fríggjadagur 2. september 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
8
Bakgrund
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tveir av mest umtalaðu drápsmonn
unum í norðurlondum fáa eina rúgvu
av brøvum frá kvinnum, sum vilja
koma í samband við teir. Summar vilja
ugga teir, aðrar vilja hjálpa teimum,
og summar ynskja sær eitt forhold til
teir.
Stóran part av seinastu 20 árunum
hevur Peter Lundin sitið í fongsli – í
USA og í Danmark. Fyrst varð hann
dømdur fyri at hava dripið mammu
sína og síðani fyri at hava beint fyri
einari unnustu og tveimum børnum
hjá henni.
22. juli í ár drap Anders Behring
Breivik 77 fólk í tveimum atsóknum
í Noregi. Hann sprongdi eina bumbu
mitt í Oslo og skjeyt frá hond á oynni
Utøya, har politiskir ungdómar vóru
savnaðir á legu. Breivik varð handtikin
av løgregluni og hevur síðani sitið inni
byrgdur.
Men hóast ræðuligu illgerðirnar
hjá báðum monnunum, sum verða
roknaðir sum psykopatar, hava kvinnur
í hópatali hug at fáa samband við teir.
Kvinnurnar skriva brøv til Lundin og
Breivik í fongslinum, og meðan Breivik
í løtuni ikki kann móttaka brøv – og tí
einki veit um tey – hevur Peter Lundin
í nógv ár skrivað saman við kvinnum
og hevur gift seg við trimum av kvinn
unum, sum hava havt samband við
hann.
Hugtiknar av psykopatum
Serfrøðingar siga seg undrast á, hvat
tað er sum ger, at kvinnur verða drign
ar at monnum, sum hava framt álvar
saman kriminalitet. Lítið og einki hevur
verið granskað í hesum, men norski
harðskapsgranskarin Ragnhild Bjørne
bekk heldur tó, at ein orsøk kann verða,
at kvinnur halda seg kunna broyta
drápsmenninar.
– Summar kvinnur verða hugtiknar
av pyskopatinum, sum ongan greiðan
moral hevur. Tær hava kanska stóra
trúgv upp á seg sjálvar, og at tær kunnu
broyta tann kriminella, sigur hon við
blaðið VG.
Føroyski sálarfrøðingurin Eyðun
Joensen, sum hevur drúgvar royndir
í mentalkanningum av brotsmonnum,
hevur ilt við at skilja, hví kvinnurnar
vilja í samband við brotsmenn.
– Tað einasta, eg veit við vissu, er,
at tað er púra vanligt, at kvinnur royna
at blíva pennavinir og koma í samband
við menn, sum hava framt ræðuligar
gerðir. Hetta er rættiliga áhugavert
psykologiskt, men eingin veit rætt
iliga, hví tað er soleiðis, og hvat hesar
kvinnur veruliga vilja, sigur Eyðun
Joensen.
Lundin í ljósinum
Í 1994 var sending í donskum sjónvarpi
um Peter Lundin, sum tá sat í fongsli í
USA fyri at hava dripið mammu sína.
Eftir sendingina streymaðu brøvini frá
donskum kvinnum til Peter Lundin.
– Eg haldi, at eg fekk brøv frá 30
ymiskum kvinnum eftir sendingina.
Tær spurdu allar, hvussu eg hevði tað,
og um alt var í lagi, sigur Peter Lundin
í bókini En Morders Bekendelser, sum
kom út fyri tveimum árum síðani.
– Eg skrivaði aftur til allar kvinn
urnar. Innihaldið í mínum brøvum
var ymiskt, men boðskapurin var altíð
tann sami: »Hjálp mær. Send pengar.
Eg elski teg«.
Peter Lundin greiðir í bókini frá, at
eina kvinnan veruliga hevði kenslur
fyri honum, og at honum eisini dámdi
hesa kvinnu.
– Brøvini, sum Tina sendi, vóru sera
erlig. Hon skrivaði, at hon hugsaði um
meg allatíðina. At hon saknaði meg.
Og so skrivaði eg aftur og segði, at eg
eisini hugsaði um hana og longdist eftir
henni. Tað var ikki so trupult at gera
hana villa við mær, skrivar Lundin í
bókini.
Endin var, at Lundin og kvinnan
giftust í fongslinum í USA, men
hjúnarbandið helt ikki.
Tá ið Lundin fór inn at sita í Dan
mark eftir drápið á unnustu sína og
hennara tveir synir fekk hann, brøv
frá fleiri donskum kvinnum, sum søgdu
seg taka synd í honum. Nú snúði tað
seg ikki longur um at lokka pengar
burtur úr teimum, men at sleppa at
møta teimum.
– Eg svaraði
næstan
øllum,
sum skrivaðu til
mín, um tað var
møguleiki fyri,
at tað kundi
blíva til meira.
Tað vil siga, um
tær vóru vakrar
og klókar. Hinar
tímdi eg ikki, greið
ir Peter Lundin frá.
Fríggjara-
brøv til
drápsmenn
Kvinnur flokkast um drápsmenn sum Peter Lundin og Anders Behring
Breivik. Teir fáa brøv í hópatali frá kvinnum, sum vilja hjálpa teimum
ella koma í samband við teir. Sálarfrøðingar duga ikki at geva
nakað greitt svar um, hví tað er soleiðis, men tað kann verða, tí
kvinnurnar søkja spenning, halda seg kunna broyta brotsmenninar,
ella tí tær heilt einfalt fáa kenslur fyri hesum monnum
fakta
Navn: Anders Behring Breivik
Aldur: 32 ár
Føðistaður: Oslo
Brotsgerðir: Drap 77 fólk í tveimum
álopum í Oslo og á Utøya í juli.