Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 101 · 2. september 2011 14 Rættstaving Randi Kúrberg post@sosialurin.fo Mangur man hava suffað, tá onkur ritgerð ella okkurt skrivligt avrik, er fingið aftur. Alt blóðreytt! – og ikki tykist virðing vera havd fyri, hvat er skrivað, men bara hvussu tað er skrivað. Ógvuliga køvisligt! Enntá sakleys boð á talvuna á dagstovninum verða rættað og heklað niður av ókendum fólkum, t.d. við ófantaligari skrift og heilt øðr­ um liti enn restin av tekstinum og vak­ urt teknaðu myndini, ið var ætlað at lýsa tekstin. Ikki serliga uppbyggjandi og kveikjandi! Tað er eins og tað snýr seg um at finna feilir heldur enn at vísa á tað rætta. Kanska er neyðugt við hugburðsbroyting hjá bæði teimum, ið veita frálæru og fáa frálæru, men krøv um ómak, endurtøkur og eitt ávíst aldurssvarandi minstamark á dygdini eru kortini ikki burturvið. Ivaleyst er uppskriftin ikki einføld, tí hevur tað við frálæru, eggjan og stimbran at gera, eru vegirnir til Rómaborgar nógvir. Fýra fúlar fellur – bendingarendingar Um ein skjøttar eftir, hvørt nakað mynst­ur skuldi verið í stavivillum sum heild, sannar ein skjótt, at tað serliga snýr seg um fýra sløg av villum: • Bland millum –ir og –ur í ending á sagnorðum í nútíð • Vantandi –ð í ending á bundnum hvørkikynsorðum (t.e. orð, ið eru partur av orðaflokkinum, navnorð) • Vantandi –ð í ending á lýsingarorðum og sagnorðum í øðrum lýsingarhátti • –ð í ending í hvørjumfalli, sum aldrin hevur –ð sum bendingarending Tað grøtiliga við at hava eina rúgvu av bendingarendingum skeivar er, at vandin fyri at gera tær aftur og aftur er óendaligur. Tað gleðiliga við teimum er, at hevur ein fingið skil á teimum, so bjóða bøtur, og til ber at leggja seg eftir øðrum skriftmálsligum avbjóðingum og menna stílin. Ein orsøk til tær Ein orsøk til villurnar er helst, at skriv­ að verður, sum ein heldur seg hoyra tað sagt. Tíverri gongur hetta ikki í føroyskum, tí talumálið víkur frá skrift­ málinum. Tann munur, sum verður hildin uppi í skrift, er ikki í talumálinum. Summi málføri liggja í ávísum førum tætt at skriftmálinum, meðan onnur bregða nógv frá. Av tí sama hava øll málføri javnt virði, og heldur eiga vit at skyna millum skrift og talu á tann hátt, at tá vit tosa um skriftmál, mugu vit boyggja okkum fyri, at stavsetingin annaðhvørt er røtt ella skeiv. Snýr tað seg um talumál, eiga vit at vera tollynt og heldur hugsa um at virðismeta eftir stíli og høpi (t.d. hvør sigur hvat, nær og hvar, tí umstøður hava stóra ávirkan á, hvussu málnýtslan er) og virðismeta Hví er tað ikki so lætt at stava rætt? Tað kann væl vera, at ein ikki fekk so nógv við, sum ein átti, tá ein gekk í skúla, men tað nyttar hvørki at gráta um stoytta mjólk ei heldur at gevast á hendur. Kom inn í kampin – tað er aldrin ov seint!