Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011 9 Í bókini, sum er tvey ára gomul, sigur Lundin, at hann í síni tíð í donskum fongsli hevur fingið brøv frá 50 ymiskum kvinnum. Ein av teimum var ein 15 ára gomul genta úr Føroyum. Nógv ár seinni hevði Lundin nógv samband við hesa kvinnu og var eitt skifti giftur við henni. Breivik fær ikki brøvini Anders Behring Breivik gjørdist víða­ gitin ein fríggjadag í juli mánaði í ár. Tá framdi hann tvey yvirgangsálop í Noregi, og tey kostaðu samanlagt 77 fólkum lívið, umframt at nógv onnur fingu størri og smærri løstir. Breivik sprongdi eina bumbu í mið­býnum í Oslo, har nógvir stjórnar­ bygningar eru, og síðani lat hann seg í sum løgreglumaður og fór út á Utøya, har norski Arbeiðaraflokkurin hevði summarlegu fyri ungdóm. Har skjeyt Breivik frá hond og drap 66 fólk – 55 av teimum vóru tannáringar. Nú um dagarnar skrivaði norska blaðið VG, at kvinnur úr øllum heim­ inum hava sent brøv til Breivik, sum situr innbyrgdur og ikki kann hava samband við umheimin. Breivik fær ikki hesi brøvini sjálvur, men VG heldur seg vita, at summi skriva til hann við einum kristnum boðskapi um at bjarga hon­um, onnur spilla hann út, summar kvinn­ur senda brøv, har tær átaka sær ein móðirleiklut, og uppaftur aðrar kvinnur skriva verulig fríggjarabrøv til Breivik. Norski fongsulspresturin Kjell Arnold Nyhus sigur seg ikki verða ov­ farnan av, at Breivik fær slík brøv. – Mínar royndir siga mær, at hetta fór at henda. Eg eri hvørki skelkaður ella yvirraskaður. Tað eru so nógv serlig fólk, sum eru á markinum til galskap, sum kunnu finna upp á at gera slíkt, sigur hann við VG. – Nógvar av hesum kvinnum hava onga bakgrund í kriminaliteti ella rúsevnum, men alíkavæl falla tær fyri kriminellum persónum, sigur hann. Spenningur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er kanska tann sálarfrøðingurin í norðurlondum, sum hevur gjørt flest metalkanningar av brotsmonnum. Hann var í nógv ár einasti sálarfrøðingurin, sum gjørdi slíkar kanningar í Føroyum, og tí hevur hann brúkt óteljandi tímar saman við brotsmonnum í geglinum. Men hann dugir ikki at siga, hví nógvar kvinnur vilja í samband við menn, sum hava framt óhugnaligar illgerðir. – Tað eru helst fleiri orsøkir, og ein orsøk kann verða, at nógv av okkum søkja spenning og vilja fara út á eggina. Summi fólk gera vandamikil ítróttarbrøgd, og so eru tað kanska summi, sum vilja hava samband við drápsmenn og aðrar brotsmenn. Hetta er í øllum førum nakað ekstremt at gera og uppliva, og tað skapar uttan ­ iva stóran spenning í lívinum hjá hesum kvinnum, heldur Eyðun Joensen. Tað verður nevnt, at summar av kvinnunum vilja broyta brotsmannin, hjálpa honum ella bjarga honum, og tað kann verða ein av frágreiðingunum um, hví kvinnur søkja samband við slíkar menn. – Tað er kanska ikki so løgið, at tær hugsa tað og halda, at tað ber til at broyta hesa menn. Paulus verður førdur fram sum prædikumaður nummar 1 í Bíbliuni, men hann var eisini ein stórur bandittur og brotsmaður, áðrenn hann bleiv umvendur. Hann jagstraði tey kristnu og var teirra størsti fíggindi, til hann bleiv sum lambið og gav sítt lív til kristindómin og sjálvur doyði fyri trúnna. Hetta er ein sentral hending í kristindóminum, og tí er tað ikki so undarligt, at hesar kvinnur hugsa, at tað ber til at bjarga drápsmonnum, sigur Eyðun Joensen. Seksuelt element Meðan Anders Behring Breivik hevur fingið tilboð frá kvinnum, sum hann einki veit um, hevur Peter Lundin í nógv ár gjørt sær dælt av kvinnunum, sum vilja í samband við hann. – Eg veit ikki, hvussu tað mann kenn­ast at blíva kelaður av hondum, sum hava dripið børn, men tað er eisini eitt ella annað seksuelt element í hesum, sum vit hava trupult við at skilja. Kanska verða summi konufólk fasinerað av so ráum monnum sum hes­ um, og hugsa vit um at søkja markið, at fara út á eggina, so verður tað ikki nógv meira ekstremt enn hetta, sigur Eyðun Joensen. – Peter Lundin hevur svomið í konufólki, hóast hann í nógv ár hevur sitið í fongsli fyri blóðug dráp. Eg veit ikki, hvussu vit velja okkara maka út. Kanska er tað bara ein í rúgvuni, men vit billa okkum inn, at vit hava funnið ein, sum er heilt serlig ella serligur. Og eitt kann mann siga um menn sum Peter Lundin, teir eru speciellir og síggjast í rúgvuni, og tá tað kemur til kenslur og kærleika, so er eingin logikk­ur galdandi. Eyðun Joensen hevur gjørt óteljandi metalkanningar av brotsmonnum, og hann hevur sjálvur upplivað, hvussu tað ber til at fáa samkenslu við hesum fólkum. – Eg havi kannað og tosað við nógvar persónar, sum hava framt for­ ferdiligar gerðir – pínt børn, dripið fólk ella annað. Tá eg skuldi kannað hesar persónar og tosað við teir í nógvar tímar, so upplivdi eg ofta, at tá ið eg hevði verið saman við teimum í 40 ella 50 tímar, so fekk eg eina spírandi sympati fyri summum av teimum. Eg byrjaði at finna okkurt gott við hesum fólkum, og tað kundi verða, tí tey bara høvdu verið høflig ella samstarvssinnað við meg, sigur hann. fakta Navn: Peter Lundin (Bjarne Skounborg) Aldur: 39 ár Føðistaður: Roskilde Brotsgerðir: Drap mammu sína í 1991. Drap unnustu sína og tveir synir hennara í 2000. Petur Lundin er giftur tríggjar ferðir, meðan hann hevur sitið innibyrgdur fyri blóðug dráp á bæði børn og vaksin fólk Mynd: polfoto