Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 Sosialurin Eirikur Lindenskov Løgmaður setur til­tak­ið tý­s­morg­un 13. sep­tem­ber klokkan 9.00 í Norð­ur­land­a­ hús­i­num. Vest­norden Travel Mart er týdn­ing­ar­mesti sýn­ is­gluggi innan ferðavinnu fyri tey trý londini Føroyar, Ís­land og Grønland í NATA sams­tarv­i­num. Hetta er 26. ferð at ti­l­takið verð­ur hild­ ið. Vis­it­Far­o­e­Is­lands (Utt­an­ ríkis­ráð­ið) fyriskipar tiltakið, sum er í Føroyum 4. hvørt ár. – Hetta er annað stóra ferð­a­vinn­u­til­tak­ið í Føroyum í ár og nú verða Føroyar karm­ ur um enn eitt stórt til­tak á­ ferð­a­vinn­u­økinum. ­Vest­ norden Travel Mart er eitt gylt høvi hjá Føroyum at vísa ferðasmiðjum og sølu­um­boð­ u­m úr øllum heiminum tað besta Føroyar hava at bjóða, sigur Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen, løgmaður. Í ár hava fyrireikararnir sum nakað nýtt valt at skipa fyri einum evnisdegi sum part av tiltakinum. Kendi fut­ur­ist­urin, Anne Lise Kjær, fer at røða um framtíðarrák og tær av­bjóðingar, sum veit­arar av ferðavinnu hava í fram­tíðini, m. a. hvussu vit í út­norðri kunna skilja ok­k­um burturúr mongu ferð­a­mál­u­ num í heiminum. Sjálv ferðavinnumessan verð­ur í Høllini á Hálsi, men tiltøk verða annars aðra­ staðni í býnum, so sum í Norð­ur­landahúsinum og Müll­ers Pakkhúsið. Luttøkan í ár liggur á sama støði sum undanfarin ár við útvið 300 útlendskum gest­um. Ein fjórðingur av keyp­a­runum, ið taka lut í ár, hava ikki verið á Vestnorden Trav­el Mart áður, og tískil er hetta ein møguleiki hjá lut­ tak­ar­u­num at skapa nýggj sam­bond. Keypararnir koma úr alla­ri verðini, bæði frá hinum norð­ ur­lond­unum ­og Evropa, men eis­ini úr Australia, Japan, Kina, Kanada, Russlandi og USA. Nakað av fjølmiðlafólkum verða eisini við, hesi umboða ferð­a­vinnubløð í Danmark, Noregi, Russlandi, Italia og Grøn­landi. Ferðavinnutiltakið er ikki opið fyri almenninginum, men av tí at fyrireikararnir hava fingið fyrispurningar um atgongd til fyrilesturin hjá Anne Lise Kjær, verða nøk­ur fá atgongumerki seld til fyrilesturin. Fyrilesturin, ið hev­ur heitið »A Good Story will Always Win« verður í Nor­ð­urlandahúsinum 13. sep­tem­ber kl. 9.00. At­gong­u­ merk­ini geva bert atgongd til fyr­i­lest­urin og ikki til Vest­ norden Travel Mart annars. ferðavinna Løgmaður setir ferðavinnustvenuna Vestnorden Travel Mart hósdagin Bíblia Nú ber til at lesa bíbliun á fartelefonum og iPad Nú fæst Bíblian til iPhone og iPad Ring fyri ­húsa­eig­arar Theresa nýggjur leiðari Kunningarstovuni í Havn Føroyar vertur fyri Vest­norden Travel Mart FERÐAVINNA Ferðavinnutiltakið Vestnorden Travel Mart verður í Føroyum í døgunum 13. - 15. september Bíblia Nú ber eisini til at fáa eitt gott orð við sær á vegnum umvegis fartelefonina., tí nú tøk til fartelefonir og iPad.
 Tað verður Therese Kreutzmann, sum tek­ur við sum leiðari á Kunn­ ing­ar­stov­uni í Havn, nú Ingigerð á Trøðni, sum hevur verið leiðari har í eitt mann­a­minni leggur frá sær. Nýggi leiðari tekur við eftir hana tann 1. november.
 Therese Kreutzmann er av Tvøroyri, og hon hevur drúgvar royndir í ferða­vinn­uni.
Tað var longu í 1989, at hon fór í starv hjá Flogfelag Føroya, og síð­ani hevur hon verið í vinnuni.
 Hon hevur rikið egna ferð­a­skriv­ stovu, og hesi seinastu árini hev­ur hon verið ferðafólkastjóri á Kunn­ing­ar­ stov­uni í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Í ávísum førum hevur tað havt kata­str­o­falar avleiðingar fyri se­ t­hús­a­eigarar, at lógin um rentu­ stu­ð­ul ­varð broytt fyri hálvum øð­rum ári síðani. 
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, tingmaður.
 Nú spyr hann lan­ds­stýr­ is­man­nin í fíggjarmálum, um hann ikki heldur, at tað hevur ver­ið undir skeivum fortreytum, at fleiri fólk hava tikið lán til set­ hús.
 Hann sipar til, at fyri hálv­ um øðrum árum síðani vórðu treytirnar fyri at fáa rent­u­ stuðul herdar, so at ein skuldi búgva í húsunum fyri at fáa rent­u­stuðul.
 Endamálið var at forða fyri spek­ul­atión, so at somu fólk ikki kundu fáa rentustuðul til fleiri hús.
 Men tað eru eisini tey, sum ­hava tikið byggilán við tí í væntu, at tey fóru at fáa rent­u­ stuð­ul.
 Men mitt í øllum verður lóg­in­ broytt ímeðan húsini eru í gerð, og tá ið tey ikki búgva í hús­u­num, hava tey mist rentu­ stuð­ulin. 
Og Kári P. Højgaard vil hava at vita frá lands­stýr­is­mann­in­ um, Aksel V. Johannesen, um hann ikki heldur, at hetta átti at virk­að við afturvirkandi kraft, tí broytingin hevur broytt for­ treyt­ir­nar hjá lántakarunum mun­andi fyri lántakaran. 
Hann vil eisini hava at vita, um ætlanin er at gera nakað við trup­ul­leikan. Kári P. Højgaard vísir á, at nógv, sum byggja hús, hava stór bygg­i­lán, og tey hava ikki vænt­að, at fortreytirnar fyri láninum fóru at verða broyttar í byggitíðini. 
- Viðhvørt er byggitíðin long, tí fólk byggja í smáum, ant­in sjálvi, ella við hjálp frá 
vinfólki og og familju.
 Tí hev­ur tað í ávísum førum havt kata­stro­f­ alar avleiðingar, at treytirnar vórðu herdar so, at tað er bú­ stað­ar­skylda í húsunum fyri at fáa rent­ustuðul.
 - Onk­untíð hevur broytingin ført við sær, at hús verða lýst til sølu vegna manglandi fígging, og so at eigarin hevur mist ein hóp av peningi, sigur Kári P. Højgaard. Tað er Bíblian í týðingini hjá Victor Danielsens frá 1949, sum nú er tøk at heinta niður sum forrit til fartelefonir. 
Tað er Hin Føroyski Bíbliugrunnurin, ið nú hevur givið hesa útgávuna av Bíbliuni út, sum forrit til framkomnar fartelefonir. 
Í september 2006 bleiv ein WAP útgáva av Bíbliuni gjørd, men er nú er Bíblian tøk, sum eitt forrit til fartelefonir. 

Í forritinum er allur bíbliuteksturin, men tað ber eisini til at leita í Bíbliuni, seta bókamerkir, broyta litir og senda ørindi og annað. 

Bíblian til fartelefonir er ókeypis og tøk á bæði Android Market og á App Store til iPhone, iPod, umframt at ein serstøk útgáva er gjørd til iPad.
 Tað er Faroe Media sum hevur ment og gjørt forritið. Tey, sum hava valrætt til fólka­ tings­val­ið, fáa valkortini sendandi við post­inum. Um­h­vørvis­stov­an um­situr lands­fólk­a­yv­ir­lit­ið, og ein av upp­gáv­u­num hjá lands­ fólka­yvir­lit­i­num er at fáa val­kort út til velj­ar­ar. Tað er El­ek­tron sum prent­ar kort­ini. Í gjára­morg­u­n­in pakk­aðu starvs­fólk á Um­hvørv­is­ stov­uni val­kort­ini, sum síð­ani verða bor­in út til veljaran við Posta. Hetta er samstundis sein­asta val­ið, har val­kort­ ini verða gjørd burturúr upp­lýs­ing­um úr gomlu la­ nds­fólk­a­yv­ir­lits­skip­a­n­ini. Umhvørvisstovan sendi valkortini í gjár