fríggjadagur 2. september 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
7
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Songkvinnan Evi Tausen hevur júst
verið í USA, har hon hevur tikið tónleik
upp til nýggja fløgu, sum kemur út um
ein mánað.
Evi hevur gjørt skjóta karrieru í
føroyskum countrytónleiki, og nú tekur
hon stóra stigið við eini fløguútgávu.
Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í
sínum egna brúdleypi í august mánaði
í fjør. Síðani hevur hon givið stakfløgu
út og spælt á konsertum, og nú um
mánaðarskiftið kemur ein fløga við 10
sangum á.
– Síðani stakfløgan hjá mær kom
út, havi eg arbeitt við at fáa útgivið
eina fløgu við 10 sangum, og nú havi
eg verið í Nashville og tikið tónleikin
upp, sigur Evi.
Framleiðari av nýggju útgávuni er
gittarspælarin Brent Mason, sum áður
hevur spælt føroyskan tónleik. Millum
annað var hann í Føroyum og spældi
við á Nashville-konsertunum. Hetta er
fyrsta fløgan, sum hann hevur fram
leitt.
10 sangir eru á útgávuni – 9 av
teimum eru nýggir og ein er ein endur
innspæling. Fleiri av sangunum eru
skrivaðir av kendum sangskrivarum í
Nashville.
Sangur um Cash
Ein av sangunum á nýggju útgávuni
hevur Glenn Douglas Tubb skrivað.
Hann var góður vinur við Johanny
Cash og fyrru konu hansara, Vivian.
Tá ið Johnny fór frá Vivian til June,
fór Vivian til Glenn Douglas, og saman
skrivaðu tey ein sang um hennara
hjartasorg.
Sangurin, sum kallast Wishing Well,
er ongantíð útgivin, tí Vivian vildi ikki,
at hennara kenslur fyri Johnny Cash
skuldu koma fram alment.
– Nú hvørgin av teimum er á lívi,
kennir Glenn seg ikki bundnan at lyft
inum, hann gav Vivian, og hann hevur
latið meg syngja sangin inn á mínari
fløgu. Tað haldi eg verða sera spenn
andi, sigur Evi.
Reeves-duett
Evi hevur endurinnspælt ein sang,
sum Jim Reeves er kendur fyri at hava
sungið.
– Mær dámar sera væl Jim Reeves,
og eg havi valt ein klassikara hjá honum
til mína fløgu. Hann syngi eg saman
við besta vinmanninum hjá Jim Reeves,
hann eitur Jim Ed Brown, sigur Evi.
Jim Ed Brown og systrar hansara
høvdu í fimmti og seksti árunum ein
bólk, tey kallaðu The Browns, og teira
størsta hitt er sangurin The Tree Bells.
Á nýggju fløguni syngur Evi eisini
duett saman við Alex Bærendsen.
– Alex varð nógv spældur í
mínum barnaheimi, hann hevur eina
fantastiska rødd, og tað er sera stórt
fyri meg at sleppa at syngja saman við
honum, sigur Evi.
Á nýggju fløguni hjá Evi Tausen er millum annað ein sangur, sum
fyrrverandi kona Johnny Cash skrivaði til hansara, men sum hon ikki
vildi skuldi gevast út. Nú er sangurin innspældur fyri fyrstu ferð
Evi gjørt fløgu
í Nashville
Brent Mason (høgrumegin) hevur framleitt tónleikin á nýggju fløguni hjá Evi, og Jim Ed Brown,
sum er gamal vinmaður hjá Jim Reeves, syngur duett saman við Evi á nýggju fløguni
– Síðani stakfløgan hjá mær
kom út, havi eg arbeitt við at fáa
útgivið eina fløgu við 10 sangum,
og nú havi eg verið í Nashville
og tikið tónleikin upp, sigur Evi