fríggjadagur 2. september 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
4
Fróðskaparsetrið
Eyðun Klakstein
eydun@sos.fo
– Ætlar tú at brúka hasa lampuna?
Jóan Pauli Joensen peikar á eina
hvíta lampu, sum stendur á einum
borði inni á rektaraskrivstovuni á Fróð
skaparsetrinum.
Tað er hósmorgunin 1. september,
og tað er dagurin, tá ið nýggjur rektari
er komin í sessin á Debesartrøð. Jóan
Pauli Joensen, sum hevur røkt starvið í
samanlangt 16 ár, er givin, og nýggjur
maður hevur tikið við hendan morg
unin.
– Eg havi ikki bestemmað meg, men
um tú hevur brúk fyri henni, so skalt
tú taka hana við tær, svarar Sigurð
í Jákupsstovu, sum er fluttur inn á
skrivstovuna, sum Jóan Pauli plagdi
at hava.
Jóan Pauli Joensen fer nú aftur í
gamla starvið hjá sær sum professari
á søgu- og samfelagsdeildini á Fróð
skaparsetrinum.
– Nú havi eg verið á Setrinum,
síðani eg var heilt ungur, og tað hevur
altíð verið við sorgblídni, at eg eri farin
úr einari støðu til aðra. Men eg føli, at
eg havi tænt mína herskyldu og kann
fara úr rektarastarvinum. Og eg veit, at
ein góður maður kemur í mítt starv, og
tíðin er komin til, at nýggir kustar skulu
feiða, sigur Jóan Pauli Joensen.
Nýggi rektarin gleðir seg til stóru
uppgávuna, sum hann nú skal í holt
við.
– Eg eri sera spentur upp á hetta
starvið. At menna eitt sterkt Fróð
skaparsetur er ein stór og týðandi upp
gáva, og eg gleði meg til at sleppa í
gongd við hetta arbeiðið. Hetta er eitt
skifti fyri meg og sjálvandi ein stór
broyting, men eg havi eitt sindur av
royndum í hesum umhvørvinum frá
fyrr av, so hetta er ikki heilt fremmant
fyri meg, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
– Tað hevur verið ein støðug menn
ing av Fróðskaparsetrinum, og eg
haldi, at tað er ein breið undirtøka í
samfelagnum fyri, at vit skulu hava eitt
sterkt setursumhvørvi. Ein seturslóg
kom í 2008, og ein granskingarpolitikkur
er viðtikin av Vísindanevndini, so mín
uppgáva er fyrst og fremst at gera tær
broytingar, sum lógin ásetur, og at
røkka teimum málum, sum gransk
ingarpolitikkurin hevur sett út í kortið.
Tað er ein longri prosess, men tað er
tann vegin, at vit skulu arbeiða, sigur
hann.
Støðug menning
Jóan Pauli Joensen hevur í síni tíð sum
rektari upplivað mangt og hvat, men
størsta sjokkið fekk hann fyri trimum
árum síðani.
– Tá fingu vit nýggja seturslóg,
skuldu leggja Setrið og Læraraskúlan
saman og menna Setrið og gera alt gott.
Men tað fyrsta, politikararnir gjørdu,
var at skera Setrið við 5 milliónum
krónum, og tað var størsta sjokk, sum
eg havi fingið. Tað var eitt stórt aftur
stig fyri okkum, og vit eru nústani
komin upp undan aftur, sigur Jóan
Pauli Joensen.
– Hetta hevur verið ein sera áhuga
verd uppgáva, og eg kundi ynskt mær,
at menningin á Setrinum kundi gingið
skjótari, men tað hevur allatíðina
verið ein menning. Tað hevur ikki
strandað upp á viljan hjá fólkinum á
Fróðskaparsetrinum, men tað er sum
altíð fíggjarligu karmarnir, sum avgera
gongdina.
Jóan Pauli heldur, at føroyingar skulu
royna at hava so nógv útbúgvingar
tilboð sum gjørligt her í landinum.
– Men eg haldi eisini, at tað er týdn
ingarmikið, at okkara lesandi eisini fara
til útlandið at lesa ein part av tíðini,
tað plaga vit at mæla teimum til gera.
Tey kunnu taka endaligu útbúgvingina
hjá okkum og fáa góðskrivað lesnaðin,
sum tey hava havt uttanlands. Hetta er
eisini nakað, sum londini rundan um
okkum viðmæla teimum lesandi, at tey
taka ein part av útbúgvingini í øðrum
landi, sigur hann.
Skyldu at granska
Sigurð í Jákupsstovu heldur, at føroy
ingar skulu tryggja góð og lokkandi
útbúgvingartilboð til tey ungu.
– Vit hava eina stóra uppgávu. Vit
skulu út at branda Fróðskaparsetrið og
gera vart við okkum millum tey ungu,
so at tey vita, at tað er ein møguleiki at
lesa í Føroyum, og at Setrið er í stórari
menning. Fróðskaparsetrið skal verða
ein partur av valinum, sum tey ungu
umhugsa. Vit hava nakað at bjóða her,
sum tey kunnu byggja víðari uppá. Tað
er umráðandi, at vit fáa styrkt Setrið
– bæði við undirvísing og gransking
– so at tað verður skapt eitt umhvørvi
her, sum er áhugavert fyri tey ungu,
sigur hann.
– Fyri samfelagið er tað ikki gott, at
øll tey ungu fara av landinum at lesa,
og bert ein partur kemur heimaftur. Um
tað er best fyri tey 18 ára gomlu, at tey
fara av landinum at lesa, skal eg ikki
siga. Tað er ivaleyst ymiskt frá persóni
til persón, men fyri nógv er tað ein
Fráfarni rektarin á Fróðskaparsetrinum heldur, at tíðin er komin,
at nýggir kustar skulu feiða í akademiska umhvørvinum. Nýggi
stjórin ætlar at gera Fróðskaparsetrið meira lokkandi fyri
ungdómin. Vit hittu Jóan Paula Joensen og Sigurð í Jákupsstovu,
tá ið rektaraskifti var á Fróðskaparsetrinum hósmorgunin
Sigurð tekur
setrið hjá
Jóan Paula
Mynd: jens kristian vang