mánadagur 5. september 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102
Sosialurin
Ítróttarblaðið
1. hálvleikur
2. hálvleikur
Føroyar
Føroyar
Avleveringar
Ger fríspark,
gult kort
Skot á
stongina
Tróndur Arge
Hjálparleysur
royndi
Gianluigi
Buffon at toyggja seg eftir bólt
inum, ið hevði beina kós móti mál
inum. Ólukku tíð vildi viðbrekni
og til tíðir óúttilrokniligi Jabulani
bólturin frá Adidas ikki halda
kósina og »knekkaði« beint áðrenn
hann skuldi bresta í netmeskarnar,
og brast í staðin á stongina. Italia
slapp við skrekkinum.
Góður fyrri hálvleikur
Føroyska liðið hevði sjáldan bóltin
í fyrru hálvu av fyrra hálvleiki og
tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn Súni
Olsen fekk registrara sína fyrstu
avlevering. Helst mundi Andrea
Pirlo vera komin upp á eina 25 av
laveringar tá.
Men tá Súni Olsen so fekk bóltin,
so hevði avleveringin eina meining
og var skapandi fyri føroyska liðið.
Og tað einu ferðina, tá tað lá fyri at
skjóta, ja so smekkaði gøtumaðurin
eisini til. Umstøðurnar hjá Súna
vóru torførar, eins og hjá øllum
føroyska landsliðnum, tí italiu
menninir trýstu so langt frammi á
vøllinum. Seks rættar og bara ein
skeiv avlevering í fyrra hálvleiki
boðar frá einum manni við góðum
eginleika at finna ein viðleikara í
kroystum umstøðum.
Orkan helt
Súni Olsen hevur verið nógv
skaddur fram til hetta kappingar
árið og hevur av tí sama ikki verið
í toppform alt árið. Fríggjakvøldið
var Súni Olsen aftur í toppform
og var tað ikki fyri ein skaða, so
spældi hann allan dystin. Vandin
við at hava bara hann og Fróða
Benjaminsen mitt á miðjuni er, at
orkan gongur undan á føroyska
liðnum og at miðvøllurin missur
takið. Tað hendi ongantíð fríggja
kvøldið.
Føroyska liðið hevði fleiri góð
uppspøl í seinna hálvleiki og sum
oftast hevði Súni Olsen ein fót í
spælinum, men aftur sæst á tøl
inum, at vit hava ikki bóltin nógv.
Súni hevur átta avleveringar í
seinna hálvleiki, har tær fimm eru
rættar. Sùni Olsen var útskiftur
eitt korter fyri tíð við einum minni
skaða í baklærinum. Hann hevði
helst komið upp á fleiri um hann
spældi seinasta korterið.
trondur@sosialurin.fo
Spælfordeilarin Súni Olsen
Minnið um avrikið
hjá Súna Olsen
móti Italia, ið fer
at standa eftir frá
dystinum er uttan
iva skotið, sum
brast í stongina
føroyar - italia
Niðurstøðan
Í einum dysti har allir teir føroysku leikararnir sríddust manniliga
og komu væl frá uppgávuni, so mundi Súni Olsen verða tann mest
eyðsýndi á føroyska liðnum. Umframt tær ellivu røttu avleveringar,
so tók hann sær av fríspørkum og hornaspørkum. Serliga
hornaspørkini vóru væl skotin, men tíverri ikki umsett til mál.
Tað er harmiligt, at Súni Olsen ikki er við í Serbia, tí hann
prógvaði fríggjakvøldið, at hann er ein av okkara allar bestu
og at hansara skot kunnu bólkast í flokkinum, heimsflokki!
Heldur føroyska landsliðið og Súni Olsen fram við góða forminum,
so er nógv gott í væntu komandi ár fyri føroyskan fótbólt.
Súni Olsen spældi ein frálíkan dyst, og átti millum
annað brandskotið á stongina í fyrra hálvleiki
Mynd: Jens Kristian Vang
R: 6 – 5 = 11
S: 1 – 3 = 4