Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102 26 Sosialurin Fólkafloksins umboð á Fólka­ tingi vil tryggja okkara sjúk­ ling­­um frítt sjúkrahúsval úti í heimi. Sjúklingurin eig­­ur at hava møgu­leika at velja sjúkra­­hús­viðgerð bæði inn­an og uttan fyri ríkis­ felagsskapin. Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja ognarrættin og persónliga frælsið. Okk­ ara vørumerki er at vísa borgar­um virðing við at fólk sjálvi sleppa at taka avgerð um egin kor. Fólkaflokkurin vil virka fyri, at sjúklingurin fær betur kor. At sjúklingurin verður settur í hásætið, og at hann so­leiðis sjálvur kann av­gera hvar hann skal viðgerðast. Danir hava avtalur um frí sjúkrahúsval. Fólkafloksins umboð á Fólkatingi vil seta fokus á, at føroyiskir sjúk­lingar, ið ikki kunna viðgerast her heima, skulu hava sama valmøguleika til frítt sjúkrahúsval sum danir. Vit vilja slóða fyri, at vit koma við í somu avtalur. Peningurin, ið skal gjald­ ast fyri viðgerð av einum sjúklingi eigur at fylgja sjúk­ linginum heldur enn sjúkra­ húsinum. Sjúklingurin eig­ur at hava møguleika at velja sjúkra­húsviðgerð bæði inn­ an og uttan fyri ríkis­felags­ skap­in og harvið geva vit okkara sjúklingum vissu fyri, at tey kunnu velja bestu viðgerð. Danir hava somuleiðis góð­ar avtalur um útbúg­ing­ar úti í heimi. Her vil okkara um­ boð virka fyri, at føroy­ingar eisini hava møgu­leika at sleppa fram at hesum av­tal­ um. Vit vilja tryggja okkara ungdómi bestu út­búgv­ing­ ar­tilboð. Her kann Fólka­­ tingsumboð slóða vegin. Í Føroyum skulu føringar ráða, og somuleiðis eiga Danir at ráða í Danmark. Tí eigur okkara umboð á Fólka­ tingi ikki at blanda seg uppí Danskan politikk. Føroysku umboðini eru um­ boð fyri alt Føroya fólk, og eiga at kunna um føroysk áhuga­ mál, vinnulív og ferða­vinnu. Vit vilja brúka Fólka­tings­ sessin til at kunna um okkara dygdir og okkara land. Nú fólkatingsval stendur fyri durum, er tað av all­stór­ un týdningi at vit standa saman og velja eitt av Fólka­ floksins umboðum inn á Fólkating. Eg vil eg bjóða meg fram sum eitt av val­evn­ um Fólkaflokksins. Somu­ leiðis vil eg bjóða meg fram til løgtingsvalið. Tað ber til at gera mun. Tað gerð Fólkaflokkurin og tað kannst tú gera á valdagin. Peningurin eigur at fylgja sjúklinginum Í stevnuskrá sambands­ flokksins til fólkatingsvalið stendur ímillum annað at vit ynskja tættari samstarv um sjúkra- og heilsuviðgerð – serviðgerðir. Júst hettar haldi eg er sera umráðandi hjá okkum føroyingum at vita. Vit hava somu rættindi  til  viðgerðir av sjúk­um, sum danir hava.  Danir liggja ovast á lista­­­­n­­um í heimi­nun tá tað snýr seg um ser­viðgerðir. Bara innan krabbasjúkur eru teir ímillum teir fremstu, inn­an gransk­­­ing, í heiminum og færri og færri doyggja av krabba  “ Faldet i antallet af døds­ fald skyldes ifølge eksperter fra både Sundhedsstyrelsen, Kræftens Bekæmpelse og Rigshospitalet, at man er blevet bedre til at diagnosti­ cere og behandle kræft i Danmark. Stråle­behandling­ en er gjort mere præcis og effektiv med ny teknologi. Og kemoterapi og kirurgiske indgreb er inde i en rivende udvikling”.   Tað munnu  vera nógv av okkum sum hava upp­ livað  at onkur avvarandi hevur fingið álvarsliga sjúku, eitt nú blóðtøpp í hjartað. Vit hava verið vitni til hvussu skjótt tað gongur at koma til Danmarkar  og fáa  røttu viðgerðina, grundað á gott samstarv við danska sjúkra­húsverkið.  Eg vil bert nerta við hetta eina dømi um hvussu umráðandi tað er at vit eru í ríkisfelagsskapinum. Heimurin verður meira og meira globalur. Vit mugu hugsa ”logiskt” ikki vera ”dum­stolt” Eg kann bara siga fyri meg, út frá tí eg kenni til  danska sjúkrahúsverkið, og  tað er ikki onki.  Tey fáa UG frá mær bæði í at handfara sjúku og sjúklingin. Menniskjasligheitin er í hásæti og tað er ikki at forsmáa í eini tílíkari støðu. Saman eru vit sterkari fólkatingsvalið 2011 Fólkatingsvalið 2011 Rigmor Rasmussen valevni Fólkafloksins Kjak Jan Hansen, Nólsoy So kom tað eisini at svíða hjá kals­oy­ ingum, og fyri stutt síðani var skipið eisini tikið frá Fugloy og Svínoy. Tað valdar fulkomiliga ruðu­leiki í hjá teimum, sum mugu um firðir og sund. Sjálvur ferðist eg um Nólsoyar­ fjørð dagliga, og her er so heldur eingin farleið, sum lítast kann á. Eg skal ikki gloyma hinar oyggj­ arnar, ið einans hava skip og ongan koyriveg til meðingøkið. Tí spyrji eg bara, hvat skal men gera fyri at fáa fornýggjað skipa­ flotan hjá Strandferðsluni?? Og tá meini eg vil allan flotan, eisini Mykines og Skúvoy umframt tey skip ið eru nýggj í dag.  Tað kann væl vera, at landið er á knø­unum fíggjar­liga, men hvussu ber tað til, at polit­ikarnir kunnu byggja spæli­støð, ítróttarhøll og mangt ann­ að sum als ikki hevur skund. Eg haldi, at politikarnir hava skyldu at svara hesum, og sjálvt løggmaður, Kaj Leo eigur og skal koma við einum svari uppá, hvussu tað ber til, at so stórur munur kann gerast á fólkinum, sum hann sjálvur eigur at verja. Kalsoy, vælkomin uppí kluppan fólkatingsvalið 2011 Jóna Mortensen valevni Sambandsflokkurin