Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge - Beograd Serbia er ein partur av gamla Jugoslavia, sum Føroyar fleiri ferðir hava spælt ímóti. Fyrstu ferð var í 1991 í Jugoslavia, tá føroyska landsliðið bleiv hølvað ígjøgnum. Eftir minniligu dystirnar ímóti Eysturríki, Danmark og Norðurírlandi, var einki óført hjá føroyska landsliðnum. Tað endaði við 7-0 sigri til Jugoslavia, sum var nógv merkt av politiskum spenningi. Millum málskjýttarnar vóru so mætir fótbóltsleikarar sum Robert Prosinecki, Zvonimir Boban, Davor Suker og ikki minst Darko Pancev. Liðini hittust aftur eitt hálvt ár seinni til tað, sum seinni vísti seg at verða seinasti landsdysturin hjá gamla Jugoslavia. Við málum frá Vladan Lukic og Dejan Savicevic vann Yugoslavia dystin í Landskrona 2-0. Nýtt Joguslavia Til HM 1998 undankappingina er so mikið av friði í umráðnum kring Jugoslavia, at teir aftur eru at finna millum londini, ið skulu kappast á altjóða leikvøllinum. Jugoslavia leggur fram ynski um at møta Føroyum í fyrsta dystinum, tí Føroyar eisini var tað seinasta, ið teir spældu ímóti áðrenn brogarakríggi. Tankin ljóðar fittur, men helst mundi tað verða tí, at teir vildu hava eina tíð at spæla liðið saman, áðrenn teir skuldu møta onkrum av teimum størri tjóðunum. Jugoslavia vinnur dystin 3-1, sum verður spældur í Jugoslavia. Besta málið í dystinum eigur John Petersen, sum flúktar bóltin hegnisliga í málið í seinna hálvleiki. Øll málini hjá Jugoslavia koma í fyrra hálvleiki, Dejan Savicevic skorar tvey, meðan Savo Milosevic skoraði tað triðja. Retur dysturin var einki minni enn ein vanlukka, har føroyska landsliðið í oysandi regni bleiv skolað av vøllinum við einum lemjandi 8-1 tapti. Aldrin áður og aldrin síðani eru so nógv mál farin ígjøgnum hjá føroyingum í einum undankappingar dysti. Savo Milosevic skoraði hattrick, Slavisa Jokanovic tvey, meðan Predrag Mijatovic, Vladimir Jugovic og Dragan Stojkovic skoraðu eitt í part. Føroyska málið skoraði Jan Allan Muller, tá hann minkaði um munin til 2-1 aftaná ein hálvan tíma. Viknað Jugoslavia Til undankappingina til HM 2002 komu Føroyar og Jugoslavia aftur í bólk saman. Hóast føroyska landsliðið fær fleiri góð úrslit í undankappingini, so er einki at gera, tá Jugoslavia kemur á vitjan á Svangasgarði. Føroyska landsliðið verður enn eina ferð hølvað ígjøgnum, hesa ferð 6-0. Mateja Kezman skoraði hattrick, Dejan Stankovic tvey og Savo Milosevic eitt. Tveir mánaðir seinni riggar betri í Jugoslavia, vit tapa bara 2-0 og koma væl betri frá dystinum enn í Føroyum. Sinisa Mihajlovic leggur Jugoslavia á odda við beinleiðis frísparki. Seinna málið skorar Miroslav Djukic. Frá Jugoslavia til Serbia Til undankappingina í HM í 2010, komu vit í bólk við Serbia. Fyrsti dysturin er í Beograd í Serbia og endar við einum 2-0 tapi. Jón Rói Jacobsen er óheppin í fyrra hálvleiki og ger sjálvlmál. Føroyska landsliðið er hart kroyst, men megnar at standa ímóti líka til tveir minuttir eru eftir, tá tann 202cm høgi Nikola Zigic økir til 2-0. Í heimadystinum á Tórsvølli er Súni Olsen nær við tvær ferðir, men báður ferðir ferð bólturin dygst framvið málinum hjá Serbia. Stutt fyri hálvleik leggur Milan Jovanovic Serbia á odda eftir trunka spæla í føroyska brotsteiginum. Neven Subotic avgjørdi dystin hálvan tíma fyri tíð, tá hann stútaði innlegg í kassan Seinast við møttu Serbia var í fjør. Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá Milan Jovanovic nytti hondina inni í brotsteiginum hjá okkum og legði upp til málið hjá Danko Lazovic. Ótrúligt at dómarin ikki sá hendingina, sum eisini legði lunnar undir restina av dystinum. Dejan Stankovic økti við frísparki og so var 2-0 til Serbia og dysturin bara 18 minuttir gamal. Nikola Zigic gjørdi tað til 3-0 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Í annaðkvøld spæla vit aftur móti Serbia, men nú hevði verið gott við eini góðari uppliving móti serbum. Tíggjundi uppgerðin móti serbum Tá landsliðið í annaðkvøld fer á vøllin móti Serbia, er tað tíggjunda ferðin at eitt føroykst landslið roynur seg móti serbum. Tað er fyribils blivi tilt vey føroysk mál og einki stig!