Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 Sosialurin Nú hevur løgtingið sam­tykt, at fiskidagarnir hjá útróðra­ bátum skulu skerjast 20 %. Hetta kemur at fáa álvarsligar avleiðingar fyri útróðurin. Hetta samstundis sum teir eru farnir at selja ogn Føroya fólks til útlendingar. Takkað verið landsins kostnu monnum, verða familj­ur og arbeiðspláss knúst sundur. Arbeiðspláss, sum eru upp­arbeitt í ættarlið eru hótt . Har smádrongurin byrjaði við at fara at egna saman við pápanum og abbanum. Síðani slapp hann við til útróðrar fyri síðan at blíva skipari og av bestu inntøkumonnum. Skal skunda mær at siga, at smá­ gentur og kvinnur eisini hava arbeitt í hesu vinnugrein, tó ikki í sama mun sum menn. Vita landsins myndug­ leikar veruliga, hvat tit hava gjørt? Vita tit, hvat tykkara av­gerð hevur ført til, og fer fram­ haldandi at føra til ? Hava tit eina loysn til hesar familjur, sum tit eru í ferð við at knúsa sundur við at taka arbeiðsplássið frá teirra forsyrgj-ara ? Var talan um almenn arbeiðspláss, sum soleiðis blivu burtur, so ivist eg onga løtu í, at talan bæði hevði blivið um kreppuhjálp og mótmælisgongur. Tá talan er um útróðrarmannin kemur hetta als ikki uppá tal og kemur ongum til hugs. Tað er bara keðiligt. Um vit taka útróðrarflotan her í Klaksvík, so er einans talan um kanska 5 fult riknar útróðrarbátar. Tað er heilt ótrúligt, at neyðugt skal vera hjá løgtingsmonnunum at gera seg inn á hesar fáu útróðrarmennirnar, sam­­ stundis sum trolbátar noyð­ ast at blaka tosk útaftur fyri ikki at koma uppum sperru­ markið fyri hjáveiðu. Hetta er langt úti og vísir best hvussu lítið skil meiri­lutin á løg­­tingið hevur fyri útróðri. Tað eru so fáir útróðrarbátar eftir. Tað eru ikki teir, sum oyða stovnarnar, og hendan skerjingin bara ger teimum lívið enn súrari. Aldargomul mentan fer í knús Tá fiskivinnan er knúst sund­ ur, hvør skal tá rinda gildið? Vita landsins myndug­leik­ar ikki, at tað er fiski­vinn­­an, sum heldur tí heila koyrandi? Aðalmálið má vera, at fjálgast skal um arbeiðs­pláss­ ini sum halda landinum uppi, og serliga arbeiðsplássunum í høvuðsvinnuni. Alt annað er púra burturvið. Tit eru noyddir til at taka málið uppaftur. Tit hava ikki fatað álvarsemi í málinum. Líkamikið um tað ikki eru eins nógvar atkvøður innan fiskivinnuna, sum innan tað almenna, so er tað framvegis fiskivinnan sum heldur landinum uppi. Fyrst hava loysinga­menn­ inir barst fyri, at makrelurin skuldi avreiðast til kinverjar og aðrar útlendingar. Nú er loysunnarorðið frí kapping, sum skal skaffa pening til hart trongda landskassan. At teir so drepa alt fyritaksemi í landinum hevur ongan týdning. Um hetta verður gongdin verða ongi skip og ongi virkir í Føroyum, tí alt arbeiði/ogn Føroya fólks er avreitt til útlendingar. Tá verður fátæksligt hjá okkum. Nú er tað so útróðraflotin, sum stendur fyri tørni, undir skálkaskjólinum ovfisk­ing. Útróðrarflotin, sum framm ­ anundan er so nógv avmark­ aður orsakað av veðri og streymi. Tá fiskivinnan er fyribeind, og loysingamenninir saman við pørtum av sambandinum fara stýra, verður svangligt. Tá verða danir álitið og noyð­ast at taka um endan og gjalda til eitt land, sum liggur í skeljasori. Ágangurin á okkara høvuðsvinnu má steðgast! Fólkatingsvalið 2011 fólkatingsvalið 2011 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Í fíggjarkreppuni hava vit hoyrt um sparingar, sparingar og aftur sparingar. Tað er í ordan at spara, men spurningurin er: ”hvar kann ein spara?”. Seinasta tíðin hevur víst at sparast kann á øllum økjum. Men har eri eg so rúkandi ósamdur. Tað kann ikki spar­ ast í øllum, summ i økið mugu fáa frið at virka. Útbúgving Útbúgving er øki, sum má fáa frið at virka, tí at útbúgving er ein fortreyt fyri menning og vøkstri í samfelagnum. Føroyar hava í alt ov langa tíð niðurraðfest útbúgving, við tí úrsliti at Føroyar hava mist nógvan ungdóm. Sjálv­stýrisflokkurin vil tað øðrvísi. Uttan ungdómin steðgar samfelagið spakuliga upp, og síggja vit hetta longu í vantandi fólkavøkstri í Føroyum. ”Her, fá tær eina Ipren!”At politikarar yvirhøvur loyva sær at spara á heilsuøkinum er mær ein óskiljandi gáta. At siga at sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, kunnu bíða, er milt sagt langt útið. At kroysta læknar og sjúkr­ a­røktarfrøðingar til at hugsa um pengar framum við­gerð og røkt, er ein óum­hugs­að hóttan ímóti teim­um, sum hava tørv á týðningar­mikl­ari viðgerð. Pína má linnast, og at bíða við pínu­linn­­andi viðgerð hoyrir ikki heima nakra­ staðni. Hetta er eitt greitt tekin um, at kik­arin verður settur fyri blinda eygað. Heilsuverkið er ein tann týðningarmiklasta vælferðar­ tænastan, sum samfelagið veitir. Henda tænastan má tískil fáa bestu sømdir, og má ómøguliga koma í moralska og etiska tvístøðu orsaka løtusparingar. Eg fari at virka fyri Útbúgving - at langtíðarætlan og neyðug fígging verða gjørdar fyri allar skúlar í landinum (vekk við plenuklipparanum), at spara við útbúgving er at skjóta seg sjálvan í fótum Heilsuverk - at langtíðarætlan verður gjørd fyri alt økið, greiðir karm­­ar at virka undir, har dent­­ur verður lagdur á fyribyrging. Fyribyrging er ein neyðug íløga í vælferð føroyinga. Fyribyrging er ein háttur at steðga vælferðarsjúkum Smidligari og einklari skattaskipan - skattalóggávan er frá 1983 og er broytt í 65 umførum av Føroya Løgtingi. Stundin er komin at rudda upp, og gera skipanina smidligari og greiðari. - Inntøkuskatturin skal lækkast fyri at gera tað hugaligari at arbeiða og liva í Føroyum - Skipanin við avgjøldum má endurskoðast og broytast Tað óáhugaverda - at endurskoða og broyta tingskipanina, - at lúka út og broyta v.v. lønum og samsýningum til løgtings- og landsstýrisfólk. Hetta má gerast fyri at steðga óveruligum og óneyðugum samsýningum, t.d avtaka ferðaendurgjaldið. Vit meina tað Sjálvstýrisflokkurin, hev­ur ikki bert sitið í and­støðu og funnist at. Sjálv­stýris­ flokkurin hevur lagt mong uppskot fram, og fingið samtykt fleiri av upp­ skotunum. Í skrivandi stund eigur Sjálvstýris­flokk­urin 18 av 56 ella 32 % av øllum uppskotum á Løgtingi. Sjálvstýriflokkurin hevur fleiri ferðir víst á vantandi langtíðarætlanir, og eisini lagt uppskot fram um tað. Sjálvstýrisflokkurin fer at virka fyri at eitt samt Løgting leggur eina langtíðar­ ætlan fyri Føroyar, á ymsu økjunum. Vit mugu hugsa langt fram, ístaðin fyri bert at hugsa 4 ár fram, tørvur er á at hyggja 8, 12, 16 ár fram. Set X við lista D Stuttíðarsparing gevur langtíðarútreiðslur Sjúkrarøktarfrøðislesandi og valevni Sjálvstýrisfloksins fólkatingsvalið 2011 Teitur Vágadal