Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 12 Sosialurin Miðvikan 1. partur Millum summargestirnar í ár hevur verið Lisa Effersøe Edvards úr Keypmannahavn, sum í august kom higar at fáa meira at vita um sína føroysku ætt. Lisa er 88 ára gomul og sera væl fyri, tá ið hugsað verður um aldurin. Hon kundi geva eitt íkast til søguna hjá Effersøeættini, sum hon visti nógv um, eins og hon fekk okkurt íkast til egna søgu heim aftur við sær. Sum flestu kunnugt er Effersøe­ søgan í Føroyum eitt beinleiðis úrs­lit av Hundadaga­konginum, dan­an­um Jørgen Jürgensen, sum tók ræðið í Íslandi eitt stutt skeið í 1809. Ein av hans­ara stuðlum var Jón Gudmunds­ son Effersøe (1784-1866). Eftir at danska kongsveldið fekk vald­ið aftur, var Jón meira ella minni óynskt­ur í Íslandi, og hann end­aði í Føroy­um. Her fekk hann tað heldur ikki lætt vegna sína for­ tíð í Íslandi. Men hann var dugna­ ligur, og hetta bjargaði honum. Jón giftist við Susannu Oles­ datter. Hon var fødd í Vestmanna í 1797 og varð jarðað 23. apríl 1882 í kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn. Tey fingu níggju børn. Tey og teirra eftirkomarar komu at fáa stóran týdning í føroyska samfelagnum á mangan hátt sum vinnu, politikki og mentan. Fleiri av teimum eru jarðað í gamla kirkjugarði í Havn við grav­ steinum sum ítøkilig minni um tey. Tey eru Rasmus, Poul, Oliver Petreus, tvey av hansara børnum og tær tríggjar systarnar í Metttu­ stovu, sum verða umrøddar seinni. Hesi hava fingið umrøðu í røðini Hendur ið Sleptu og eisini í Mið­ vikuni, sum tískil hevur umrøtt fittan part av Effersøe-søguni. Í Føroyum eru bert tvær ættar­ greinir av hesum níggju systkin. Fleiri av systkjunum vóru ikki gift, meðan aðrar ættargreinir fóru av landinum. Onnur ættargreinin í Føroyum er tann hjá dótrini Elisa­­beth f. 1819, sum giftist við Johannes Joensen, Johannes á Hospitali­num, í Havn. Tey eiga fitt av eftir­kom­arum, eisini í Havn. Lang­ommu­synir á lívi eru til dømis Peter F. Christiansen og Bjarni Dal Christiansen. Hin greinin er hjá Gudmundi (1827-1916), sum gjørdist kendur sum sýslumaður í Suðuroy. Gudmund var tað fyrsta av systkj­unum, sum var føtt í Havn. Hini vóru fødd í Vestmanna, har tey upprunaliga búðu. Gudmund hevur verið ein maður við góðum gávum, eins og hini í ættini. Hann er nógv nevndur í dagbókini hjá Christoffer Michael Olsen frá 1800-talinum. Millum annað greiðir Christoffer frá, at hann og Gudmundur gingu bæði til enskt og týskt saman. Tað var sjáldamt fyri 150 árum síðani. Gudmund giftist við Cathrinu Elisabeth Müller (1824-1903) úr Havn. Hon var systir gamla sýslumannin H.C. Müller, hvørs ætt eisini er væl umboðað í gamla kirkjugarði. Hon er tískil nógv umrødd í nevndu røðir. Gudmund keypti Mettustovu Eitt serligt minni í Havn um Gud­ mund er Mettustova úti á Reyni, sum helst er bygd um 1713-23 og í dag er ogn hjá Kvinnufelagnum í Havn. Í 1847 keypir Gudmund Mettu­ stovu fyri 300 dálar. Fýra ár seinni giftist hann, og hann fer til Suður­ oyar at vera sýslumaður. Foreldr­ ini og tríggjar ógiftar systrar vóru eftir í Mettustovu, og øll doyðu út haðani. Edvard Mitens, abbasonur Gud­­mund, skrivaði í sínum endur­ minn­ingum, at hann kom at búgva í Mettu­stovu, tá ið hann kom til Havnar at ganga í realskúla, og hann greiðir millum annað frá, tá ið teir komu til Havnar: »Gudmundur (beiggin) og eg fylgdust niðan til »tanturnar« í Mettustovu, har eg eisini skuldi búgva. Abbasystrarnar vóru tríggj­ ar, Josephina, Vilhelmina og Henri­ etta Effersøe. Tær vóru blíðar og tóku væl ímóti okkum. Josep­hina hevði verið lærarinna við hand­­ arbeiðs­­­­skúlan í Fúta­stovu, har gentur lærdu at binda, seyma og veva. Nú var hon gomul og seingj­ ar­­liggj­­andi. Henrietta hjálpti í húsi­ num. Hon gjørdi reint, turkaði dust burt­ur, flutti tey mongu bíløt, ið stóðu á borðum, turk­aði og setti tey aftur beint har, tey høvdu staðið. Hon var eitt sindur undar­lig og fór so at siga hvønn dag út at spáka og heilsaði blídliga fólki og prátaði. Tað er kent, at hon plagdi at taka til, at tað var »milt, men kølið.« Mina tanta var røsk og arbeiðssom. Hon hevði manufakturhandil, pyntaði og seymaði hattar. Handilin var í sunnara parti av Mettustovu. Har var serlig inngongd, og tá onkur kom at keypa og læt hurðina upp, ringdi klokka, og Mina tanta fór oman i handil­in. Mitens greiðir frá, at har kom genta at keypa hatt. Reyða rósu ynskti hon á hattin. Mina spyr, hvørju megin rósan skuldi set­ast. Gentan svaraði: »Mann­fólkamegin«. Tað var tann síðan, ið vendi móti mannfólka­beinkj­unum, tá ið gentan kom í kirkju. Tú komst inn í forstovu, og haðani var høgrumegin hurð til lítið kamar, ið var bygt aftrat húsinum suðureftir. Har svav eg. Til vinstru var hurð inn í smala gong, og haðani komst tú út í køkin. Har hevði fyrr verið inngongd og forstova. Henda forstova var skildrað sundur til matkova og høsnarhús. Tá ein kom inn í Mettustovu og fór longur inn í forstovuna, var eitt stig upp og so hurð á høgru hond út í krambúðina, og á vinstru hond var hurð inn í dagligstovuna.« Umleið 1856 búgva í minsta lagi 18 fólk í Mettustovu. 30. mars 1918 keypti Tórshavnar kommuna Mettustovu fyri 1.600.- kr., tó so, at systrarnar Effersøe skuldu eiga innivist, so leingi tær livdu. Síðsta teirra, Vilhelmina, doyði 5. mars 1923, 87 ára gomul. Anna Sofía Davidsen av Signabø, sum hevði verið arbeiðskona í Mettustovu frá sínum ungu døgum, doyði út haðani 3. september 1937, 78 ára gomul. Lise fekk eisini møguleika at vitja í Mettustova, har langabbin og oldurforeldrini høvdu húsast. Ættaður frá Grím Kamban Tá ið Gudmund doyði í 1916 skrivaði Dimmalætting hesi minningarorð: Kancelliraad fhv. Sysselmand Gudmund Effersøe, Ridder af Danne­brog og Dannebrogsmand, døde i sit hjem i Tveraa den 3. februar efter et kort sygeleje, 88 Aar gammel. Han fødtes her i Thorshavn 1. Juni 1827. Faderen var indvandret fra Island og virkede her som Skolelærer. Moderen var en Bondedatter fra Vestmannahavn. Den første Undervisning modtog Effersøeættin: Hevur eisini gjørt seg galdandi í Danmark Søgan hjá Effersøeættini í Føroyum er rættiliga væl kend. Men ættin er eisini umboðað í Danmark. Hesum kunnu vit greiða eitt sindur frá í hesum og komandi tveimum pørtum Jón Gudmundsson, tann fyrsti Effersøe í Føroyum Mettustova var fyrsti mótahandil í Havn