fríggjadagur 2. september 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101
Sosialurin
Ítróttur
føroyar - italia
Uni Holm Johannesen – Tórsvøllur
– René Tórgarð hevur fingið seg
royndan í altjóða høpi sum málverji
hjá
EB/Streymi.
Hann
spældi
millum annað tveir frálíkar dystir
í summar í Europe League. Hetta
verður ikki ein fullkomiliga ókend
uppgáva hjá honum. Einaferð skal
verða fyrstu ferð á landsliðnum,
segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, á
tíðindafundi ígjár.
Atli Gregersen, sum væntandi
fer at spæla í miðverjuni, hevur fult
álit á René Tórgarð.
– Hann hevur staðið seg væl í EB/
Streymi hetta kappingarár, og hann
hevur verið sera væl fyri undir
venjingunum seinastu dagarnar.
Ein føroyskur landsliðsmálverji
skal hava fýra bjargingar í serflokki,
um Føroyar skulu fáa nakað sum
helst burturúr, og tað ivist eg ikki
í, at René Tórgarð fer at hava, sigur
Atli Gregersen.
Tað er framvegis ikki greitt, um
Jákup Mikkelsen verður tøkur til
landsdystin í Serbia í næstu viku.
Kristian Joensen, sum er mál
verji á U21-landsliðnum, verður
eykamálverji í morgin.
Lítlibaggi David móti Goliat
Tað verður ikki David móti Goliat, tá
Føroyar spæla móti Italia á Tórsvølli
í kvøld. Tað verður lítlibeiggi David
móti Goliat.
Tað sigur Brian Kerr, landsliðs
venjari.
– Vit skulu spæla upp til okkara
allarbesta og hava neyðuga hepnið,
um vit skulu sleppa heilskapaðir
frá dystinum. Italia er oddalið
í bólkinum og vann á verandi
heimsmeistarunum, Spania, í venj
ingardysti í summar.
– Teir hava eitt lið í serflokki, og
tað skulu vit fyrireika okkum uppá,
sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Atli Gregersen heldur, at tað
føroyska liðið skal fremst av øllum
sleppa undan einari ræðuligari
byrjan.
– Italia fer helst at leggja fyri
sum eitt óløgi. Hóra vit undan
fyrstu løtuna, og samstundis spæla
okkum upp, eru góð líkindi fyri,
at vit fáa eitt gott úrslit, sigur Atli
Gregersen. Hann vil tó ikki siga
ítøkiliga, hvat er eitt nøktandi úrslit
í morgin.
– Eitt gott úrslit er altíð at vinna,
men umstøðurnar eru øðrvísi í
morgin, sigur Atli Gregersen.
Jákup Mikkelsen og Arnbjørn
Hansen verða ikki við í hópinum í
kvøld. Teir eru skaddir.
uni@sosialurin.fo
René Tórgarð
stendur í mál
Landsdystur Tað verður René Tórgarð, sum stendur
millum føroysku stengurnar, tá Føroyar og Italia
spæla á Tórsvølli í kvøld. Jákup Mikkelsen er skaddur,
og ikki tøkur. René fekk boðini fyrradagin
René í mál
– Hann hevur staðið seg væl í EB/Streymi hetta kappingarár,
og hann hevur verið sera væl fyri undir venjingunum
seinastu dagarnar, sigur Atli Gregersen
Mynd: Jens Kristian Vang
Brian Kerr, landsliðsvenjari, á tíðindafundi saman við verjuleikarunum, Atla Gregersen og Johan Troest Davidsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Hópurin hjá Føroyum:
Málmenn:
1
René Torgarð, EB/Streymur
12 Kristian Joensen, 07 Vestur
Verjuleikarar:
2
Jónas Tór Næs, Valur
3
Jóhan T. Davidsen, Aarhus Fremad
4
Atli Gregersen, Víkingur
5
Rógvi Baldvinsson, Ålgård Stavanger
13 Einar Hansen, NSÍ
20 Gert Hansen, EB/Streymur
Miðvallarar:
6
Daniel Udsen, EB/Streymur
7
Fróði Benjaminsen, HB
8
Suni Olsen, B36
9
Pól Jóhannus Justinussen, Valur
14 Viljormur Davidsen, FC Fyn
16 Hjalgrím Elttør, KÍ
17 Atli Danielsen, B36
18 Bogi Løkin, ÍF
19 Símun Samuelsen, HB
Framherjar:
10 Jóan Símun Edmundsson, Newcastle Utd
11 Christian L. Holst, Silkeborg
15 Christian R. Mouritsen, Valur
Hópurin hjá Italia:
Málmenn:
1
Gianluigi Buffon, Juventus
12 Salvatore Sirigu, Paris Saint-Germain
17 Morgan De Sanctis, Napoli
Verjuleikarar:
2
Christian Maggio, Napoli
3
Giorgio Chiellini, Juventus
4
Domenico Criscito, Zenit St. Petersburg
13 Davide Astori, Cagliari
15 Andrea Ranocchia, Inter Milan
16 Mattia Cassani, Fiorentina
19 Leonardo Bonucci, Juventus
24 Federico Balzaretti, Palermo
Miðvallarar:
5
Daniele De Rossi, Roma
6
Thiago Motta, Inter Milan
8
Claudio Marchisio, Juventus
14 Alberto Aquilani, AC Milan
18 Riccardo Montolivo, Fiorentina
21 Andrea Pirlo, Juventus
23 Antonio Nocerino, Palermo
Framherjar:
7
Giampaolo Pazzini, Inter Milan
9
Mario Balotelli, Manchester City
10 Antonio Cassano, AC Milan
11 Alberto Gilardino, Fiorentina
20 Sebastian Giovinco, Parma
22 Giuseppe Rossi, Villarreal