mikudagur 7. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
Sosialurin
fólkatingsvalið 2011
Fólkatingsvalið 2011
Sjúrður Skaale
Tað er næstan sum ein nátt
úrulóg: Tann, sum velir lista
B, styggir fólk yvir til lista
E. Og tann, sum velir lista E,
styggir fólk yvir til lista B.
Tá
Sambandið
veksur,
veksur Tjóðveldi eisini. Tá
Tjóðveldi veksur, veksur sam
bandið eisini.
Í 2007 var úrslitið, at báðir
flokkar sluppu á fólkating.
Men har samstarva teir ikki
um nakað, og teir draga ikki
somu línu í nøkrum máli.
Er tað á hendan hátt, at
vit fáa mest burturúr?
Tá fólk velja Sambandið -
gagnar tað so nøkrum øðrum
enn Tjóðveldinum?
Tá fólk velja Tjóðveldið -
gagnar tað so nøkrum øðrum
enn Sambandinum?
Ber ongan veg
Tá undirgrundin skuldi yvir
takast, segði Sambandið nei,
tí danska stjórnin segði nei.
Tjóðveldi segði loysing. Alt
ella einki. Men tað var dialog
urin, sum bar á mál.
Nú sjórnarskipanin skal
fremjast sigur Sambandið
nei, tí danska stjórnin sigur
nei. Tjóðveldi sigur alt ella
einki. Hvørgin kósin ber
nakran veg.
Gagnar tað Føroyum, at
mótpolarnir verða størri og
størri?
Gagnar tað Føroyum, at
mótpolarnir verða umboð
aðir á fólkatingi?
Neyvan.
Men tað eru aðrir møgu
leikar. Kom upp úr skotrøvini.
Vel dialogin og úrslitini.
Vel so tað munar.
At stuðla Sambandinum er at
stuðla Tjóðveldinum - og øvut
Ein stórur Sambandsflokkur gagnar Tjóðveldinum. Og øvut.
Men polariseringin gagnar ikki landinum
fólkatingsvalið 2011
Halla Samuelsen
Býráðslimur
og forkvinna í
sosialu nevnd
Tórshavnar býráðs
Sum fyrrverandi landsstýris
kvinna í orku- og umhvørvis
málum, harmar tað meg
almikið, at SEV hevur ætlan
ir um at taka áirnar við
Selatrað í samband við teirra
vatnorkuútbyggingar.
At tøma vøtn, áir og
løkir kann hava óbótaligan
skaða fyri umhvørvið, fyri
lívfrøðiliga
margfeldið
og ikki minst fyri tann
æstetiska vakurleika, hesar
áir hava fyri føroyingar eins
væl og fyri útlendingar, sum
koma higar at ferðast, sigur
Annika Olsen.
Vit hava samtykt ein veður
lagspolitikk
fyri
Føroyar,
sum sigur, at í 2020 skal 75%
av
elorkuframleiðsluni
í
Føroyum stava frá varandi
orkukeldum, og fer hetta
sjálvsagt at krevja nógv av
SEV og øðrum elveitarum,
men tá kanningar nú hava
víst, at eitt nú vindorka
og
sjóvarfallsorka
eru
búskaparliga skilabetri orku
keldur at troyta, heldur enn
vatnorkuútbyggingar.
Tískil kann tað undra,
at man heldur áfram við
vatnorkuútbyggingum, sum
bæði eru dýrari fíggjarliga,
geva minni orku og hava
óheppin
árin
á
okkara
náttúru, sigur Annika Olsen,
sum vónar, at tað ber til
at saðla um, soleiðis at vit
bæði fáa grøna orku og
samstundis kunnu varðveita
okkara náttúru.
fólkatingsvalið 2011
Annika Olsen
Harmist SEV
Sambært uppskotinum, sum
Aksel V. Johannesen, lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
hevur lagt fyri tingið eftir
semju
millum
Javnaðar
flokkin,
Sambandsflokkin
og Tjóðveldi, verður tað Húsa
lánsgrunnurin, sum antin
sjálvur ella saman við eitt nú
kommunum skal fíggja og
byggja íbúðir til leigu.
Hetta er av sonnum eitt
gjøgnumbrot, sum hevur
alstóran sosialan týdning.
Trupulleikarnir á verandi
bústaðarmarknað
serliga
í Havn eru ovurstórir og
hava verið tað í áravís. Set
húsaprísirnir eru ovurhøgir,
og hóast nýggja leigulóg, so
er framvegis vónleyst hjá
nógvum bæði yngri og eldri
at útvega eina nøktandi íbúð
fyri ein prís, sum til ber at
gjalda.
Støk og stakir uppihald
arar
hava
ongan
kjans.
Lesandi og yngri familjur
við børnum hava ongan
kjans. Tey eldru sleppa ikki
úr sínum ov stóru sethúsum.
Einans tey fíggjarliga væl
bjargaðu hava møguleika at
keypa sethúsini ella íbúðina,
tey ynskja.
Avleiðing av hesum er
óskipað bústaðarviðurskifti
og fólkaflyting – ikki bert
úr Havn, men sum oftast
eisini av landinum. Hetta
síggja vit sum er, og við tí
fer alt grundarlagið undir
framhaldandi trivnaði og
búskaparvøkstri her á landi.
Møguleikarnir saman
við Tórshavnar
kommunu
Til síðsta býráðsval vísti
eg á hesar trupulleikar og
eftirlýsti loysn frá lands
stýrinum.
Tí
Tórshavnar
kommuna hevur fleiri verk
ætlanir liggjandi og klárar at
seta í verk til tess at fáa fleiri
enn 100 bíligar leiguíbúðir
og lutaíbúðir eitt nú á
Berjabrekku og Óðinshædd.
Við ætlaðu broytingunum
ber til saman við Húsaláns
grunninum
at
koma
í
gongd, tí einki er at ivast í,
at tørvurin á eitt nú bíligum
eldraíbúðum,
íbúðum
til
støk og til ungar familjur,
sum skulu seta búgv á fyrsta
sinni, er nógv størst í Havn.
Meti tó neyðugt, at Húsa
lánsgrunnurin
fær
størri
játtan, tí við bert 350 mió
kr. í skjáttuni verður tað av
markað tal av íbúðum, ið til
ber at byggja.
Tó, fyri kortum hevði
Heðin Mortensen, borgar
stjóri
í
Havn,
uppskot
frammi um, at kommunan
langtíðarleigaði
grundøki
heldur enn at selja tey, so
at byggikostnaðurin kundi
lækkast, og at leiguprísurin
lækkaði samsvarandi. Tað
er vert at arbeiða víðari við
hesum møguleika í sambandi
við byggiverkætlanir, sum
Húsalánsgrunnurin
og
kommunan ella íbúðafeløg
koma at standa fyri.
Nú er at vóna, at løgtingið
samtykkir
uppskotið,
tí
alneyðugt er at koma víðari,
so at øll í Føroyum kunnu
fáa ráð til ein bústað. Tí
samfelagið hevur brúk fyri
øllum.
Bústaðarpolitiskt
gjøgnumbrot!
Tað hevur sanniliga tikið sína tíð, men nú brast endiliga fyri nev. Lógin um
Húsalánsgrunnin verður nú broytt soleiðis, at til ber at fáa bíligari íbúðir og
ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, sum so harðliga er brúk fyri