Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 Sosialurin Áki Bertholdsen Nú eru trý konufólk aftur­at komin á listan hjá Sjálv­stýris­ flokkinum til Fólkatingsvalið 15. sep­tem­ber. Sosatt má staðfestast, at hvøssu atfinningarnar ímóti mangl­andi javnstøðuni á upp­runa­ligalistanum, hava havt sína ávirkan. Á upprunaliga listanum vóru sjey valevni, men av teimum var bara eitt konu­ fólk og tað var ein ójavnvág ímill­um kynini, sum leyp í eygu­ni. Tað gjørdi ikki støðuna mæt­ari, at hendan ein­ staka hønan ímillum allar hanararar, var ongin ann­ar enn Kristianna W. Poulsen, for­kvinna í Javn­støðu­nevn­ ini. Samstundis er formaður í Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, enntá fyrr­ver­andi formaður í javn­støðu­nevnd­ ini og hesi bæði viður­skifti fingu mong at undraðist á, at flokkurin ikki føldi eina størri og heilt serstaka skyldi at hava betri javnvág ímillum kynini. Trý konufólk afturat Síðani kom eitt og annað fram um orsøkina til, at bara eitt konufólk stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin og ein or­søk skuldi vera, at ónøgd var við leiðsluháttin hjá for­ manni­num, Kára á Rógvi. Men tað varð skjótt, at trýst­ið kring alt landið um at fáa fleiri konufólk á listan, harð­naði og úrslitið var, at nú eru trý konufólk afturat kom­in á Sjálvstýrislistan til fólka­tingsvalið. Tey eru Rúna Sivertsen í Klaksvík, Kristianna Tofte­ gaard Larsen í Fuglafirði og Eileen Sandá í Vági. Sostatt eru 10 valevni á sjálv­stýrislistanum, fimm mann­fólk og fýra konufólk og tað er rættiliga nær við eina fullkomna javnstøðu. Tey 10 valevnini eru: Dávur í Dali, Eilen Sandá, Jan A. Joensen, Jóannes N.Dalsgaard, Karl A. Olsen, Kári á Rógvi, Kristianna W. Poulsen, Kristina Tofte­ gaard Larsen, Rúna Sivertsen og Teitur Vágadal. Kári á Rógvi, floks­for­ mað­u­r, fegnast um, at fleiri kvinn­ur nú hava játtað at stilla upp, tí hann viðgongur, at listin var nakað lagghallur, sum hann var. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Undirvísing í kinesiskum eigur at verða eitt fak á før­ oysk­um miðnámsskúlum. Tað heldur Bjarni Djur­ holm, løgtingsmaður fyri Fólka­flokkinum. Nú hevur hann lagt upp­ skot fyri Løgtingið um at bjóða kinesiskt sum valfak í mið­náms­skúlunum. Løgtingsmaðurin vísir á, at kinesiski búskapurin er í eini øgiliari menning - Í løtuni er hevur Kina næst­størsta búskapin í heimi­num, men metingar vísa, at longu í 2016 er hann heim­sins størsti. - At Kina soleiðis er við at gerast búskaparliga loko­ moti­við í heiminum merk­ ist longu sum er. Kines­ iski kappingarførleikin hev­ur ovurhondsstóra ávirk­an á framleidnið í vestur­heiminum, sum í dag á vaks­andi økjum er dragnað í ovur­mát, staðfestir Bjarni Djur­holm. Hann sigur eisini, at nú ásan­na tey flestu, at í fram­ tíð­ini verður fjareystur heim­sins búskaparligi kraft­ mið­depil og at Kina verð­ur tað stóra íløgu- og fram­ leiðslu­stórveldi. - Útvið 1,4 milliard fólk búgva í Kina og tað er næst­ an fimtingurin av øllum íbúgv­um heimsins. Neyðugt at duga Bjarni Djurholm sigur, at henda gongdin hevur eisi­ ni við sær, at tað verður neyð­ugt hjá okkum í vestur­ heimi­num at ogna okkum inn­lit og vitan um kinesiska málið og mentan, skulu vit til fulnar kunna gagnnýta teir møguleikar og klara avbjóðingarnar sum verða or­sak­aðar av broyttu bú­ skap­ar­javnvágini. - Hetta hevur longu fingið eitt veksandi tal av mið­náms­skúlum í granna­ londunum at bjóða kinesiskt sum valfak. Harumframt verður undir­víst í kinesiskari ment­ an og samfelagslæru. - Skulu Føroyar sum tjóð vera virkin í alheimsgerðini, eiga vit at læra av samtíðar gongd­ini og á besta hátt búgva okkum til komandi av­bjóð­ingar og møguleikar, sig­ur Bjarni Djurholm. - Hetta er ikki minst gald­andi á skúlaøkinum, har kinesiskt eigur at vera ein av vallærugreinunum í miðnámsskúlunum framyvir, legg­ur hann afturat. aki@sosialurin.fo Trý konufólk afturat á listan JAVNSTØÐA Tað gjørdi mun at finnast at manglandi javnstøðuni ímillum kynini á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum til Fólkatingsvalið Javnstøða Nú er Kristianna Winther Poulsen ikki longur einsamalt konufólk á valevnislistanum hjá Sjálvstýrisflokkinum Føroyskir skúlar skulu undirvísa í kinesiskum UNDIRVÍSING Miðnámsskúlar í Føroyum skulu nú eisini bjóða næmingunum undirvísing í kinesiskum, sigur løgtingsmaður Sosatt má staðfestast, at hvøssu atfinningarnar ímóti manglandi javnstøðuni á upprunaligalistanum, hava havt sína ávirkan