mánadagur 5. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
føroyar - italia 0-1 (0-1)
Stong út!
Landsliðsfótbóltur Fyrstu løtuna sá avgjørt
einki út, men tá so føroyska liðið vaknaði,
greiddi tað úr hondum ein hin besta innsatsin hjá
einum føroyskum landsliði nakrantíð. Føroysku
spælararnir góvu veruliga væluppløgdu fjøldini
á upplýsta Tórsvølli nakað at vera errin av
Hilmar Jan Hansen
Tað var við einari ikki sørt óveru
ligari kenslu, at tú fórt heimaftur
av Tórsvølli fríggjakvøldið. Tú
hevði verið vitni til tað, sum
menti seg til at gerast ein framúr
skarandi innsatsur frá føroysku
spælarunum ímóti italsku heims
stjørnunum. Og nú alt var liðugt,
var tað ikki sørt, at tú iðrai teg
um, at ikki annar av hasum bólt
unum fór inn – tann hjá Súna
Olsen í fyrra hálvleiki ella tann
hjá Christiani Lamhauge Holst
í seinna.
Men hvørgin bólturin fór
inn, og tí stóð 0-1 á máltalvuni
eftir loknan dyst. Enn eitt tap,
suffa tey svartskygdu, meðan
tey bjartskygdu og øll hini mugu
staðfesta, at avrikið so sanniliga
var góðkent!
Italia byrjaði dystin við somu
11 monnum, sum herfyri vunnu
á sponsku heimsmeistarunum,
so her var einki við, at italienarar
á nakran hátt undirmettu føroy
ingar. Men hinvegin bendi fyrsta
løtan í dystinum á, at føroyingar
ið hvussu er stórliga yvirmettu
italensku mótstøðuna.
Gott og væl fyrsta korterið
var føroyska virðingin yvirdrivið
stór, sjálvt um tað eisini hoyrir
við til søguna, at Italia koyrdi á
við øgiligari ferð og stórum hugi
at leypa á. Føroysku spælararnir
runnu aftaná og næstan hildu
seg aftur, heldur enn at herja á
og takla ígjøgnum, so sjálvt sum
ein hálvur møguleiki var til tað.
Okkara menn vóru ov spakir,
men tíbetur broyttist tað seinni.
Spurningur um tíð
Italska trýstið ta fyrstu løtuna
var so øgiligt, at tað veruliga
bara var ein spurningur um tíð,
til hol kom á. Og lítið er at ivast
í, at hevði ikki framspælingini
frá Andrea Pirlu spælt Antonio
Cassano púra leysan á rang
støðumarkinum, so hann fekk
sent bóltin í málið, hevði onkur
annar møguleiki givið Italia eitt
leiðslumál.
Nakað annað er so eisini, at
tað ikki altíð er so galið, at eitt
sera gott mótstøðulið skorar tíð
liga, og kanska var tað ein góð
hjálp fríggjakvøldið. Svongdin
var ikki tann sama eftir ellivta
minutt, tá Italia hevði lagt seg á
odda, sjálvt um René Tórgarð í
føroyska málinum fekk nógvar
møguleikar aftrat at vísa seg frá
síni bestu síðu – og tók teir!
Fyri at venda aftur til før
oyska smædnið, so fornoktaði
tað seg ikki í hesum dystinum.
Og klokkan skuldi heilt upp á
21 minuttir, áðrenn vit sóu eina
ordiliga føroyska takling, ið segði
italienarunum, at her var altso
eitt mótstøðulið á vøllinum.
Hvussu stóran týdning slíkt
kann hava, fingu vit næstan
beinanvegin at síggja, tí so skjótt
sum Jóhan Troest Davidsen
hevði víst, at tað kundi gerast,
breiddi trúgvin seg víðari á lið
num sum steppubrandur, og
longu tríggjar minuttir seinni var
tað, at vit fingu annan av okkara
risastóru møguleikum at skaka
Italia fríggjakvøldið.
Fínt uppspæl í høgru síðu
endaði við, at Hjalgrím Elttør
hegnisliga lyfti bóltin inn til
Súna Olsen mitt á, sum tamdi og
legði ann til skot. Tað eydnaðist
Súna at stýra bóltinum uttan
um fingraspíssarnar hjá Buffon í
italska málinum, men ólukkutíð
brast bólturin í stongina og út
aftur í spælið.
Trý tung stig
Hetta bleiv ikki tað einasta, ið
fekk heilhugaðu hjørtuni kring
Tórsvøll at leypa sløg um fríggja
kvøldið, tí 20 minuttir fyri tíð
høvdu vit enn eina roynd á træ
verkið, ið kundi kjølfest størstu
sensatiónina nakrantíð hjá før
oyskum fótbólti.
Aftur hesa ferð var Hjalgrím
við í uppspælinum, tá hann varð
sendur avstað frá miðjuni og
Hjalgrím Elttør osaði av orku, og stríddist allan dystin
á tamb. Klaksvískingurin átti eisini frálíka innleggið til
rimmar málkjansin hjá Christian Lamhauge Holst
Mynd: Jens Kristian Vang
Cassano skoraði avgerandi málið tíðliga í dystinum.
Føroysku leikararnir vildu hava linjuverjan at
veitra fyri rangstøðu, men málið stóð
Mynd: Jens Kristian Vang