Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 4 Sosialurin Randi Jacobsen Stríð kom í fyri fleiri árum síðan um markið millum eigar­ar­nar av Kambhaga fyri Heiman og Kambhagan fyri Hand­an. Stríðið hevur verið hart. Í 2007 varð útskifting gjørd eftir ynski frá eigara­ num í Kambhaga fyri Hand­ an, og hesa útskifting vóru eigar­ar­nir í Kambhaga fyri Heiman ikki nøgdir við, og teir kærdu til Yvir­út­skift­ing­ ar­nevndina. Kæran kom ov seint til Yvir­út­skiftingarnevndina, sum tó avgjørdi at viðgera kæru­na. 1. september kom úr­skurð­ urin frá Yvir­út­skift­ing­ar­ nevndini. Kæru­mynd­ug­leik­ in tók undir við útskiftingini hjá útskift­ing­ar­nevndini. Tó varð markið flutt eitt sindur. Málið varð so lagt inn fyri Hægstarætt, sum enn ikki hevur talað. Henda jarðar­ ósemja er sum tann fyrs­ta í nýggjari tíð endað í Hægsta­ rætti. Um­hværvisstovan tryggj­ aði sær, at til úrskurð­ur­in er kom­in frá Hægsta­rætti, er mark­ið, sum Yvir­út­skift­ing­ ar­nevndin segði. Men í vár kom Um­hvørvis­ stovan eftir, at herverk varð framt ímóti fleiri av teimum nýggju markunum. Ein eftir­ kann­ing vísti, at í minsta lagi 10 marknamerki, bæði kopar­ merki og marknapelar, vóru burt­ur­beind. - Tað er eindømi, at so um­fatandi herverk er framt á lógliga sett marknamerki. Í Før­oyum eru makrnamerkini altíð vird, hóast nógvar ósemj­ur kunnu vera um jørð og jarðarviðurskifti, skriv­aði Umhvørvisstovan á heima­ síðu síni 1. juli í ár. Umhvørvisstovan metti mál­ið at vera so álvarsligt, at herverkið varð meldað til løg­reglu­na. Enn er ikki meira hent í máli­num, og Hægsti Rættur er ikki liðugur at viðgera hin part­in av málinum. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminal­politinum sigur, at áðr­enn farið verður undir at kan­na málið um herverkið, má alt tilfarið umsetast til danskt, tí orsakað av ógegni kann politiið í Føroyum ikki við­gera tað. Meira vil hann ikki siga. Men úrskurðurin hjá Yvir­ út­skift­ing­arnevndini sigur greitt, hví poliitið í Føroyum er ógenut í hesum málið. Jaspur Vang, sýslu­mað­ ur er eigari í Kambhaga fyri Handan, og Kristin Michel­ sen, borgarstjóri á Tvøroyri er í hinum partinum. Umframt tað hevur Krist­ in Michelsen starvast sum skrivstovumaður á politi­ støð­ini á Tvøroyri, umframt at hann hevur verið eyka­ polit­ist­ur. Tað kann taka drúgva tíð, til málið um herverkið verð­ ur liðugt kannað. Sam­stund­ is verður bíðað eftir dómi­ num frá Hægsta rætti. Jarðarstríð millum sýslumann og borgarstjóra Politistar í Danmark verða væntandi bidnir um at kanna eitt herverkið móti marknamerkjunum í Froðbiar haga, tí allir politistarnir eru ógengigir. Hetta er eitt jarðarstríð, og øðrummegin stendur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni og hinimegin Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri TEIR Á VESTARA GJÁARBAKKA FARA AT REKA Jarðarstríðið í Froðba hevur vart í fleiri ár nú, og onkur hevur gjørt gjøldur burtur úr við hesi tilgjørdu myndini Leo Poulsen Ítróttur eigur heiðurin fyri mangt vinarbandið, og so­ lei­ðis er eisini vinskapurin mill­um føroyska Jørleif Kúr­ berg og týska Gerd Freyer upp­staðin. - B36 hevði sum fyrsta før­oyska felagið ein kendan, pro­fessio­nellan útlendskan venj­ara, Walther Pheiffer, og hann var vinmaður við venj­ ar­an hjá týska felagnum, Lü­beck, sum kallaðist Heinz Lucas. Og Pheiffer fekk so í lag eina vitjan av týska felag­ num, sigur Jørleif Kúrberg. Týskararnir leiktu fýra dyst­ir í Føroyum, sum teir vunnu allar. - Føroyingar vóru púra bergtiknir av flotta spæli­ num, sum týskarar vístu. Tað var fantastiskur fótbóltur, sig­ur Jørleif Kúrberg. Hann minnist, at ein dani var við á týska liðnum, ið nevnd­ist Erik Nielsen. - Tá í tíðini sluppu leikarar, sum leiktu professionelt, ikki á landsliðini, men hesin Erik Niel­sen var fyrsti dani, sum slapp á landsliðið, eftir at verða blivin professionellur, sig­ur Jørleif Kúrberg. Hendan vitjanin birti eitt vinar­band millum Jørleif og Gerd Freyer, og tað er bara styrk­na gjøgnum árini. - Tað er serliga seinastu árini, at vit veruliga hava havt samband og vitja hvønn annan, sigur Jørleif Kúrberg. Vitja borgarstjóran Hesaferð høvdu Gerd og konan, Monika eitt ann­að vin­ar­par við sær í føð­ing-ar­ dag hjá Jørleif Kúrberg, Ralf og Gerdu Muth. - Gerd Freyer er før­oya­ vin­ur burturav, og hansara kær­leiki til Føroyar er a­v­ gjørt ikki minkaður eftir hesa ferðina, tí veðrið hevur veri ðso avbera gott. Vit vóru ein túr í Suðri sunnudagin í allar­besta veðri, og tað var ein stór uppliving, sjálvt fyri meg, sigur Jørlei Kúrberg. Hann sigur, at seinast hann og konan, Thora, vóru og vitjaðu í Lüneburg, skip­ aði Gerd Freyer fyri, at tey sluppu at heilsa upp á yvir­ borgar­stjóran í býnum, og nú syrgdi Jørleif so fyri, at týsk­ ar­ar­nir skuppu at heilsa upp á Heðin Mortensen. - Vit eru jú gamlir kenn­ ing­ar, og eg vildi ikki standa aftan fyri Gerd, so vit vóru og heilsaðu upp á okkara bor­g­ar­stjóra, sigur Jørleif Kúr­berg. Heðin Mortensen bjóðaði kaffi, og tá týsku gestirnir fóru avstað aftur, fingu teir gávu frá borgarstjóranum. - Hann bar seg minst líka væl, sum yvirborgarstjórin í Lüneburg, sigur Jørleif Kúr­ berg, sum í morgun fór ein túr til Nólsoyar við týsku gest­un­um. Úr Týsklandi í føðingardag hjá Jørleifi VINSKAPUR Gamal vinskapur, ið stavar heilt afturi frá 1967, er hildin viðlíka, og nú Jørleif Kúrberg fylti 70, komu fýra fólk úr Týsklandi í føðingardag Tey vitjaðu borgarstjóran í Havn. Frá vinstru Jørleif Kúrberg, Heðin Mortensen, Gerd Freyer, Monika Freyer, Gerda Muth, Thora Kúrberg og Ralf Muth Mynd: Jens Kristian Vang