Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 Sosialurin Tað vil fólka­ flokkurin • Vit vilja samstarv • Vit vilja verða Føroya long­di armur • Vit vilja styrkt sam­ starv um útbúgving og heilsurøkt • Vit vilja tryggja og varð­veita rættindi hjá føroyingum í Dan­ mark • Vit vilja tryggja, at í samband við yvir­ tøkur skulu danskar ogn­ir her lat­ast okk­ um uttan gjald • Vit vilja við lóg trygg­ja landsstýrinum fult innlit í gongd­ina í føroyska banka­kervi­ num, so stig kunnu tak­ast, áðrenn tað gong­ur galið. • Vit vilja, at í hvala­ veiði­felags­skapi­num IWC skal okkara rødd hoyr­ast og atkvøða telja, ella skulu vit úr felags­kapi­num • Vit vilja slóða fyri, at vit fáa fasta eyg­ leiðara­støðu í ST sum eina byrjan til fullan lima­skap • Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður lim­ur í heimshandils­ felags­skapinum WTO • Vit vilja yvirtaka okkara loftrúm • Vit vilja taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt Dan­mark letur ábyrgd til ES, og vera vakið eyga við nýggjum ES- regl­um, sum ávirka okk­um. • Vit vilja virka fyri tollsamgongu við ES • Vit vilja virka fyri prakt­iskum loysnum • Vit vilja slóða fyri fræls­um felagsskapi mill­um Føroya og Dan­mark­ar, ein ríkja­ felags­skap millum tvey javnbjóðis lond. Ynskja samstarv við danir Fólkaflokkurin fer í valstríð við eini vítt­ fevnd­ari skrá, og sum tey vóna at fólk vilja taka undir við. Á Fólkatingi vil flokk­ urin virka fyri sam­ starvi millum lond okk­ara. Ávirkan okkara byggir á áræði, ábyrgd og álit und­ir samráðingum. Fólka­ floks­um­boð á Fólka­ tingi fer at virka óheft av donskum flokk­ um. Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og tí skulu danir ráða i Dan­mark. Sjálv­stýris­ stríð­ið skal førast í Før­oy­um. Á Fólkatingi vilja vit ar­beiða fyri okkara fólk. Tað er svárt, tá sjúka rakar, og tí mugu vit tryggja okkara sjúk­ling­um bestu sjúku­við­gerð. Vit vilja trygg­ja okkara ungu bestu útbúgvingar­ møgu­leik­ar og vit vilja undir ongum um­støð­ um lata frá okkum sjálv­ræði á okkara til­ fein­gi í sjónum. Fólka­flokkurin vil á Fólka­ting at skapa prakt­iskt samstarv um praktisk mál. Ideologisku spurn­ ing­ar­nir um høgra/ vinstra og um sjálv­ stýri/­sam­band taka vit í Løgtinginum. Nógv kann røkast við prakt­isk­um samstarvi um praktisk mál. Orð: Snorri Brend Tað er ikki uttan orsøk, at floksformaðurin er so bjartskygdur. Á valevnislistanum eru 14 fólk - av hesum eru sjey teirra roynd í politikki, meðan hini sjey nú fáa ein møguleika at royna seg í politiskum valstríði og arbeiði. Eitt annað sermerkt við listanum er tann endurnýggjanin sum løgd er fyri dagin. Við hesum sjey nýggju valevnunum, er listin mannaður við rættiliga ungum fólkum. - Ja, vit eru tann flokkurin sum til hetta fólkatingsvalið helst hevur lægsta miðalaldurin, vísir Jørgen Niclasen á. Elstur millum valevnini er Jógvan á Lakjuni, sum er 58 ára gamal. Í valstríðnum fer fólkaflokkurin eisini at markera seg við einum nýggjum grønum og koksgráum búmerki - einum stórum A, sum er sett inn í eitt Føroya-kort. Flokkurin hevur ikki havt umboð á fólkatingi seinastu fýra árini. Men við einum góðum blandi av royndum og endurnýggjan er vónirnar góðar hesaferð. Á listanum eru annars hesi fólkini: Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, Hoyvík Halla J. Gullfoss, vinnurekandi, Hoyvík Rannvá Isaksen, skrivstovukvinna, Klaksvík Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, Fuglafjørður Heini Magnussen, montør, Tórshavn Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, Klaksvík Jørgin Niclasen, løgtingsmaður, Sørvágur Rodmund Nielsen, stjóri, Runavík Annika Olsen, løgtingskvinna, Tórshavn Niels Petersen, stuðul, Froðba Rigmor Rasmussen, lærari, Skáli Brandur Sandoy, borgarstjóri, Sandur Jógvan Thomsen, vinnurekandi, Hoyvík Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, Akrar. Tað hevur í seinastu verið eitt ávíst orðaskifti um, hvør skal standa við endan í fólka­ flokkinum í framtíðini. Frammi hevur verið, at Annika Olsen var áhugað at bjóða Jørgeni av, men enn er eingin avgerð tikin í hes­ um máli. Fyrst skal hetta val­ið fáast aftur um, áðrenn eygu­ni verða vend ímóti lands­fundi­num í flokkinum í oktober mánaði. Undir framløguni varð Jørgen Niclasen spurdur, hvørt hetta valið kundi met­ ast sum ein uppgerð ella ein met­ing av, hvønn persón ið velj­ar­ar floksins vilja hava í henda týðandi sess sum for­ mann ella forkvinnu. Formaðurin gjørdi púra greitt, at hetta valið hevur ein­ki við eitt møguligt kom­ an­di formansval at gera. - Fólkatingsvalið er eitt. Formansvalið er eitt ann­ að. Og løgtingsvalið kom­ andi er eitt triðja val. Vit velja formann á hvørjum landsfundi, og tað koma vit eisini at gera hesaferð. - Tann sessurin fer so ikki at standa tómur, sló hann fast. Formansval ella fólkatingsval? Við nýggjum hami á fólkating Í gjár legði fólkaflokkurin fram valskrá sína til fólkatingsvalið í næstu viku. - Vit vænta okkum eitt gott val - og annað fólkatingsumboðið, sigur Jørgen Niclasen, floksformaður 10 - 4 Á valevnislistanum til fólkatingsvalið eru 14 fólk - 10 mans og fýra kvinnur. Á myndini síggjast 11 teirra - vinstrumegin: Brandur Sandoy, Jógvan Thomsen, Bjarni Djurholm, Jacob Vestergaard, Halla Gullfoss, Rodmund Nielsen, Rigmor Rasmussen, Annika Olsen, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni og uttast høgrumegin Jørgen Niclasen. Á myndini vanta: Niels Petersen, Heini Magnussen og Rannvá Isaksen Í Før­ oyum skulu føroy­ingar ráða, og tí skulu danir ráða i Dan­mark. Sjálv­stýris­ stríð­ið skal før­ast í Føroyum