Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Føroyska landsliðið lendið í Beograd leygarkvøldið og hevði í gjár sína fyrstu venjing á venjingartøðini hjá serb­iska stórliðnum, FK Partizan. Venj­ing­ arumstøðurnar eru framúr og tað var venjingin eisini. Við í hópinum í Serbia eru Finn­ ur Justinussen og Gilli Sørensen, sum báðir tveir eru nýggir í hesum høpi­num. Arnbjørn Hansen er ikki við vegna skaða. Eisini Meinhard Joen­sen er við og sostatt eru tríggir mál­verjar við. Ikki fleiri stórtap Føroyska landsliðið hevur verið fyri fleiri stórtapum á útivølli í hesi undan­kappingini, men nú er slutt við tí. Tað er tað um tað stendur upp til Brian Kerr. Tá dysturin er liðug­ur vil hann ikki standa eftir við enn einum stórtapi. Eftir venjingini at døma, so situr dysturin móti Italia ikki í beini­num á føroysku leikararinum, men hev­ur heldur givið meiri orku og vilja til leikararnar. «Allir vilja sleppa at spæla og tað sært tú eisini á venjingini í dag. Allir stríðast og hópurin er á einum hægri stigi nú, sigur Brian Kerr. Hvør tekur yvir eftir Súna Olsen? Gøtumaðurin spældi væl móti Italia, men er ikki við vegna skaða. Tí skal Brian Kerr finna ein miðvallara at fyri hann. «Tað er eru fleiri leikarar, ið kunnu koma á liðið til dystin, men til akkurát hatta plássið eru leikarar sum Atli Daniel­sen og Daniel Udsen væl skikkaðir at taka yvir, sigur Brian Kerr. Talan verður nokk ikki um fleiri broyt­ingar og helst verður verjan tann sama. «Eg plagi at skifta eitt sindur út, tá talan er um tveir dystir upp á so stut­ta tíð. Vit tosa jú um leikarar, ið ikki eru yrkisleikarar. Verjan plagar tó at kunna spæla tveir dystir á rað, men tað er oftani verri longur fram­ mi á vøllinum, sigur Brian Kerr. Jónas vil hava stig Uppgávan í Serbia er torført og verð­ur spæld undir torførum um­ støð­um, tí leikvøllurin verður fullur av villum serbum. Alíkavæl vil Jónas Tór Næs ikki hoyra talan um eitt heiðurligt tap, tá hann skal seta orð á hvat eitt viðriligt er. «Eg veit ikki hvat eitt viðriligt úrslit er. Eg orki ikki hatta orðið. Sjálv­andi er tað betri at tapa 1-0 móti Italia heldur enn 5-0. Vit skulu hava stig fyri at eg verið nøgdur, sjálvt um tað verður torført, sigur Jónas Tór Næs. trondur@sosialurin.fo Skulu broyta útivallar gongdina Tað sigur føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, undan landsdystinum móti Serbia í Beograd í annaðkvøld. Stóru spurningarnir eru um Rene Tórgarð stendur aftur og hvør tekur plássið hjá Súna Olsen, ið ikki er við á ferðini