fríggjadagur 2. september 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
11
Búskaparráðið nevnir sum dømi, at
landið kann selja 20 prosent av fiski
rættindunum á uppboði fyrsta árið í
skiftistíðini, meðan loyvishavarar so
varðveita 80 prosent av rættindunum.
Næsta árið skulu so seljast 40 prosent,
meðan loyvishavararnir varðveita 60
prosent o.s.fr. Eftir hesum leisti hevði
nýggja skipanin verið sett í verk eftir
fimm árum. Og ráðið hugsar sær eisini,
hvussu sleppast kann undan at avlaga
kappingina í vinnuni í skiftistíðini.
Tilfeingisgjald skal leggjast á tey
rættindi, ið verða útlutað á sama hátt
sum eftir verandi leisti.
»Arbeiðið at fyrireika lóggávu og
leggja skiftistíð til rættis eigur at byrja
sum skjótast, so landsstýrið kann boða
frá í góðari tíð, hvussu loyvisskipanin
verður broytt, og hvussu skiftistíðin
verður løgd til rættis,« sigur Búskapar
ráðið.
Treytir skulu setast
Ráðið hugsar sær eisini, hvussu upp
boðssølan nágreiniliga skal skipast. Fyri
at tryggja sum mest av kapping kann
uppboðssølan vera ónavngivin. Upp
lýsingar um boð, keyparar, søluprísir
og annað tílíkt kunnu gerast almennar
eftir sølurnar. Hesin leistur varð nýttur,
tá makrelurin varð seldur fyrr í ár.
Til ber eisini at áseta, at gjaldið fyri
rættindini fellur til gjaldingar, tá skip
avreiða, heldur enn fyri fiskiskap. Á
hendan hátt fáa feløg, sum eru væl fyri
fíggjarliga, minni fyrimun enn feløg,
sum ikki eru so væl fyri.
Tá tey 20.000 tonsini av makreli
vórðu seld á uppboði í summar, varð
nógv tosað um, at eitt einstakt felag
keypti næstan alt. Ein skipan má setast
í verk, sum forðar fyri hesum, tá brúks
rættindini verða seld á uppboði, heldur
Búskaparráðið. Krøv skulu setast um at
spjaða fiskirættindini, og hámark skal
setast fyri, hvussu nógv fiskirættindi
einstøk feløg kunnu ogna sær. Eitt
annað amboð at regulera hesi viður
skifti er kappingarlóggávan, sum kann
tryggja, at sum mest av kapping verður
í skipanini.
Neyðugt verður eisini at taka støðu
til, hvørjar treytir kunnu setast feløgum,
ið fáa loyvi at bjóða upp fiskirættindini,
heldur ráðið. Treytirnar kunnu gerast,
at tann, sum bjóðar, eigur føroyskt
skrásett fiskifar, sum lýkur neyðugu
skipaeftirlitiskrøvini. Til ber eisini
at seta treytir um føroyska manning
og føroyskar sáttmálar á skipunum,
og treytir kunnu verða settar um, at
feløgini, ið keypa, eru skrásett og rinda
skatt í Føroyum. Politiskt kunnu krøv
eisini setast um, at ein ávísur partur
av partapeninginum er føroyskur, sigur
Búskaparráðið.
»Tað ber til at fáa lønsemi í fiski
vinnuna, og samfelagið kann fáa
munandi meira burtur úr tilfeinginum.
Hetta krevur broytingar. Øll veiði
røttindi eiga at verða seld á uppboði,«
er høvuðsboðskapurin hjá ráðnum
hesaferð.
Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum
Mynd: jens kristian vang
Arbeiðið at fyrireika lóggávu og leggja
skiftistíð til rættis eigur at byrja sum skjótast,
so landsstýrið kann boða frá skipanini í góðari tíð