fríggjadagur 2. september 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
26
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Veðrið hevði hildið sær allan dagin,
men nú var bæði vindur og regn.
Ein fyri og annar eftir fóru teir á
vøllin. Millum annað Andrea Pirlo,
Antonio Cassano, Alberto Aquilani,
Gianluigi Buffon og tann nógv
umtalaði Mario Balotelli.
Teir flestu sóu nakað kaldir
út og høvdu húgvu á høvdinum.
Venjingin byrjaði við eitt sindur av
upphiting og síðani spældu teir ein
dyst á hálvum vølli.
Dysturin var stuttur og fyrstur
av vøllinum var ein kaldur Antonio
Cassano. Í sokallaðu »mix-zone’ini«
vóru
fjølmiðlarnir
saman
við
nøkrum av viðhaldsfólkunum og
gjørdu samrøður og heilsaðu upp á
leikararnar.
Millum teir prátingarsomu var
málmaðurin, Gianluigi Buffon. Hann
tosaði dúgliga við fjølmiðlarnar og
annarhvør setningur endaði við
einum smíli. Eisini Giueseppi Rossi
tók sær góða tíð at práta við italsku
fjølmiðlarnar.
Kendasti maðurin hesi megin
mix-zone’ina
var
uttan
iva
fyrrverandi
Chelsea
venjarin,
Claudio Ranieri. Hann er við
merkjari á italskum sjónvarpi. Fleiri
av italsku viðhaldsfólkunum vístu
honum stóran ans. Fyrrverandi
venjarin vísti seg eisini frá síni
sympatisku síðu, tá hann hann
tosaði við føroysku børnini, ið vóru
komin at heilsa upp á stjørnurnar
úr Italia.
Tað hevur fyrr verið fleiri fólk
til venjing á Tórsvølli, men hetta
er kann koma at vísa seg at verða
eitt tað sterkasta landsliðið vit
nakrantíð hava møtt. Sterkari enn
tá Italia kom hendan vegin sum
heimsmeistari í 2007.
Heldur 1-0 enn 2-1
Málmands
legendan
í
italska
málinum,
tann
33-ára
gamli
Gianluigi Buffon, ætlar ikki at
føroyingar skulu fáa mál aftur hesa
ferð.
– Eg vil heldur vinna 1-0 enn 2-1,
segði hann við italskar miðlar og
vísti á, at hann framvegis minnist
at tað var sami maður, ið skoraði
bæði málini móti honum seinast
liðini vóru í bólki saman.
Tá vann Italia 2-1 á Tórsvølli og
3-1 í Italia. Rógvi Jacobsen skoraði
bæði føroysku málini.
– Eg minnist at eg mátti gera
eina góða bjarging móti endanum
av dystinum, fyri at tryggja okkum
sigurin, segði hann víðari.
Deiligt at koma til Føroyar
Hóast Gianluigi Buffon livir eit lív,
sum tey flestu bara kunnu droyma
um, so dámar honum væl at koma
ti Føroyar av og á. Hann var eisini
við í 2007.
– Mær dámar væl at koma til eitt
tílíkt stað har tað er friðarligt og
tú kanst hugsa um lívið, segði ein
blíður Gianluigi Buffon við italsku
miðlarnar.
Juventus málverjin hevur spælt
106 landsdystir fyri Italia og hevur
umframt Juventus, bara umboðað
barndómsfelagið, Parma.
trondur@sosialurin.fo
Gianluigi Buffon:
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Í annaðkvøld skal hann spæla
móti Føroyum á Tórsvølli.
– Tað eru tvey ymisk lið,
tað er einki at ivast í, sigur
Giuseppe Rossi, sum undan
dystinum móti Barcelona, var
við til at sparka danska OB úr
Champions League.
Italska
landsliðið
hevur
skift spælistíl seinnu árini
og hevur stílin hjá Barcelona
sum fyrimynd. Spælið skal
ganga skjótt og leikararnir
verða skjótir og kunna flyta
seg nógv, fortelur ein italskur
tíðindamaður á hálvbrotnum
enskum.
– Vit kunnu ikki hugsa
um at spæla sum Barcelona
til hendan dystin. Vit skulu
bara hugsa um at vinna, sigur
Giuseppe Rossi, tá hann verður
spurdur uppleggið til dystin í
annaðkvøld.
trondur@sosialurin.fo
føroyar - italia
Eg minnist
væl Rógva
Landsdystur Klokkan gott og væl 18:30 í gjárkvøldið
komu italsku superstjørnurnar á Tórsvøll at venja. Leikararnir,
ið flestu bara kunnu droyma um at møta. Og her vóru teir,
á Tórsvølli fyri at fyrireika seg at spæla móti Føroyum
Italski málverjin, Gianluigi Buffon
Mynd: Jens Kristian Vang
Italienskar stjørnur venja á Tórsvølli
Mynd: Jens Kristian Vang
Giuseppe Rossi í dysti fyri Italia
Liðfelagin hjá Gunnari Nielsen í Manchester City, Mario
Balotelli, er ein av mongu vandamiklu áleyparunum hjá Italia
Mynd: Jens Kristian Vang
Frá Barcelona
til Føroyar
Landsdystur Villareal framherjin,
tann 24-ára gamli Giuseppe Rossi,
spældi fyri fáum døgum síðani móti
Barcelona í sponsku landskappingini