fríggjadagur 2. september 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011
15
í stigum, t.v.s. at vit tá kunnu meta um
okkurt sum meir og minni gott.
Tá tað snýr seg um skrift og stav
seting, mugu vit arbeiða eitt sindur
við mállæru og mállærureglum, tí vit
krevja at vita heldur enn gita, skulu
vit vera vís í, at teksturin ikki minnir
um grindadráp, tá hann hevur verið til
viðgerðar hjá atfinningarsama lesar
anum, óansæð um tað er lærari ella
onkur, ið lesur bløð, lýsingar ella upp
sløg á dagstovnum.
Stavivillurnar verða lúkaðar
burt við venjing og dyggum
bendingarførleika
Eitt er so at vita, hvørjar villurnar eru,
men hvussu fæst bilbukt við tær? Tað
gerst við góðum bendingarførleika, men
í staðin fyri at lesa bendingarmynstur
aftur og fram og upp og niður, sum
mong minnast ilt aftur á, ber til at skola
skamtin niður við venjingum, so ein
veruliga fær lærdómin í kroppin.
At terpa og endurtaka er neyðugt,
men tað er so ymiskt, hvussu sinnið
er at taka ímóti lærdómi ymsu lívs
skeiðini, – viðhvørt ber sumt ávøkst
alt fyri eitt, og viðhvørt verður sátt í
gadd. Tað merkir ikki, at tú ongantíð í
lívinum kanst læra tað, men helst má
ein góðtaka at kýta seg eitt sindur og
annars í samstarvi við læraran finna
leiðina, har ein sær og skilur skipanir
og samanheingi. Ongantíð betur, um
tað verður sodnað við skemti og smíli,
men óttast at fáa eina sveittapirru ella
tvær í stríðnum at fáa tak á stavseting
eigur ein heldur ikki.
Aðrar stavivillur,
gransking og neyðug vitan
Sjálvandi hava fólk aðrar stavivillur at
stríðast við, og neyðugt er við gransking
og aðrari vitan um evnið, so ein lagar
tilfar og undirvísingarkreftirnar rætt
og miðvíst. Hvat vita vit um, hvør
undirvísingarháttur ella hvørjir undir
vísingarhættir hóska best til einstøku
aldurs- og menningarstigini í fólka
skúlanum? Hvat tilfar roynist gott og
minni gott? Hvør lærari roynist góður?
Hetta eru forvitnisligir spurningar, sum
fleiri áttu at viljað fingið okkurt boð
upp á – ikki minst tey við fíggjarligum
heimildum at játta pengar til kanningar
og verkætlanir, ið kunnu veita okkum
vitan og førleikar.
At stava og skriva væl
er ikki heilt tað sama
Summi hava heilt gott skil á rættskriving,
men kenna ikki á sær, at tað fellur lætt
at seta saman orð til tekst og skipa hann
skjótt og skilvíst til onnur at lesa ella
lurta eftir. Onnur harafturímóti duga
væl at taka til og hava ávíst hegni at fáa
tekst at falla væl, uttan at stavsetingin
er serliga sannførandi, men aloftast
ganga skrivi- og staviførleiki hond í
hond. Í stóran mun snýr nógv av hesum
seg um handverk, men hegni kemur
við venjing, og munurin á dúgligum
handverkarum og krotusmiðum er, at
annar eigur og dugir bæði at brúka og
røkja síni amboð, meðan hin bøssar. Við
málinum kemur ein ongantíð á mál –
hvørki so leingi ein sjálv livir, ella málið
livir. Ein krevur altíð at lesa og skriva
eitt sindur, eins og tað heldur ikki er
nøkur skomm at leita til orðabøkur og/
ella at spyrja onnur til ráðs.
Vandin við vánaligum
stavi- og skriviførleika
Um ein ikki dugir so væl at skriva
og stava, skal lítið til, áðrenn ein ikki
verður tikin fyri fult. Tað sama er í
grundini galdandi fyri tey, ið málbera
seg skeivt og klossut. Tað er kanska
hart at vera fyri slíkum fordómum,
men ein orsøk til hetta er eisini, at tað
tú sigur, sigur eisini nakað um, hvør
tú ert. Sigur tú okkurt býtt og kiksað,
so verður tú dømd sum býtt og kiksað
í kanska øllum viðurskiftum, og tað
er synd, tí øll kunnu mistaka seg. Ein
orsøk til at vit seta stór krøv til tali-,
skrivi- og staviførleika hevur sjálvsagt
við mentan og uppaling at gera, og
tá vit øll ganga nógv í skúla og byrja
at læra at lesa næstan frá fyrsta degi
og eru knýtt at skriftmiðlum á onkun
hátt, er kanska ikki so løgið, at vit hava
lyndi til at halda tað vera sjálvsagdan
kunnleika hjá einum og hvørjum.
Hvør hevur ábyrgdina?
Øll hava sjálvandi ábyrgd av at geva
hvør øðrum og komandi ættarliði
góðan samskiftisførleika, men summi
hava størri ábyrgd enn onnur, eins og
tað valdast, hvønn leiklut ein hevur í
sambandi við at røkja hesa skyldu.
Foreldur og skyldfólk hava eina
skyldu, lærarar og námsfrøðingar eina,
vinfólk og áhugafeløg eina, og miðla
fólk, stovnar og onnur, ið virka í al
menna rúminum, eina stóra og týðandi
skyldu. Fyrimyndirnar eru nógvar og
nógvastaðni, og fram um alt átti ein
ávísur stoltleiki at verið lagdur í at
ómaka sær og kýta seg í øllum viður
skiftum, tí tað hevði alt fyri eitt sæst
aftur í málnýtsluni, um tað er so, at
málnýtsla okkara sigur nakað um,
hvørji vit eru.
Tað er nú lætt at stava rætt
Tað kann væl vera, at ein ikki fekk so
nógv við, sum ein átti, tá ein gekk í
skúla, men tað nyttar hvørki at gráta
um stoytta mjólk ei heldur at gevast
á hendur. Kom inn í kampin – tað er
aldrin ov seint!
Pál Joensen er ikki komin sovandi,
men svimjandi á mál, og skal ein av
sonnum koma á málið, má ein sjálvsagt
lesa og skriva og fáast við alskyns
tekstsløg. Ein annar ikki minni týðandi
partur, tá tað snýr seg um málkunnleika,
er at íðka talumálið, soleiðis at ein
dugir at tosa við fólk í øllum aldri
óansæð stætt, starv og málføri. Lesi- og
skriviførleiki skal íðkast, sum alt annað,
ein vil ella noyðist at læra.
fakta
Skalt tú lúka burt í teimum fýra fúlu
fellunum, skalt tú umframt at kunna
skyna millum orðaflokkarnar navnorð,
sagnorð og lýsingarorð einans:
• duga at benda sagnorð í høvuðstíðum fyri
at vita, nær tey enda við –ir og –ur í nútíð
• duga at seta orðið báturin ella bátin
inn fyri hvørkikynsorð at vita, nær tað í
bundnum formi endar við –ið
• duga at seta orðið døma-dømt inn fyri
lýsingarorð ella sagnorð, ið standa í øðrum
lýsingarhátti at vita, um tey enda við –ð
ella ikki.
• duga at spyrja, so tú veitst, hvørjum falli
navnorðið stendur í, so tú aldrin setur –ð
sum ending í hvørjumfalli.