fríggjadagur 2. september 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
6
fyrimunur, at tey kunnu byrja sín lestur
í Føroyum, og síðani fara út í heim. Tí
skulu vit hava góðar møguleikar fyri
hægri lesnaði í Føroyum.
– Sum samfelag og tjóð hava vit
eisini skyldu til at granska og undirvísa
í viðurskiftum, sum hava týdning fyri
okkum sjálvi. Skulu vit samstarva og
samvirka við onnur lond, mugu vit
kenna okkara egnu viðurskifti. Tí skulu
vit menna tað granskingarumhvørvi,
sum vit kunnu her í Føroyum, og ein
týðandi partur av hesum umhvørvi er
undirvísing og útbúgving, sigur Sigurð
í Jákupsstovu.
Fleiri ung á Setrið
Fólk í øllum aldri taka útbúgving á
Fróðskaparsetrinum, og soleiðis skal
tað eisini verða frameftir, halda bæði
fráfarni og nýggi rektarin.
– Vit hava bæði ungfólk og meira
tilkomin fólk, sum taka útbúgving á
Setrinum, og sjálvt um vit gjarna vilja
hava fleiri ungfólk at taka útbúgving
hjá okkum, so skulu vit eisini hava
møguleikar til tey tilkomnu, sum vilja
útbúgva seg, sigur Jóan Pauli Joensen.
– Meirilutin av teimum lesandi skulu
helst verða ung, men í løtuni er eitt av
loysunarorðunum allastaðni »lívslong
læring«. Fólk skulu hava møguleikan at
endurnýggja seg og fáa nýggj input til
sína læru, tí alt broytist og mennist. Tað
skal eisini verða ein partur av skipanini,
sigur hann.
Nýggi rektarin vil eisini bjóða fólki í
øllum aldri vælkomnum á Fróðskapar
setrið.
– Tað er gott, at fólk, sum eru kom
in eitt sindur upp í árini, koma her at
menna sínar førleikar, og tað skulu vit
eisini eggja teimum til. Men tað er eis
ini sera umráðandi, at vit fáa nógv ung
– tey, sum júst eru liðug við miðnáms
útbúgvingina – at lesa her. Vit skulu
hava eitt vist tal av ungum fólki, fyri
at tað verður áhugavert fyri tey at taka
útbúgving á Fróðskaparsetrinum, sigur
Sigurð í Jákupsstovu.
– Tí skulu vit hyggja eftir, hvussu
vit marknaðarføra okkum, hvørjar
útbúgvingar vit bjóða út, og hvussu
felagsumhvørvið hjá okkum er, so
at vit verða meira attraktiv fyri tey
ungu. Hetta er nakað, sum stýrið fyri
Fróðskaparsetrið hevur viðgjørt. Við at
leggja stovnar saman, hava vit fingið
eitt betri grundarlag, og nú ræður um
veruliga at knýta stovnarnar saman
og at fáa teir at virka sum eina eind,
so at tað verður eitt meira livandi og
spennandi umhvørvi.
– Vit mugu sleppa undan gomlu
hugsanini um, at Fróðskaparsetrið er
nakrar smáar eindir, sum eru spjaddar,
men heldur ein stór og sterk eind, sum
liggur mitt í Havnini, og sum er eitt
veruligt tilboð til tey ungu. Eitt tilboð,
sum tey kunnu samanbera við at
fara at lesa aðrastaðni, sigur Sigurð í
Jákupsstovu.
Pengar skulu til
Fráfarni rektarin heldur, at tað er
trupult at arbeiða miðvíst, tá ið Fróð
skaparsetrið ikki veit, hvussu nógvar
pengar, tað hevur at arbeiða við næstu
árini.
– Tað kann verða trupult at arbeiða,
tá ið tað er avmarkað við pengum, og
vit ongantíð vita, hvussu nógv vit hava
at ráða yvir næsta ár. Tað hevur ging
ið spakuliga rætta vegin við játtan
ini til Fróðskaparsetrið, men tað,
sum eg havi bíðað eftir øll árini, er,
at flokkarnir gjørdu eina semju um,
hvussu gongdin skuldi verða í játtanini
til Fróðskaparsetrið næstu seks, átta
ella tíggju árini.
– Trupulleikin er, at vit vita ikki,
hvussu tað verður næsta ár, og tá er
trupult at siga, hvørjar útbúgvingar vit
skulu hava, hvat vit skulu granska í, og
hvørji fólk vit skulu seta í starv. Har
mugu vit hava meira langsiktaðar ætl
anir, sigur Jóan Pauli Joensen.
– Útbúgving hevur sera stóran
týdning fyri samfelagið, og tað er tað
sama galdandi fyri Føroyar sum fyri
øll onnur lond, at tað er ein greiður
samanhangur millum gransking og
útbúgving og tað virðisøking, sum er
í samfelagnum. Skulu Føroyar verða
eitt samfelag, sum mennir seg, og ikki
verða sum Hetland onnur samfeløg,
sum bara minka, so mugu vit spíla
okkum út við útbúgving og gransking.
Vit skulu hava nøkur kjarnuøki, men
eisini verða fleksibul og hugsa um, hvat
vit hava brúk fyri. Og tað er eisini ein
fyrimunur fyri eitt lítið universitet sum
okkara, at vit kunnu geva individuellar
møguleikar til okkara lesandi.
Sigurð í Jákupsstovu fær nú upp
gávuna at arbeiða fyri, at Fróðskapar
setrið fær nóg mikið av pengum at
arbeiða við.
– Eg veit ikki, um eg gleði meg til
ta uppgávuna, men at tryggja Fróð
skaparsetrinum pengar er ein stór og
týdningarmikil uppgáva. Og tað er
umráðandi, at politikararnir seta sær
nøkur langtíðarmál um, hvussu Setrið
skal mennast, men tað er vón fyri, at tað
fer at henda, tí tað er gongd í málinum.
Men Setrið kundi eisini farið at hugt
eftir møguleikum at draga aðra fígging
til okkum ígjøgnum ymsar verkætlanir,
sigur hann.
Savna Setrið
Fróðskaparsetrið húsast í fleiri bygn
ingum, tey lesandi eru eitt sindur spjødd
í Havnini, og tey hava einki savnandi
øki, hagar tey kunnu fara. Bæði frá
farni og nýggi rektarin ynskja sær, at
virksemið hjá Fróðskaparsetrinum varð
savnað meira.
– Umstøðurnar við hølum eru
blivnar betri, men tað, sum vit kundu
hugsað okkum, var, at vit savnaðu tey
lesandi meira í sama øki, og at tey eisini
høvdu eitt stað, har tey kunnu møtast.
Alt er so lítið hjá okkum, og tí hava vit
næstan ikki ráð at verða so spjødd, sum
vit eru, sigur Jóan Pauli Joensen.
– Fyrr helt eg, at ein nýggjur uni
versitetsbygningur skuldi liggja uttan
fyri býin, men nú haldi eg, at tað hevði
verið rættast at havt virksemið hjá
Fróðskaparsetrinum inni í Havnini.
Ein møguleiki er at brúka økið her á
Debesartrøð til virksemið hjá Setrinum,
og ein møguleiki hevði verið at brúkt
Venjingarskúlan, tá ið hann einaferð
verður niðurlagdur, til universitet. Tað
er í øllum førum eitt hugskot.
Sigurð í Jákupsstovu kennir hetta
hugskotið, og hann tekur undir við tí.
– Hatta er eitt gott hugskot, sum
eisini hevur verið diskuterað í stýrinum
og á Setrinum annars. Vit kundu savnað
meira her á Debesartrøð og kanska
knýtt Venjingarskúlan afturat Setrinum,
so vit kundu havt størt virksemi í
hesum økinum. Vit mangla framvegis
eitt felagsøki, har lesandi og granskarar
kunnu savnast uttan fyri skrivstovur og
útvísingarhøli. Tað skulu vit arbeiða við
at fáa etablerað, sigur hann.
Skal hava sín egna stíl
Nú formliga rektaraskiftið á Fróðskapar
setrinum hevur verið, spyrja vit fráfarna
rektaran, um hann hevur nøkur góð ráð
at geva nýggja rektaranum.
– Sigurð skal ganga út frá tí, sum
hann heldur er rætt. Tá ið eitt leiðara
skifti er, so koma broytingar, tí leiðsla
er merkt av tí persóni, sum er stjóri. Eg
havi havt mína tíð og havi verið upp á
mín máta, og Sigurð skal gera tað upp
á sín máta og brúka sínar eginleikar
og útbúgvingar og verða soleiðis, sum
hann er. Tá ið mann kemur í mín aldur,
so hevur mann hug at hanga eitt sindur
í tí, sum plagdi at verða, og tá er tíð at
fara. So tíðin er komin at gevast. Men
tá ið tað kemur til gransking, so føli
eg meg framvegis á toppinum. Eg ætli
mær at lata nýggja rektaran fáa frið, og
eg ælti mær ikki at blanda meg uppí.
Eg fari at koma út her at drekka kaffi
onkuntíð, men tað verður bara fyri at
fortelja býttar søgur í kaffisteðginum,
sigur Jóan Pauli við einum smíli.
Og nýggi rektarin ætlar at brúka
vitanina og royndirnar hjá gamla
rektaranum.
– Nú er ein nýggjur rektari á Setr
inum, men sjálvandi fari eg at tosa við
Jóan Paula og gera brúk av hansara
royndum og vitan um Setrið. Vit fara
uttan iva at fáa eitt gott samstarv, sigur
Sigurð í Jákupsstovu.
fakta
Navn: Jóan Pauli Joensen
Aldur: 66 ár
Bústaður: Havn
Útbúgving: Doktari í etnologi og í søgu
fakta
Navn: Sigurð í Jákupsstovu
Aldur: 48 ár
Bústaður: Argir
Útbúgving: Skipsførari, sivilverk-
frøðingur og phd í kolvetnistøkni
Hevur verið stjóri á Jarðfeingi og
kemur úr starvi sum tekniskur
stjóri hjá Atlantic Petroleum
Mynd: jens kristian vang