Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 Sosialurin Áki Bertholdsen - Eg gangi sterkt út frá, at ein skrivlig avtala verður hildin! Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, rópar nú varskó. Samstarvið í Løgtinginum ímill­um Sambandsflokkin, Javn­aða­r­flokkin og Tjóðveldi er í stórum vanda. Beinleiðis orsøkin er, at semj­an ímillum teir tríggjar flokk­ar­nar um at broyta Húsaláns­grunnin, so at hann kann fíggja bíligar íbúðir, er brot­in. Og tað er eisini greitt, at hetta førir við sær, at øll semjan um Húsalánsgrunnin er í vanda fyri at detta niður­ fyri, og tað kann eisini fáa avleiðingar fyri alt annað sam­starv ímillum hesar tríggj­ar flokkarnar. Avtalan brotin Ætlanin við uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, er at tryggja bíligar íbúðir við tí endamáli, at stakir uppi­ hald­arar, pensjónistar, les­ andi og onnur við serligum tør­vi, skuldu fáa ráð at út­ vega sær ein dygdarbústað fyri sámuligar pengar. Men tá ið Løgtingið við­ gjørdi uppskotið í gjár, gjørdi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, púra greitt, at upp­skot­ið, sum varð lagt fyri løgtingið, var brot á eina greiða avtalu. Avtalan ímillum teir tríggj­ar flokkarnar var, at Húsa­láns­grunnurin eisini skuldi fáa heimild at fíggja se­t­hús, men tann partin hev­u­r Aksel V. Johannesen, lands­stýrismaður, tikið burt­ ur úr uppskotinum, sum hann hevur lagt fyri Løg­ ting­ið. - Eg veit ikki hví, men tað er eitt greitt brot á avtaluna, sig­u­r Høgni Hoydal. Høgni staðfesti, at fyri Tjóðveldi er tað ein týdn­ing­ ar­mikil aðal­tátt­ur í semjuni um Húsalánsgrunnin, at, at Húsa­lánsgrunnurin eisini slepp­ur at fíggja sethús. Semjan skal haldast Høgni Hoydal er fullgreiður yvir, at peningastovnarnir eru hart ímóti hesum, at tað almenna skal taka kapp­ing­ ina upp við privatu bank­a­r­ nar. - Men eg haldi, at tað ber til at seta Húsalánsgrunnurin treyt­ir, so at talan ikki verður um eina ójavna kapping, men bara um eina vanliga kapp­ ing. - At fáa sær tak yvir høvd­ ið er størsta útreiðsla í lívi­ num hjá fólki, men tað er so dýrt, at politiskt eiga vit at gera nakað við tað. Umframt Aksel V. Johanne­sen, hevur Mið­ flokk­urin eisini lagt upp­ skot fyri Løgtingið um Húsalánsgrunnin, men eftir tí uppskotinum skal hann eisi­ni kunnað fíggja vanlig set­hús. Og formaðurin í Tjóðveldi ger púra greitt, at uppskotið hjá Miðflokkinum má eisini semj­ast. - Vit hava eina skrivliga av­talu um hetta og gangi út frá, at teir flokkar, ið hava skri­vað undir avtaluna, stan­ da við hana, sigur hann. - Síðani Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, eru nakr­ar áhugaverdar royndir gjørd­ar at finna semju um ávís mál. Men Høgni Hoydal stað­ fest­ir, at semjan um Húsa­ láns­grunnin er ein av teimum av­gerandi semjunum, sum Tjóð­veldi hevur gjørt við hin­ar flokkarnar. - Tað var okkara fremsta mál, at Húsalánsgrunnurin eisini skal sleppa at fíggja set­hús og eg gangi sterkt út frá, at hon verður hildin. - Men tað kann hon bara verða, um so er, at uppskotið hjá Miðflokkinum eisini verður samtykt um at Húsalánsgrunnurin skal kunna fíggja sethús, sigur Høgni Hoydal. aki@sosialurin.fo Ein høvuðsorsøk til at bankarnir eru so hart ímóti, at Húsa­láns­grunn­ ur­in fíggjar bústaðir, er teir halda ikki, at tað al­ men­na eigur at fara í kapp­ing við bankarnar. Høgni Hoydal heldur, at tað kann vera ein or­ søk til, at landsstýrið hev­ur tikið taå burtur úr upp­skotinum, at Húsa­ láns­grunnurin eisini skal kun­na fíggja sethús. Hinvegin staðfestir lands­stýrið, at skal Húsalánsgrunnurin fíggja set­hús, má hann læna pen­ing til endamálið og so klárar hann neyvan at læna teir út aftur til set­húsa­eigarar fyri eina kapp­ing­ar­føra rentu. - Klárar Húsa­láns­ grunn­urin ikki tað, er heldur onki hjá banku­ num at stúra fyri, stað­ fest­ir Høgni Hoydal. Hinvegin heldur hann, at sleppur Húsalans­ grunn­u­rin ikki at fígg­ja set­hús, er tað ein spurn­ ing­ur um hann ikki at meg­na at útvega sær sjálv­um inntøkur til at fígg­ja lutaíbúðir og leigu­ íbúð­ir. Aksel V. Johannesen, lands­stýris­maður í fígg­ j­ar­málum, viður­kenn­ir, at av­tala var við Tjóðveldi um, at Húsa­láns­grunn­ur­ in eisini skal kunna fígg­ja sethús. Men hann sigur, at eftir at hava kannað tað væl og virðiliga, er niður­ støð­an, at tað ber ikki til. Lægsta renta hjá banku­num til sethús, er real­kreditt­lán, sum hevur eina rentu upp á 3-3-5%. - Skal Húsa­láns­grunn­ urin fíggja sethús, noyðist hann at læna pening, tí hann hevur ikki meiri enn 360 milliónir tøkar. Landskassin hevur lænt pening í summar fyri ei­na rentu upp á 3,81% og Húsa­lánsgrunnurin fær aldr­in bíligari rentu enn tað. Harafturat kemur so eitt umsitingargjald upp á 0,2%, ella har á leið og ein eyka renta upp á áleið 0,5%, fyri at verja seg fyri tapi. - Sostatt kann Húsa­ láns­grunnurin aldrin læna pening til sethús fyri minni enn 4,5% í ren­ tu, so eg dugi ikki at síggja endamálið í tí. - Skal Húsa­láns­grun­ n­ur­in læna pening, skal lands­kassin veðhalda og tað ger kredittvirðið hjá lands­kassanum verri. - So tá ið landskassin aftur skal læna pening næstu árini, er vandi fyri, at rentan hækkar. Aksel V. Johannesen held­ur, at tí eigur fæið hjá Húsalánsgrunnurin fyrst og fremst at verða brúkt, har tað ger mest nyttu og tað er at fíggja leigu­íbúð­ ir og aðrar alternativar íbúðir fyri at tryggja fólki, sum annars ikki hava ráð til tað, ein sámuligan bú­ stað fyri ein sámuligan prís. Annita á Fríðriksmørk sig­ur, at rentan gongur upp og niður og hetta snýr seg um at geva Húsa­láns­ grunni­num heimildina at fíggja sethús, so veldst um, nær hann brúkar heimil­d­ina. Aksel V. Johannesen, at bankarentan flytir seg eisi­ni!. Annars kannar fíggjar­ mála­ráðið um tað ber til at gera ein føroyskan real­ kreditt, sum kann fíggja set­hús, men tær kann­ing­ ar­nar eru ikki komnar á mál enn. - Er tað ein gongd leið, eru vit sinnað at lata Húsa­láns­grunnin veita real­kreditt­lán, sigur Aksel V. Johannesen. Klárar tað ikki Ongin vandi Eg dugi ikki at síggja endamálið í tí Ætlan um bíligar íbúðir er í vanda ÍBÚÐARBYGGING Semjan á Løgtingi um at úvega støkum uppihaldarum og øðrum við serligum tørvi, bíligar íbúðir, er brotin. Tjóðveldi sigur, at tað er mark fyri, hvussu langt flokkurin vil strekkja seg Brotin semja - Vit hava eina skrivliga avtalu um Húsalánsgrunnurin eisini skal kunna fíggja sethús og gangi út frá, at teir flokkar, ið hava skrivað undir avtaluna, standa við hana, sigur Høgni Hoydal Eg gangi sterkt út frá, at ein skrivlig avtala verður hildin