. Bara
ikki hesa skommina.
Ikki sørt fjálturstungin
og smæðin trýni eg so innar
í salin. Fimm røð við umleið
tjúgu slitnum stólum uttan
nakað
frámerki,
so
vit
gjørdu skjótt av, tá vit sóu
tvey pláss á aftastu røð. Ein
eldri kvinna er um at detta,
tí trapputrin eru bert leysir
skamlar, og hesir flyta seg,
hvørja ferð onkur traðkar
á teir. Ein løta gongur við
onkrum hissini klassiskum
klavertónleiki, meðan vit
bíða og skimast runt í rúmi
num. Jú, onkur kendur er
afturat, hóast eingin kennir
meg. Har situr Steinbjørn.
Hann skrivaði hin sjónleik
in, sum æt Skipið. Einaferð
í sjeytiárunum. Hann sá eg
við skúlaflokki mínum í Sjón
leikarhúsinum. Síðan havi
eg ongantíð verið til nakran
sjónleik í Havn. So hetta
er í allar mátar fremmant
umhvørvi, men fólkini tykj
ast blíð og ikki sørt fyrikom
andi. Leiðari Tjóðpalsins, vit
eru fødd sama dag bæði, men
tað veit hon ikki av, bjóðar
kaffi og køkur og er fyrikom
andi og blíðsnýðað.
Ljósið skiftir spakuliga og
innar á pallin trýnur Eyðun.
Hann er eldur, síðan eg sá
hann seinast. Tað eru eisini
meira enn tríati ár síðan eg
sá hann ”live”. Í sjeytiárunum
undirvísti hann í leiklist
á skúla mínum, og onkrar
av hesum tímum minnist
eg enn, hóast ikki mangir
eru í minninum annað enn
føroyskt tímar hjá Jeffrei.
Vit
báðir
sonur
Eyðuns
gingu í sama flokki. Báðir
vóru ikki sørt kúllasligir og
høvdu tískil okkurt til felags.
Nakrar ferðir var eg eisini við
honum heima hjá teimum í
Rabarbukvarterinum. Ivist í,
um foreldur míni vóru heilt
álvulig um tað, tí her gingu
tey, sum Eyðun sjálvur nevndi
úr fólkatosi, nakin runt í
húsunum. Spennandi var, og
blíð vóru tey, tað minnist eg,
men eg sá ongantíð nakran
naknan av teimum.
Eyðun er professionellur.
Kom at hugsa um hin, ið hevði
verið niðri á meginlandinum
við skipið. Har hevði hann
vitja eitt ávíst hús, har
fólk vóru ómetaliga blíð.
Spurdur um munin millum
tænastuna í hesum húsi og
heima, læt í honum: ”Fakfólk
eru nú einaferð fakfólk.”
Og fakfólk er Eyðun. Tað er
eyðsæð, hóast undirritaði
ikki hevur tað stóra skili fyri
sjónleiki annars. Fólk sótu
í stívliga tveir tímar rúnar
bundin og fylgdu frásøgu
hansara, ið við einfaldum
dramatiskum snildum leiddi
okkum gjøgnum lív hansara
sum apukattur. Eisini vit, ið
hálvgum kendu okkum sum
fremmandar gongustjørnur
í ókendum universið fjart
heimanífrá og ikki hildu
okkum hava skil á sjónleiki,
fingu kortini eina uppliving,
ið verd er taka við fram á
leið. Maðurin hevur karisma
í ríkiligt mát.
Lívsleið apukatsins og
brótingartíð innan sjónleik
í Føroyum seinastu fimmti
árini, og tá serliga í 60 og 70
árunum, eru í veruleikanum í
stóran mun sama søga. Eyðun
greiddi livandi og hugtak
andi frá gongdini. Søguna
kryddaði hann við smá
søgum, soleiðis at onkuntíð
rungaði láturin, men fyri tað
mesta var pinnastilt, tí eingin
vildi órógva, og øll vildu hava
hvørt orð við. Tey ella rættari
vit sótu undir hvørjum orði.
Takk fyri Eyðun
Hugleiðing um Eitt lív sum
apukattur og Tjóðpall Føroya
Levi Mørk
býráðslimur
Edmund Joensen,
Lamba
Tey sinnisveiku og teirra
avvarðandi hava nú langt um
leingi vunnið stríðið um at fáa
egnar íbúðir og nú er loksins
komið á mál við at byggja 16
íbúðir til sinnisveik í Havn.
Tórshavnar kommuna hevur
avgreitt sín part. Vónandi
verður tað skjótt, at landið
fer til verka við at søkja um
endaligt byggiloyvið, soleiðis
at arbeiði kann byrja.
Vit hava nógv við sinnis
breki í Føroyum, sum tíverri
velja eina aðra loysnir av neyð
og tað er at flyta av landinum.
Tí umstøðurnar fyri sinnis
veik eru somikið út av lagið
vánaligar. Serliga er tað vardar
íbúðir og møguleikan fyri at
fáa vart starv sum halta.
Vit skulu taka tey sinnis
veik fyri fult og soleiðis, at
tey sjálvi føla “at tey eisini
eru nakað” hóast sinnisbrek
og ikki verða sæð sum 2
flokka menniskju, sum tað
framvegis eru galdandi hjá
okkum í Føroyum. Nei, vit
eru øll menniskjur og hava
líka krav uppá lívið hóast
brek, eisini tey sinnisveiku
sum búgva her á klettunum.
Tí eitt vist, at vit hava
ella kenna øll hava onkran í
familjuni hjá okkum sjálvum,
sum er sinnisveikur á ein ella
annan hátt og hetta kann í ein
vissan mun raka okkum øll.
Tí frøist eg nú um, at tað
verður endiliga varpa ljós á
hetta álvarsliga mál ,um at
vit í Føroyum fáa 16 nýggjar
íbúðir fyri sinnisveik í Havn,
men enn er langur vegur á
mál. Eg saknið at fáa at vit
nær Rósa Samuelsen ætlar
sær at seta spakan í. Hava vit
samvitsku at lata vera?
Fakkunnleikin hevur víst
á at psykiatriskudeplin er í
Havn frammanundan og tey
fólkini sum eru sinnisveik,
skulu flytast til hesar 16
íbúðirnar
íbúðirnar
fra
psykiatriskadeplinum.
Fakkkunnleikin
metir
eisini, at við at byggja í Tórs
havn er ein styrkur fyri tey
sinnisveiku og hetta er eisini
tað sum álitið um hesa ætlan
leggur upp til.
Somuleiðis er hetta sera
gott fyri at “ føla seg tryggan
og virdan sum eitt menni
skja” sum vit øll hava rætt til,
óansæð um vit eru sinnisveik
ella ikki. Men vit eru jú øll
bara menniskju og hava krav
uppá eina líka viðgerð og
rætt til at liva lívið og eisini
við egnum bústaði og tað
skal vera í egnum landið.
Herfyri var komið á mál
og Tórshavnar kommuna
og
Landsstýriskvinnan
í
Almenna og Heilsumálum
Rósa Samuelsen, eru nú samd
um at halda seg til uppruna
ligu ætlanina við at byggja 16
íbúðir til sinnisveik í Havn.
Hetta eri eg og fleiri við
mær sera fegin um og hetta
er eisini uppá tíðina, at tað
frá politiskari síðu verður
framt nakað fyri tey veik
astu í okkara samfelag – og
tað, er at fegnast um fyri
vælferðarsamfelagið Føroyar.
Men her skal handling til.
Parturin hjá Tórshavnar
kommunu liggur ikki eftir í
hesum málið og tað er at fegn
ast um. Men vit mugu øll ikki
gloyma at tey sinnisveiku eru
jú eisini menniskjur, skulu
virðast og hava krav uppá
líkarætt. Loysnin er ikki, at
tvinga tey av landinum.
Spurningurin er so nær
henda bygging uppá 16 íbúðir
nar til sinnisveik byrjar?
Tær 16 íbúðirnar til sinnisveik í Havn