Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Songkvinnan Guðrið Hansdóttir er blivin kend fyri at framføra í kjólum – litføgrum kjólum í øllum hugsandi sniðum. Nú setir Guðrið umleið 40 kjólar til sølu á marknaðardegi, sum verður í Margarinfabrikkini í Havn sunnudagin. Hetta er umleið helvtin av kjólunum, sum Guðrið eigur. - Eg selji burtur av mínum kjólum av teirri einføldu orsøk, at teir taka ov nógv pláss í skápinum. Slíkar kjólar brúki eg í mesta lagi tvær ferðir, og tí hanga teir bara, sigur Guðrið Hansdóttir. Meginpartin av kjólunum hevur hon keypt í Íslandi og í Texas í USA. - Eg eigi framvegis nógvar kjólar og ætli mær avgjørt at framføra í flottum kjólum frameftir. Eg havi tó skift eitt sindur stíl, og kjólarnar, sum eg nú selji, brúkti eg frá 2007 til 2010, sigur hon. Kjólanir hjá Guðrið Hansdóttir og nógv annað verður til sølu á marknaðardegnum í Margarinfabrikkini sunnudagin millum kl. 13 og 18. Guðrið selir kjólar surr 2 Vit njóta nú seinastu dagarnar við tvey­ siffraðum hitastigum. Tíðin, tá ið vit fáa nakrar sólstrálur av og á, er við at fara aftur um, og fyri framman bíðar myrka tíðin. Nógv av okkum hava júst verið ígjøgnum feriutíðina og tær umskiftandi upplivingar, sum hoyra til hana. Vit fóru frá einum stressandi gerandisdegi, sum gjørdist meira og meira óhugaligur, so hvørt sum ferian nærkaðist. Vit fóru heim frá arbeiði fyri at halda frí, og tað var ein ordans lætti. At vita sær, at tað bar til at tveita alla ábyrgd frá sær og bara gera tað, sum tú hevði hug til. Men vit eru eisini farin frá einum avslappandi feriudegi, sum mann saktans kundi vant seg við, og aftur til arbeiðis. Aftur til sjabbið og gerandisdagin. Men tá ið alt kemur til alt, er tað ikki so galið. Og vit kunnu tað sama royna at venja okkum við tað, sum er treytin fyri okkara lívi - ein gerandisdagur við tí, sum hann hevur at bjóða. Gerandisdagurin hevur eisini sínar løtur. Og tær kunnu vit læra okkum at njóta. Tá ið vit verða liðug við eina uppgávu. Tá ið vit motiverað taka eina nýggja avbjóðing á okkum. Fríløturnar við kaffipráti og reypi. Tá ið vit pakka saman og fara heim eftir ein strævnan arbeiðsdag. Ella tá ið vekjarin purrar út klokkan sjey um morgunin... Tað eru altíð onkur ljóspunkt fyri framman – eisini tá ið myrka tíðin kemur. Nú kemur heystið, sum er ein sjarmerandi og hugnalig árstíð, og áðrenn vit vita av, fáa vit ikki vent okkum fyri veitslum, góðum mati, undirhaldi og skemti. So lat bara summarið fara aftur um. Tað verður eitt sindur kaldari, men meira regn kann tað aldrin blíva til. Og kanska bíða onkrar sólstrálur í heystarmyrkrinum. eydun@sosialurin.fo Aftur til gerandisdagin Dansa við Vestmonnum Tónleikabólkurin Vestmenn gevur nýggja fløgu út í morgin. Fløgan kallast Tær løturnar. Í sambandi við útgávuna spæla Vestmenn til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið. Vestmenn fara at spæla sangir av nýggju fløguni , og teir tríva sjálvsagt í teir góðu, gomlu sangirnar eisini. Festligir Oyggjaleikir á Bermuda Tá ið Oyggjaleikir verða aftur um tvey ár, verða teir hildnir á Bermuda. Og lagt er upp til, at Oyggjaleikirnir næstu ferð verða rættiliga festligir. Í øllum førum er Barcardi blivin ein av høvuðsstuðlunum hjá Oyggjaleikunum. Barcardi er mest kent sum framleiðari av Rommi. Meðan kjakast hevur verið her heima, um tað er loyvt at hava stuðlar, sum fáast við at framleiða ella selja løg við alkoholi, so verða The Friendly Games helst vinarligari enn nakrantíð, tá ið kappast verður á Bermuda í 2013. Eyðun Klakstein Rennur tað so skjótt av aftur? Ein fullur maður var farin at koyra bil, men tá løgreglan tók alkoholroynd av manninum, var hesin edrúur. Portal.fo Skiftast um næmingin 5 skúlar hava bert ein næming Ras2 Nýtt virksemi Kom og hoyr um fitioperatión í Miðlahúsinum Rás2 Føroyar við 22 spælarum U-21 landsliðið skal til Serbia at spæla 6. September saman við A-landsliðnum. Portal.fo Dia ger come-back Ingi er spælandi venjari í Vestmanna saman við Dia Midjord Neistin.fo Buzz Aldrin liðugur Í fjør vóru upptøkur gjørdar í Føroyum til sjónvarpsrøðina Buzz Aldrin – hvor ble du av i alt myldret. Hetta er norsk sjónvarpsrøð, sum byggir á skaldsøgu hjá Johan HarstadEin týðandi partur av søguni gongur fyri seg í Føroyum, og tí vóru upptøkur gjørdar her í fjørsummar. Leikstjóri er Geir Henning Hopland, og høvuðsleiklutin í røðini hevur Pål Sverre Valheim Hagen. Nú er sjónvarpsrøðin liðug framleidd. Hon verður fyri fyrstu ferð sýnd í biografi í Stavanger, har ein partur av røðini eisini gongur fyri seg, tann 25. september, og røðin skal sjálvsagt eisini sýnast í sjónvarpi. - NRK fer at vísa Buzz Aldrin í november, og helst verður røðin víst í føroyskum sjónvarpi eftir tað, sigur Geir Henning Hopland. Súmbolskir málningar Leygardagin letur upp framsýning við verkum hjá Kristinu Joensen, listarkvinnu. Framsýningin verður í Ribarhúsi í Fuglafirði og letur upp kl. 16.00. Sýndir verða 12 málningar, sum nýliga eru málaðir. - Teir eru expressivir, súmbolskir, og skapini bera brá av einari inniligari fatan av nútíðini, sum nemur við mynstur - føroysk mynstur - frá tí farna, men peika frameftir við ljósum vónum í livandi litum, verður sagt í umtaluni av verkunum. Tá ið framsýningin letur upp, sigur Kristina nøkur orð um síni egnu málningar og sýndur verður ein filmur av Kristinu, meðan hon málar ein málning.