mikudagur 7. september 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
10
Sosialurin
Av teimum umleið 150.000
dønunum,
føroyingunum
og grønlendingunum, sum
búgva uttanlands, eru tað
bara umleið 50.000, sum
atkvøða, tá fólkatingsval er.
Tað skrivar Politiken.
Sambært Danes World
wide liggur trupulleikin í
vallógini og grundlógini.
Grundlógin sigur, at bara
tey, sum búgva í ríkinum,
hava
atkvøðurætt.
Men
hendan skipanin er avoldað
og harafturat ódemokratisk,
heldur felagið. Í vallógini
stendur, at fólk, sum flyta
heim aftur innan tvey ár,
kunnu atkvøða. Men so er
ein rúgva av undantøkum
fyri eitt nú fólk í útbúgving
og diplomatar.
Danes Worldwide vísir
á, at hini Norðurlondini
eru meiri frælslynt enn
Danmark, tá tað snýr seg
um valrætt. Í Svøríki og
Finnlandi hava fólk val
rætt, so leingi tey hava ríkis
borgararætt, og í Íslandi og
Noregi missa fólk ikki at
kvøðurættin, fyrr enn tey
hava búð ávikavist 8 og 10
ár uttanlands.
Sambært Politiken eru
fleiri danskir flokkar fyri
at endurskoða vallógina
og kanska eisini grund
lógina, men landsins størsti
flokkur, Sosialdemokratar
nir, er ímóti at broyta gald
andi reglur, skrivar blaðið.
Allir teir stóru flokkarnir
í Grønlandi royna seg á
fólkatingsvalinum hesaferð.
Tað gjørdu teir eisini seinast,
men av teimum, sum tá
stillaðu upp, eru bara tvey
nøvn eftir á valseðlinum
hesaferð.
Tey
eru
Doris
Jakobsen á listanum hjá
Siumut og Sofia Rossen
hjá IA. Hini 14 valevnini
stóðu ikki á seðlinum fyri
fýra árum síðani. Tað sigur
so eisini, at hvørgin av
verandi tinglimum, Juliane
Henningsen úr IA og Lars-
Emil Johansen úr Siumut,
stillar uppaftur.
Á
fólkatingsvalinum
í 2007 var valluttøkan í
Grønlandi 63,2 prosent, sum
var tað mesta síðani 1998.
Tá var lítil munur á IA og
Siumut, sum harafturímóti
vóru langt framman fyri
Demokratarnar og Atassut.
-Fólk, sum búgva úti á
landinum í Danmark, eru
von við regn, og tey setast
ikki aftur valdagin, bara tí
at tað regnar, men fara á
vakstaðið at seta krossin.
Tey, sum búgva í stórbýnum,
og sum skulu bíða eftir
bussinum
ella
súkla
í
oysandi regni fyri at koma á
valstaðið, hava lættari við at
lata valið fara og at sita við
hús.
Tað sigur valgranskarin
Johannes Andersen, sum
arbeiðir á lærda háskúlanum
í
Ålborg.
Hann
leggur
afturat, at regnið kann fáa
avgerandi ávirkan á valið, tí
vanliga atkvøða bygdafólk
fyri teimum bláu og býarfólk
fyri teimum reyðu.
-Verður regn valdagin,
fer tað at geva teimum
borgarligu ein lítlan fyrimun,
tí teirra veljarar eru ikki so
skjótir at setast aftur, bara tí
at tað regnar, sigur Johannes
Andersen.
Og okkurt bendir á, at
flokkarnir
eiga
at
taka
veðrið í álvara. Mivhael
Christiansen,
sum
er
vaktleiðari
á
donsku
veðurstovuni, sigur, at tað
er meiri enn 50 prosent
sannlíkt, at tað fer at regna
tann 15. september, ikki
samregn, men ælaveður.
Sostatt kundi okkurt bent
á, at veðurguðarnir ætla sær
at rætta teimum borgarligu
eina hjálpandi hond.
Næstan bara nýggj
valevni í Grønlandi
Meðan teir føroysku flokkarnir hava nógv av teimum somu fólkatingsvalevnunum sum fyri fýra
árum síðani, fáa teir grønlendsku veljararnir næstan bara nýggj valevni at velja ímillum
Sofia Rossen og Doris Jakobsen eru einastu valevni í Grønlandi, sum eisini stillaðu upp í 2007
Regnið kann
avgera valið
Summarið hevur verið óvanliga vátt í Danmark,
og sambært forsagnunum hjá veðurstovuni
verður 15. september einki undantak í so máta.
Tað kann fáa avgerandi ávirkan á valúrslitið
Grundlógin
skerjir valrættin
Danir, føroyingar og grønlendingar, sum búgva í
útlondum, greiða sjáldan atkvøðu, tá fólkatingsval er.
Tað er ikki rætt, sigur Danes Worldwide, sum er felag
hjá donskum ríkisborgarum, ið búgva uttan fyri ríkið