mikudagur 7. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
16
Sosialurin
fólkatingsvalið 2011
Fólkatingsvalið 2011
Edmund Joensen
Eldsálir í Føroyum – líka
mikið, hvønn politiskan lit
tær enn hava – skulu hava
eina hjálpandi hond frá
politikarum á Christiansborg.
Lítil og ongin fígging fæst í
Føroyum til stórar verkætl
anir
innan
mentan
og
gransking, og tí skulu vit
á Christiansborg sjálvandi
hjálpa við at útvega fígging
Eirikur Lindenskov, Jo
han Mortensen og Sveinur
Tróndarson royna seg í hes
um døgum sum politiskir
smakksdómarar
í
Kring
varpinum í sambandi við
Fólkatingsvalið.
Teir tríggir vóru í tíðinda
sending í kvøld (týskvøld)
samdir um, at Edmund Joen
sen er okkurt slag av ”jóla
manni”, sum ”sýgur” pengar úr
donskum kassum og dregur
teir heim til Føroya at býta út.
Hetta
er
eitt
typiskt
sjálvstýris- ella fullveldis
sjónarmið.
Eg eri púra ósamdur
við hesar politisku smakks
dómarar.
Fígging má til
At hjálpa og útvega fígging er
ein av teimum fornemmastu
uppgávunum
hjá
okkum
politikarum. Eisini í Fólka
tinginum.
Vit skulu hjálpa, har vit
kunnu, so mentan fæst at
blóma, og gransking kann
útvega okkum nýggja vitan.
Eldsálirnar í Føroyum –
líka mikið, hvønn politiskan
lit tær enn hava – skulu hava
eina hjálpandi hond, tí uttan
fígging ber onki til. Tað vita
øll.
Høvuðstrupulleikin, sum
føroyskar verkætlanir aftur
og aftur renna seg í, er, at tað
er lítil kapitalur í landinum
til stórar verkætlanir. Serliga
innan mentan og gransking.
Tí hevur Sambandsflokk
urin í Fólkatinginum valt
at hjálpa hesum fólkum.
Eldsálunum.
Hjálpt verður bæði við
at fáa fígging frá danska
statinum og frá privatum
grunnum.
Hetta var t.d. tað, ið vit
stríddust við, tá vit arbeiddu
fyri Saltsilo-projektinum og
fingu fíggingina upp á pláss.
Hetta var eisini tankin,
tá ið vit á Christiansborg
arbeiddu
við
at
útvega
Havstovuni fígging til eitt
havgranskingarprojekt, sum
enn er í gongd á Havstovuni.
Skattafrádrátturin
til
føroysk lesandi í Danmark
– R-frádrátturin – var eitt
sindur øðrvísi.
Har gjørdi Sambandsflokk
urin sína ávirkan galdandi
fyri at varðveita ein høgan
skattafrádrátt til føroyingar
og grønlendingar. Hetta var,
meðan onnur lesandi skuldu
smakka
spariknívin.
Tað
eydnaðist, og vónandi eru
lesandi
føroyingar
glaðir
fyri tað.
Íløgu í fólka- og
búskaparvøkstur
Sjálvt um politisku smakks
dómararnir hjá Kringvarpi
num eru ímóti, fer Sambands
flokkurin á Christiansborg at
halda fram at hjálpa, har tað
er skilagott og rímiligt.
Vit fara at hjálpa eldsálum
at útvega fígging, har ið tað
ikki røkkur bert at troyta
fíggingarkeldur her heima.
Komandi árini eiga vit á
Christiansborg at arbeiða
fyri at útvega kapital til eina
stóra íløgu í eitt sterkt vitanar
kraftsentur í Føroyum.
Vit eiga at arbeiða fyri
einum
kraftsentri
fyri
útbúgving, gransking, vinnu
ligari gransking og skapan av
nýggjum arbeiðsplássum og
fyritøkum.
Hetta
eigur
at
verða
gjørt í breiðum samstarvi
millum føroyskar og danskar
myndugleikar og fyritøkur.
Hetta gera tey í øðrum
londum fyri at fasthalda
ung í landinum. Endamálið
er somuleiðis at fasthalda
og skapa nýggj vinnulig
arbeiðspláss.
Soleiðis verður arbeitt
aðrastaðni fyri at skapa fólka
vøkstur og búskaparvøkstur,
sum vit eisini hava so nógv
brúk fyri í Føroyum.
Hetta eiga vit eisini at
gera.
Stuðla Sambandsflokki
num á Fólkatingsvalinum,
so vit sleppa til verka.
Sjálvandi skulu politikarar
hjálpa eldsálum
Gott og væl 2000 kvinnur
vóru til kvinnurenningina
leygardagin. Eitt tilak, sum
var bæði sosialt og avbjóð
andi. Og so var tað ikki frítt,
at hetta til tíðir dulda kapp
ingarelementið í okkum fekk
luft undir veingirnar hendan
dagin. Tað gjørdi, tað heldur
ikki verri, at hin so væl upp
lagda Sigrun Brend hepp
aði okkum upp í ferð:”kom
nú, vita um tú ikki klárar at
taka bara hana, sum er beint
frammanfyri, - kom nú, ikki
slaka av nú, - nú eru bara
nakrir fáir metrar eftir, so fáa
tit vatn og frukt. Kom nú! ”
2000 kvinnur savnaðar á
einum stað. Hetta fekk onkr
an at vísa á, at so nógvar, sum
her eru savnaðar, mangla í í
samfelagið okkara
Nú mugu vit ikki halda,
at tað er nakað forgjørt í,
at fólk flytir til onnur lond
og festir búgv har. Tað er
sanniliga gott og vísir, at vit
liva í einum opnum heimi
við alskyns møguleikum og
einum fólki, sum hevur frælsi
at fara har, tey ynskja.
Men tá ið tað eru so nógv,
sum flyta av landinum, og so
fá, sum koma hendanvegin. So
má man spyrja, hvat vit gera
galið, ella hvat hini gera rætt?
Heimurin
rundanum
okkum er fyltur við alskyns
møguleikum. Har eru lestrar
tilboð av øllum handa slag.
Har er býarlív og mentanar
tilboð, sum sigur spar tvey til
alt, og so húsa tey fjølbroytt
um
bústaðarmøguleikum,
sum ger tað lagaligari at seta
búgv hjá ungum fólki og
ungum familjum við lítlum
pengum.
Lestrartilboð og
bústaðartilboð
Hinvegin, so hava vit okkurt,
sum hini ikki hava. Her eru
røtur teirra, her er familjan
og vinirnir, og her tosa vit
teirra móðurmál og liva ta
mentan, tey vuksu upp í.
Hóast hetta ikki er nóg
mikið, eiga vit at taka tað
harfrá
og
útbýggja
tað.
Vit mugu alsamt fáa fleiri
lestrartilboð. So tey ungu
kunnu taka alla ella ein part
av útbúgvingini herheima.
Vit mugu miðvíst og í eini
tryggari
tilgongd
alsamt
útbyggja fróðskaparsetrið,
gransking og menning og
aðrar útbúgvingarhættir.
Vit mugu fáa fleiri bú
staðartilboð
til
fólk
við
lágari inntøku, -.og eisini til
nýútbúgvin við lutfalsligari
høgari inntøku, men við ov
lítlum eginpeningi til hús
fyri 2-3 mió kr. Hetta gera vit
við at fáa húsalánsgrunnin
til eisini at taka sær av fjøl
broyttum bústaðarmøguleik
um – eitt nú lutaíbúðum. Ein
avtala, sum Tjóðveldi longu
hevur gjørt við minniluta
samgonguna, og sum verður
løgd fram fyrsta dagin.
Kommunurnar eiga
eisini sín leiklut
Og so má politiksa skipanin
og herundir so sanniliga
eisini kommunurnar tryggja,
at býar- ella bygdarlívið er
so mikið spennandi, at tað
er stuttligt, mennandi og
livandi at taka lut í virksemi
num, har er, - eisini eftir
skúlatið um kvøldarnar og í
vikuskiftinum.
Tí eru tey ungu
so attraktiv
Tað er ikki av ongum, at øll
nýmótans samfeløg og býir
kappast um tey ungu
Tað eru tey, sum eru tað
komandi ættarliðið, og sum
tí kemur at mynda arbeiðs
marknaðin og mentanarlívið
í framtiðini.
Tað eru tey, sum í stóran
mun eru tey kreativu, sum
um nøkur ár koma at mynda
og skapa nýggj virði og
nýggjar vinnur.
Tað eru tey, sum koma
at tryggja búskapinum ein
framtíðarvøkstur.
Tey eru tey kreativu, tey
visjoneru,
tey
energisku,
tey skapandi - og so eru tey
framtíðin.
Velja tey flestu ungu
at taka part av ella alla
útbúgvingina i Føroyum, so
er skipanin dugnalig.
Velja nógv onnur uttanifrá
at koma til landið og taka
sína útbúgving her, so er
man genialur.
Eydnast hvørki at fáa
síni egnu at støðast, ella
at fáa onnur at koma til
landið hevur samfelagið ein
framtiðartrupulleika.
Og tíverri er tað har, vit
eru í løtuni. Vit hava eina
avbjóðing, sum er at venda
fólkafráflyting til tilflyting,
og har vit royna at fáa aðrar
lesandi útlendingar at venda
eyguni hendanvegin.
Tað vit sáa, eiga
vit at heysta
Hendan íløgan, sum vit hava
brúkt so nógvar av okkara
skattakrónum uppá fyri at
geva gott í beini: fyrst barna
garðar, síðani fólkaskúlar
og síðani miðnámsskúlar, -
hesar dýru íløgur lata vit øðr
um samfeløgum upp i henda
at heysta fruktirnar av.
Útheimurin hevur við
teimum ungu úr Føroyum
móttikið ein aldursbólk, sum
er búgvin nokk til at kasta av
sær við kreativum virðum.
Hesi ungu hava sjálvdan
sett seg í stóra sethúsaskuld,
- búgva til leigu ella í eini
bíligari lutaíbúð, - nógv hava
ikki fest røtur sum familja
og hava sostatt ráð og evni
til at gera eitt veldugt og
drúgt sjálvboðið arbeiði, og
frælsi til at gera júst so, sum
teimum lystir.
Hetta er ein fantastisk
ur aldursbólkur fyri bú
skaparvøkstur, mentanarlív
og trivnað.
Eydnast tað at venda
gongdini, so kunnu vit vón
andi siga um nøkur ár, tá
kvinnurenningin
verður,
at: ”so nógvar, sum her eru
savnaðar í dag, manglaðu í
Føroyum í 2011, - men tað er
nú søga”.
Frá fráflyting til tilflyting
Annita á
Fríðriksmørk
fólkatingsvalið 2011