mánadagur 5. september 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102
4
Sosialurin
Snorri Brend
- Vit ynskja at leggja ein
bønarring kring oyggjarnar
og øll grannalond okkara
ímóti tí antikristiliga ráki
num, siga teir báðir ikki sørt
spentir á málinum, nú tað av
álvara nærkast til stevnuna.
Í eina tíð hevur verið
arbeitt við at fyrireika stevn
una, sum væntandi fer at
hava einar 30 gestir úr øllum
grannalondum
okkara,
umframt føroyingarnar.
Hugskotið til hesa ráð
stevnuna er í roynd og veru
15 ára gamalt. Tað stavar frá
eini líknandi stevnu sum
varð hildin á Hotel Føroyum
í 1996.
- Eg havi síðani luttikið
á fleiri líknandi stevnum í
grannalondum okkara. Men
tað var serliga aftaná eina
slíka stevnu í Týsklandi
fyrr í ár, at eg kendi tað so,
at vit áttu at havt eina slíka
stevnu aftur, greiðir Tummas
Jacobsen frá.
Her í Týsklandi hava tey
havt ein serstakan bønar
miðdepil seinastu seks árini,
har fólk eru í bøn allar 24
tímarnar um samdøgrið.
- Um vit nakrantíð koma
so langt sum tey, dugi eg
ikki at siga. Men tað hevði
verið ótrúligt, um vit kundu
havt fólk sum vóru í bøn alt
samdøgrið fyri landi og fólki
okkara.
Fyrsta stigið á hesi leið
kann í øllum førum verða tik
ið á bønarráðstevnuni, sum
snøgt sagt hevur til enda
máls og eitur "Norðurlond
aftur til Gud".
Út at biðja
Nú eru bert tríggjar vikur til
stevnan byrjar, og longu nú
er skráin fyri ein stóran part
liðug.
Skipað verður soleiðis fyri,
at hvørt einstakt Norðurland
fær høvið at leggja fram síni
serstøku bønarevni. Eftir tað
verður so biðið fyri hesum
ymisku evnunum.
Ætlanin er somuleiðis at
fara til ávís støð, har luttak
ararnir kunnu steðga á at
biðja fyri staðnum, bygningi
num og teimum sum rørast
her ella búgva her.
Sum nevnt verður miðað
eftir at fáa gestir úr øllum
Norðurlondum við. Við til
stevnuna verða eisini fólk
úr ymiskum kirkjum og
samkomum kring alt landið.
Stevnan endar sunnu
dagin 25. september klokkan
16, við at allir luttakararnir
fara í bøn fyri Ísrael.
snorri@sosialurin.fo
Stór kommuna við
sjey valstøðum
Runavík: Sum kunnugt verður fólkatingsval 15.
september. Her skulu eisini føroyingar - og fólkið í
Runavíkar kommunu - eisini greiða atkvøðu.
Runavíkar kommuna er stór í ummáli, og tí
verður skipað soleiðis fyri, at fólk, sovítt gjørligt
kunnu velja á sínum heimstaði.
Sambært eini kunngerð frá Runavíkar kommunu,
verður høvuðsvalstaðið í Ítróttarhøllini í Runavík,
har fólk úr bygdunum Skipanes, Søldarfjørður,
Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík,
Rituvík (myndin) og Æðuvík skulu greiða atkvøðu.
Skálafólk velja í pensjónistahúsinum á Skála,
fólk í Skálafirði í skúlanum í Skálafirði og fólk
í
Oyndarfirði
somuleiðis
í
bygdarskúlanum.
Elduvíkingar og fólk í Funningsfirði velja í teirra
egna bygdarskúla, og tað gera tey somuleiðis í
Funningi.
Eins og aðrastaðni byrjar atkvøðugreiðslan
klokkan 9:00 og heldur fram til klokkan 20.00, ella
so leingi veljarar møta uttan steðg.
sb.
Jóngerð er ársins
borgari
Sørvágur: Næstseinasta vikuskifti var eitt serligt
mentanartiltak í bygdini.
Henda leygarmorgunin var, sum siður hevur
verið, morgunmatur fyri bygdarfólkinum. Veðrið
var ikki til vildar, so tiltakið, sum skuldi verða niðri
á Stakka, varð flutt inn í dansistovuna.
Eftir morgunmatin sang Vágakórið nakarar
sangir. Síðani avdúkaði borgarstjórin, Sune Jacobsen,
ársins borgara. Jóngerð Mikkelsen varð vald til
ársins borgara.
- Eftir lógvabrestunum at døma, so vóru
áhoyrarnir sera væl nøgdir við hetta valið, skrivar
Sørvágs kommuna á heimasíðu sínari.
sb.
Fara í bøn fyri
Norðurlondum
Ein líknandi bønarráð
stevna sum henda varð
hildin í Havn í 1996. Ta ferð
ina vóru 300 luttakarar.
Eftir
hetta
kundu
luttakararnir
staðfesta
fleiri viðurskifti, ið vórðu
broytt. Eitt heilt ítøkiligt
bønarsvar var, at fiskur
brádliga kom aftur á
grunnarnar, og at einkar
rætturin
til
útvarpið
varð avtikin stutt eftir.
Hetta slóðaði fyri útvarps
rásunum Lindini og eisini
Rás2.
- Okkara vakra land
hevur framvegis brúk fyri
forbøn, siga Johan Petur
Johannesen og Tummas
Jacobsen.
- Vit fara nú í bøn fyri Norðurlond, siga teir báðir, Johan Petur Johannesen (vinstrumegin)
og Tummas Jacobsen, sum eru við til at fyrireika bønarráðstevnuna seinni í mánaðinum
BØN
RÁÐSTEVNA Seinni í mánaðinum verður ein serstøk norðurlendsk
bønarráðstevna hildin í Vesturkirkjuni og Filadelfia í Havn. -
Okkara bøn er at fáa Norðurlond at venda sær aftur til Guds,
siga tveir av fyrireikarunum, Tummas Jacobsen og Johan Petur
Johannesen. Stevnan verður í døgunum 22. til 25. september
Einkarrættur