Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Skurð­við­ gerðin eydn­ aðist, men sjúkling­ urin doyði Fáur fótbóltsspælari í Føroyum dugir so væl at leggja sær orðini, sum Atli Gregersen. Á tíðindafundinum aftaná dystin, greiddi hann frá, at Brian Kerr hevði lagt stóran dent á liðandan. – Vit kendu á okkum, at okkurt gott fór at henda. Nýggju ljósini rundan um Tórsvøll skaptu eisini eina heilt nýggja atmosferu. Vit høvdu nógvar taktiskar venjingar gjøgnum vikuna. Tað kann verða rættiliga keðiligt, men sum vit síggja nú, so var spæliætlanin ímóti Italia ein meistarlig verkætlan. Skurðviðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði, segði Atli Gregersen, og fekk enn einaferð smílini fram. Tá var Brian Kerr skjótur at svara á tíðindafundinum: - Eg eri ikki deyður enn. – Dirvi og álit bóru okkum langt í dag, og í dag sóu vit hvat Brian Kerr hevur avrikað hesi árini hann hevur verið føroyskur landsliðsvenjari. Vit leypa nú meiri á, enn vit gjørdu áður. Í dag er tað ikki gjørligt at taka nakran spælara fram um nakran annan, allir gjørdu tað gott, staðfesti Atli Gregersen á tíðindafundinum, sum var á enskum, so italsku miðlafólkini eisini kundu fylgja við. Í seinna hálvleiki hevði Christian Lamhauge Holst ein gyltan møgu­ leika at javna til 1-1 ímóti Italia, tá hann út stuttari frástøðu í italska brotsteiginum sendi bólt­ in á stongina. - At hugsa sær, at vit standa nú aftaná dystin og ergra okkum um, at vit ikki fingu hand­an bóltin í kassan. Tað hevði kunnað givið okkum javnleik, sum hevði verið eitt fantastiskt úrslit. Eg eri vónbrotin um, at bólturin ikki fór inn, men eg eri stoltur av lið­avriki­ num, og tí sum vit løgdu fyri dagin. At spæla upp ímóti Italia, tað er eitt framúr avrik, segði Christian Lam­ hauge Holst aftaná dystin. Noyddir at droyma Ein má droyma um stór úrslit, staðfesti Christian Lamhauge Holst: - Ein er noyddur at droyma. Trúgvin bar okkum langt í dag, og tað var ein ótrúligur stríðsandi á liðnum, og ein framúr arbeiðsinnsatsur. Vit fáa skapt møguleikar, har tveir málmøguleikar fara á stongina, og tað er næstan ikki til at trúgva. Kanski eg burdi havt gjørt okkurt annað, tá málmøguleikin kom? Eg krevji av mær sjálvum, at eg skal skora uppá slíkar málmøguleikar. Eg havi tíverri eisini brent nakrar stórar málmøguleikar fyri Silkeborg, men nú má tað koppað mín veg, og tað ger tað vónandi ímóti Serbia týsdagin, segði ein vónríkur Christian Lamhauge Holst. Ein stoltur Holst ergrar seg Føroyameistararnir vunnu seinnapartin í gjár við heili 13 málum í undanumfarinum í Evropa Cup – altjóða kapping fyri meistaralið. Neistin vann 30-17 á A.C. Lastia, Kýpros, á útivølli. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Neistan. Føroyameistararnir fóru undan heimaliðnum eftir steðgin. Josef Abrahamsen, sum spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri Neistan, var toppskjútti við sjey málum. Hann skifti úr Kyndli til Neistan í summar. Morten Hust Pedersen, sum loysti av Inga Olsen í venjarasessinum í summar, var ikki við á ferðini. Áki Mørk hevði tískil evstu ábyrgdina av liðnum í gjár. Blálittu havnarmenninir eru nú greiðir favorittar at vinna seg víðari. Seinni dysturin verður spældur í høllini á Hálsi komandi sunnudag klokkan 19.00. Málskjúttarnir hjá Neistanum: Josef Abrahamsen (7), Sjúrður Thomasen (6), Carl Herup Olsen (4), Finnur Hansson (4), Jugoslav Djumich (3), Andrias Nielsen (3), Heini Hanussarson (2), Jón Ludvík (1) Neistin bukaði meistararnar á Kýpros