Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Spælfordeilarin Andrea Pirlo føroyar - italia Italski spæl­for­ deilarin er kendur um allan heimin fyri sínar frálíku avleveringar. Hann hevur heilt serligar eginleikar á einum vølli, ið kanska bara spaniólarnir Xavi Hernandez og Xabi Alonso eisini hava. Avleveringin, ið legði upp til einsamalla málið fríggjakvøldið var ein staðfesting av hvør Andrea Pirlo er Tróndur Arge Hann er lítið av vøkstri við eyð­ kendum longum hárið. Hann ger ikki nógv um seg, men øll hava eyguni eftir honum á vøllinum. Teir næstan 6.000 áskoðararnir, før­oysku landsliðsleikararnir, sjón­ varps­tólini og ikki minst italsku fram­herjarnir. Teir vita, at tá Andrea Pirlo fær bóltin, so er alt møguligt. Uppleggið Dysturin á Tórsvølli er bara nakrar minuttir gamal, tá Andrea Pirlo fær bóltin uttan fyri brotsteigin hjá okkum. Hann hevur fram til tá bara havt rættar avleveringar í dyst­inum. Hann hyggur upp og sær fyrr­vernadi Sampdora stjørnuna, Antonio Cassano leita sær pláss. Við eitt verður bólturin lyftur inn í føroyska brotsteigin við milli­ metur neyvari avlevering. Italski framherjin er á markinum til at verða rangstaddur og slítur seg leysan av føroysku verjuni. Í fyrstu atløgu bjargar Rene í føroyska málinum, men við eitt sindur av hjálp frá hondini, so eydnast tað Antonio Cassano at leggja Italia á odda. Slík eru evnini hjá Andrea Pirlo. Onga feilavlevering Andrea Pirlo hevði ikki færri enn 48 rættar avleveringar í fyrra hálv­ leiki. Serliga fyrru hálvu av fyrra hálvleiki nam hann oftani við bóltin. Tað gekk áleið ein hálvur tími áðrenn italski miðvallarin gjørdi eina feilavlevering. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki royndi hann seg við fleiri torførum av­ lever­ingum og tað endaði við at hann hevði sjey feilavleveringar. Italska liðið spældi bóltin nógv runt og serliga verjan hevði hug at trilla bóltin aftur og fram, fyri síðani at spæla til ein av miðvallarinum og so fáa bóltin aftur. Tamur seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki hevði Andrea Pirlo 39 rættar og sjey skeivar av­ leveringar. Italska liðið var ikki eins spælistýrandi og til tíðir hevði Andrea Pirlo hug at detta burtur úr dystinum. Tó hevði Italia bóltin lutfaldsliga nógv í mun til føroy­ ingarnar. Seinastu løtuna royndu italiu­ menn bara at trilla sigurin heim og tá kom Andrea Pirlo aftur til sín rætt. trondur@sosialurin.fo Niðurstøðan Tað eru fáir, ið kunnu leggja eina avlevering eins væl og Andrea Pirlo. Hóast hann hevði nakrar feilavleveringar, so átti hann dagsins avlevering. Hann hevði eisini fleiri aðrar góðar, men tær flestu vóru bara stuttar avleveringar á miðvøllinum. Hugaligt at síggja hvønn veg italskur fótbóltur fer í løtuni. Við Barcelona sum fyrimynd og Andrea Pirlo sum spælfordeilara kann illa blíva til nakað annað enn góður fótbóltur. Fyri millum 100 og 150 krónur hevur føroyski fótbóltsáskoðarin uppliva ein av heimsinsbestu spælfordeilarum á Tórsvølli! Súni Olsen spældi ein frálíkan dyst, og átti millum annað brandskotið á stongina í fyrra hálvleiki Mynd: Jens Kristian Vang R: 48 – 39 = 87 S: 7 – 7 = 14 Italski landsliðsspælarin, Alberto Aquilini viðgekk aftaná dystin, at uppgávan gjørdist strævn­ari, enn væntað: – Eg hevði ikki væntað, at tað fór at gerast so strævið. Tykkara lið spældi væl, og teir vóru ógvuliga aggresivir og vístu ein stóran stríðsvilja. Tit hava ikki nógv fólk at taka av, men tit arbeiða hart og væl, og tit kunnu spæla fótbólt. Alberto Aquilini lat ongan iva verða um, at hann og liðfelagarnir vóru nóg motiveraðir til dystin: – Vit umboða Italia, og tað er ein stór motivasjón í sær sjálvum, men úrslitið skal síggjast í ljósinum av, at før­ oyska liðið spældi ein góð­ an dyst. Spurdur um hann nakran­tíð fer aftur til Liver­ pool at spæla fótbólt, svaraði Alberto Aquilini: – Eg eri í Milan nú, og har havi eg tað gott. Alberto Aquilini er glaður fyri tíðina hann hevði í Liverpool, men nú fokuserar hann uppá at gera tað gott fyri Milan í italsku liguni og í europeiskum fót­ bólti. – Eg elski Liverpool, eg elski fjeppararnar hjá Liverpool, og eg elski liðið. Eg var eydnusamur har, men eg eri eisini eydnusamur í Milan, staðfesti Alberto Aquilini. Italski-amerikanski, Giuseppe Rossi, sum spælir við spanska Primera Liga liðnum, Villareal við­gekk aftaná dystin, at tað var ikki lætt hjá honum og liðfeløgunum at greiða upp­ gávuna ímóti Føroyum. – Vit fóru sjálvandi inn á vøllin, fyri at vinna dystin. Men tað gjørdist ein torfør uppgáva. Føroyingarnar gjørdu tað tor­ ført fyri okkum, og føroyska liðið spældi veruliga væl. Vit royndu at fáa tað næsta málið, og høvdu eisini møguleikar til tað. Men vit vóru eisini hepnir, tí føroyingar raktu stongina tvær ferðir. Tá samanum kem­ ur eru vit ógvuliga fegnir um, at tað eydnaðist at fáa trý stig. Giuseppe Rossi slóg fast, at Gli Azzuri – italska liðið – ikki undirmetti tað føroyska liðið: – Vit undirmeta ongantíð nak­að mótstøðulið, vit royndu at spæla so gott, sum vit vita, at vit megna. Vit gjørdu okk­ara besta, men tað gekk ikki heilt eftir vild í dag, segði Giuseppe Rossi í einari skjótari við­ merking til tey føroysku miðla­ fólkini, áðrenn hann fór við bussinum vestur í Vágar. trondur@sosialurin.fo Gjørdist harðari enn væntað Rossi fegnaðist um tey trý stigini – Eg hevði ikki væntað, at tað fór at gerast so strævið, segði Milan miðvallarin, Alberto Aquilini Mynd: Jens Kristian Vang Villareal framherjin, Guiseppa Rossi Mynd: Jens Kristian Vang