Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 Sosialurin Ítróttarblaðið frameftir í høgru síðu, haðani hann smekkaði væl innfyri. Við aftaru stong kom Christian Lamhauge Holst rennandi og setti fótin á – men bara fyri at síggja bóltin bresta í yvirliggjaran. Alt samalt, meðan Buffon og restini av italsku verjuni stóð sum negld í svørðin… So nær og allíkavæl ikki, mundu fleiri hugsa, tí tað er altso ikki á hvørjum degi, at føroyska lands­liðið liggur og kelar stong og yvir­liggjara. Og so slett ikki ímóti teimum allarbestu, sjálvt um hetta kvøldið fekk tankarnar at reika aftur til 2002, tá tað á útivølli ímóti Týsklandi var um reppið, at Føroyar fingu ein javnleik, stóð ikki stongin fyri. Stuttligt hevur verið um viku­skiftið at fingið staðfest, at heimurin hevur givið bæði dyst­inum og úrslitinum gætur, og at tað er farið um allar geilar, at Italia veruliga mátti nógv ígjøgnum, áðrenn ein smalur 1-0 sigur á norður­atlantisku oyggjunum gjørd­ist veruleiki. Eisini hevur ver­ið stuttligt at sæð klipp frá dyst­inum á netinum, har virðingin fyri føroyska innsatsin ikki hevur verið goymd burtur upp á nakran máta. Italia hevur mestsum spælt seg í EM-endaspælið nú, tí undan dystunum í morgin er Italia átta stig framman fyri næstu liðini í okkara bólki. Men vit kunnu altso breggja okkum av, at trý tey tyngstu stigini í posanum mátti Italia veruliga berjast fyri at fáa á Tórsvølli! Góður heimastuðul Gjøgnum allan dystin – eisini ta fyrstu drúgvu løtuna, tá Italia stóð á øllum – vóru føroysku áskoð­ ararnir óførir at lata hoyra frá sær. Rópini dundu ferð eftir ferð kring vøllin og lógvabrestirnir vóru oftari at hoyra, enn teir plaga. Opinbart skal nokk so nógv til fyri at imponera føroyskar fót­ bóltsáskoðarar, men hetta kvøldið lótu teir seg imponera, so tað hoyrd­ist og óivað eisini kendist sum góður stuðul hjá teimum, ið vardu føroysku æruna inni á vøll­ inum. Tórsvøllur, ið sjálvandi var mest­sum fullsettur fríggjakvøldið, gav við sínum nýggja ljóshavi bestu umstøður, ið hugsast kunnu. Her var bæði stórbýardámur og al­tjóða snitt yvir tí heila, og fongur er í, at nú skal eingin árstíð ráða fyri, nær spælast kunnu altjóða dystir her ella ikki. Tað riggaði sera væl fríggjakvøldið og fer vónandi eisini at gera tað óteljandi ferðir aftrat. Nú er so ein onnur avbjóðing á skránni í morgin, tá Føroyar á útivølli hitta Serbia. Men vónandi situr geisturin frá Italia-dystinum so mikið eftir í monnunum, so teir ikki bíða í 20 minuttir, áðrenn fyrsta taklingin kemur á FK Partizan-leikvøllinum í Beograd… hilmarjan@sosialurin.fo Eftir dystin, takkaðu leikararnir fyri frálíka stuðulin, meðan áskoðararnir somuleiðis takkaðu fyri megnar avrikið Mynd: Jens Kristian Vang Gianluigi Buffon stendur sum kánus og hyggur at, meðan royndin frá Christian Lamhauge Holst, tíverri brestir á samankomingina. Italski liðskiparin var eisini prísgivin í fyrra hálvleiki, tá Súni Olsen langaði eitt langskot á stongina Mynd: Jens Kristian Vang