Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 6 Sosialurin Randi Jacobsen Føroyingar, sum búgva uttan­lands, vita, hvussu stór­an týdning tað hevur at koma saman í føroy­inga­ feløg­um. Tað sama er galdandi fyri onn­ur fólk, sum hava búsett seg uttanlands. Í 1999 fingu Karen Heine­ sen og tvær aðrar danskar kvinn­ur hugskotið at savna dansk­ar kvinnur í Føroyum, og tær so gjørdu. Ta ferðina møttu yvir 80 konu­fólk, Tann yngsta var tríggj­ar mánaðar gomul, og tann elsta 82 ár. So nógvar hava tær tó ongan­tíð verið síðan. - Hetta hevur einki við nasjonal­ismu at gera, men snýr seg um samleika. Vit eru øðrvísi, ti vit hava annan upp­ru­na, og vit hava okkara mál, sigur Karen Heinesen. Tær nevna felagsskapin Danske piger, men hetta er ikki eitt felag við limalista. Tær, sum hava hug at lut­ taka, hittast eina ella tvær ferð­ir um árið, sum tað liggur aðr­u fyri. Aðru hvørja fer hitt­ast tær í Havn, og aðru hvør­ja ferð onkra aðrastaðni í landinum. Tær, sum skipa fyri, leggja sjálvar skránna. Hava tað stuttligt - Skráin er ikki tað avgerandi, men meira tað at hittast. Vit práta saman, flenna saman, tosa okkara móðurmál og syng­ja danskar sangir. Hetta er eitt høvi hjá donskum kvinn­um í Føroyum at hitt­ ast og hugna sær saman. Vit eru nógvar danskar kvinnur í Føroy­um og hava bara tað til felags at vera danskar. Her í Før­oy­um hava vit valt at liva okkara lív, við arbeiði, familj­ um og vinum. Annars eru vit ymisk­ar í aldri, útbúgving og á annan hátt, sigur Karen Heine­sen. Tað er nokkso torført at seta orð á, hvat samleiki er í hes­um førinum. - Føroyingar vita sjálvir, hvus­su teir sum tjóð kunnu vera særdir. Til dømis hina ferð­ina, tá í skemti varð sagt í Danmark ”Spar i skat, skyd en færing”. Tað særdi før­oy­ ing­ar. Vit uppliva tað á sama hátt, um í Føroyum verður tos­að niðurgerandi um danir, sig­ur Karen Heinesen. Hetta er to ikki nakað, hon upplivir ofta í Føroyum. Tað ber framvegis til at tekna seg til haldið leyg­ar­ dag­in, og tað gerst við ar ring­ja til Ellis á tlf. 281101 ella skri­va til gudmundellis@ hotmail.com Hava felags samleika Felagsskapurin Danske Piger hittast í Havn leygardagin fyri 17. ferð Tá ið tær høvdu hitst í 10 ár, gjørdu tær eyka burturúr, og allar møttu í hatti Fleiri av donsku kvinnunum í Føroyum hava búð her í fleiri harrans ár. Ein teirra er Dorete Bloch