fríggjadagur 2. september 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
3
Nóatún 2 . FO-100 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo
Setanarviðurskifti
Eitt fast starv verður frá 1. okt. 2011.
Eitt avloysarastarv verður sett
skjótast gjørligt.
Starvstíðin er til 31. juli 2012.
Starvið
Undirvísing í brunaverju, eldsløkk-
ing og roykkaving. Til- og avriggan í
sambandi við skeið. Viðlíkahald av
sløkki- og aðrari útgerð.
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking á
Trygdardeplinum, eru í høvuðsheit-
inum: Sjófólk, sløkkiliðsfólk og
starvsfólk á virkjum og stovnum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving
sum skipsførari ella maskinmeistari,
ella aðra útbúgving, sum kann
javnmetast.
Umsøkjari, sum eisini hevur útbúgv-
ing sum brunaumsjónarmaður,
hevur fyrimun.
Neyðugt er, at viðkomandi er vanur
at arbeiða við teldu.
Tann, ið settur verður, skal hava góð
samstarvsevni, vera fyrikomandi, ágrýtin og
førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Lønar- og setanartreytir, verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið
Maskinmeistaralærarar saman við Fakfelag
Sjómansskúlalærara.
Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til:
Trygdardepilin við Áir,
Við Áir 2,
FO-420 Hósvík.
Umsóknarfreist
Umsóknir saman við avriti av prógv-
um, og møguligum viðmælum,
skulu vera Vinnuháskúlanum
í hendi í seinasta lagi:
14. sept. 2011, kl. 12.00.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið
við at venda sær til: Signheðin
Davidsen, á tel. 211 354, ella
Hans Johannes á Brúgv,
á tel. 350 250.
krea . tel 60 80 80
Tvey størv leys
skeiðslærari
sum
á Trygdardeplinum við Áir.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
At fyrireika bygdarráðsfundirnar saman við bygdaráðsformanninum
At fyrireika mál at leggja fyri ymsu nevndirnar hjá bygdarráðnum
At taka sær av øllum vanligum skrivstovuhaldi hjá Kvívíkar Kom-
munu, herundir dagliga málsviðgerð, at upplýsa og vegleiða borgar-
unum í kommununi í spurningum viðvíkjandi øki kommununnar
Vit ynskja, at kommunuskrivarin skal
Hava viðkomandi ástøðiliga útbúgving
Hava góðan telduførleika
Hava kunnleika og helst royndir við arbeiði í almennari umsiting
Hava áhuga í og førleika til málsviðgerð
Hava góð samstarvsevnir og kunna umboða kommununa á hóskandi
hátt mótvegis borgarum og øðrum samstarvsfeløgnum
Kunna orða seg greitt í skrif og talu
Umsita heimasíðuna hjá kommununi
Vera fl eksibul tí arbeiðstrýstið er ymiskt, og partur av arbeiðinum lig-
gur uttanfyri vanliga arbeiðstíð
Lønin verður ásett ef ir nærri avtalu.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna íroknað fundarluttøku í bygdarráð-
num. Fundirnir eru of a uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Umsóknin
Umsóknin við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til:
Í/F Advokatfelagið við Strond 4
Att.: Anna Dam, adv.
Yviri við Strond 4
Postsmoga 359
110 Tórshavn
ella við telduposti til ad@lawfi rm.fo
Umsóknin skal vera Advokatfelagnum í hendi í seinasta lagi hósdagin,
tann 15. september 2011 klokkan 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Dam, adv.,
á tlf. 51 90 82 ella við at venda sær til bygdaráðsformannin í Kvívíkar
Kommunu Dánjal Petur Müller á tlf. 77 24 02 ella dpm@kvivik.fo.
Kvívíkar Kommuna hevur 590 íbúgvar. Í bygdarráðnum í Kvívíkar Kommunu eru 7 limir. Kvívíkar Kommuna hevur fíggjarnevnd, tekniska nevnd og trivnaðarnevnd.
Í Kvívíkar Kommunu er skúli, barnagarður, bókasavn og Kullan, tilhaldsstað fyri tey tilkomnu í kommununi. Sí eisini www.kvivik.fo.
Kommunuskrivari
fyri Kvívíkar Kommunu verður søkt ef ir skrivara at byrja sum skjótast.