Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011 10 búskapur Uni Arge ua@sosialurin.fo   Búskaparráðið hevur sagt tað so mangan fyrr, men sum oftast hava politiskir meirilutar lurtað við einum hálvum oyra, tí teir tóku ikki undir við, at fiskurin í havinum skuldi selj­ ast á almennum uppboði. Meðan Fólka­ flokkurin var í Tinganesi, kom hetta ikki upp á tal, og so hjálpti lítið, um Javnaðar­flokkurin og partar av Sam­ bands­flokkinum vildu nakað annað. Men síðan Fólkaflokkurin fór úr lands­ stýrinum, eru 20.000 tons av makreli seld á uppboði fyri 72 mió. kr. Hetta gjørdist møguligt, tí Sambandsflokkurin, Javn­ aðar­flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn gjørdu semju um, hvussu makrelurin í ár skuldi útlutast. Mitt í hesi politisku broytingartíð hevur Búskaparráðið lagt fram enn eina frágreiðing, sum um­røður til­ feingisumsitingina og konjuktur­ gongdina í samfelagnum. Nú tosar Bú­skaparráðið neyvan  fyri deyvum oyrum, tá ráðið sigur, at brúksrætturin til fiskin í havinum eigur at verða seldur á almennum uppboði heldur enn um­ sitin politiskt. Fiskivinnan skal hava støðugar karmar og lóggávu at virka undir. Hetta mál kann einans røkkast við eini skipan, sum verður fatað sum rætt­vís og gagnlig fyri lønsemið í vinnuni, sigur Búskaparráðið. »Útlitini fyri varandi undirtøku undir verandi skipan eru ivasom. Tí verða ávísar broytingar neyðugar, skal vinnan hava støðugar karmar og lóg­ gávu at virka undir,« slær Bú­skapar­ ráðið fast.   Gruggut og óskipað Fiskirættindini í verandi skipan eru longu handilsvøra, tí tey eru um­ setilig. Rættindini verða keypt og seld á einum marknaði fyri víðarisølu, sum er óskipaður og gruggaður av, at veiðiloyvi eru knýtt at ávísum fiski­ førum, sigur Búskaparráðið. Tá fiskifør skifta eigara, er vanligt, at fiskifør verða seld fyri fleiri ferðir virðið á sjálv­um skipinum. Tey, ið fara undir nýtt virksemi í fiskivinnuni ella vilja økja um sítt virksemi, rinda tí longu nú fyri rættin at fiska. Varð alt selt um upp­boðssølu, hevði marknaðurin verið gjøgnumskygdur, og virðið á rætt­ind­ unum hevði verið nógv greiðari. Búskaparráðið mælir til at broyta loyvis­skipanina so líðandi í eini skiftis­ tíð á fimm ár, so feløg í fiskivinnuni fáa møguleika at laga seg til nýggju skipanina. Øll fiskirættindi verða eftir ver­andi lóg um vinnuligan fiskiskap sett úr gildi í 2018, og ráðið heldur, at landið tá kundi endurnýggjað meginpartin av fiskirættindunum árliga, samstundis sum landið eigur at selja ein vaksandi part av fiskirættindunum á uppboði. Ein lagalig skiftistíð, sum er løgd væl til rættis frammanundan, verður neyðug, tí broytingarnar eru helst ov stórar at fremja í einum, sigur ráðið. Í løtuni verður gjørt av í politisku fyrisitingini, hvussu brúksrættindini til fiskin í havinum verða lutað út. Búskaparráðið sigur í nýggjastu frágreiðing síni, at fyri samfelagið hevði ein marknaðarskipan verið betri. Landið fær meira burturúr, at brúksrættindi verða seld á uppboði, og lønsemið í fiskivinnuni verður betri, heldur ráðið Frí søla betri enn politisk útluting Útlitini fyri varandi undirtøku undir verandi skipan eru ivasom. Tí verða broytingar neyðugar, skal vinnan hava støðugar karmar og lóg­gávu at virka undir