mikudagur 7. september 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
Sosialurin
Fólkatingsvalið 2011
fólkatingsvalið 2011
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Sum
landsstýriskvinna
í
mentamálum veit eg, at tað
er lívsneyðugt at skipa út
búgvingarsamstarvið millum
Føroyar, Danmark og onnur
lond uppaftur smidligari enn
nú.
Tað er ein ørgrynna av
møguleikum, um vit bara
nýta heimin, sum liggur víð
opin fyri okkum, knýta tey
neyðugu sambondini og gera
tær góðu avtalurnar við aðr
ar hægri lærustovnar.
Útbúgving og vitan er
einasti mátin at tryggja ser
liga Føroyum búskaparvøkst
ur í einum alsamt meira
globaliseraðum heimi.
Hetta
verður
eitt
av
mínum hjartamálum, sum eg
fari at nýta nógva orku upp á,
um eg verði vald á fólkating.
Útbugving og búskapar
vøkstur hanga óloysilig sam
an. Okkum tørvar bæði.
Útbúgving og búskaparvøkstur
hanga óloysiliga saman
Er alment bíligari?
Ein
sannroynd,
ið
bæði
Jóannes Eidesgaard og John
Johannesen leypa so lætt
um er, at har hevur sanniliga
verið privat kapping við
almennu
flutningsfeløg
okkara, og harvið stavandi
lægri ferðakostnaði fyri eins
taka borgaran. At hesi feløg
síðani blivu kroyst út av
marknaðinum aftur, við at
dumpa ferðakostnaðin við
fylgjandi endurgjaldið úr
almennum kassum, er eisini
ein sannroynd, ið hesir harrar
tykjast vilja tiga burtur.
Hvussu ávirkaði hesin sigur
til almennu feløgini ferða
umstøður okkara? At einstaki
borgarin nú aftur noyðist at
gjalda munandi meira enn
neyðugt fyri at ferðast til ella
frá landið okkara.
Harra John Johannesen
kann sanniliga ikki hava eitt
serstakliga gott minni.
John, hevur tú longu
gloymt eitt felag ið kallaðist
"Faroe Jet"?
Hesar eldsálir vildu gera
eina roynd at kappast við
kostnaðarmiklum flogførum
og dýrum brennievni upp
á eitt fólkagrundarlag á 50
túsund fólk. Hvat fingu tey
burturúr? Tey gjørdu ymsar
feilir, men tey blivu kroyst út
aftur við almennum peningi,
júst tí, at fólk, ið hugsa eins og
tit, ikki vildu unna teimum at
vinna sær nakrar krónur til
eitt privat felag - heldur enn
eitt alment felag.
Alment monopol
tænur ikki borgaranum
Eg ivist onga løtu í, at um hesir
harrarnir, John Johannesen,
Jóannes Eidesgaard og eftir
komari hansara í formann
sessi javnaðarflokksins fram
haldandi koma at ráða fyri
borgum, so koma vit at síggja
somu hugsjón við hesum ferða
leiðum, ið harra John Johanne
sen nú mælir til við báðum
undirsjóvartunlum
okkara.
Nevniliga, at brúka hesar til
at fáa sum mest av peningi
tvungnan burturúr vanliga
borgaranum, afturat vanligu
skatta- og avgjaldshækkanun
um teir allir latast mæla til.
Fara hesir harrar at gera livi
umstøður okkara betri við sín
um sjónarmiðum? Eftir mín
um metum, so nei. Teir koma
at verða tvungnir at stramma
takið um kvørkrar okkara meir
og meira so hvørt sum teimum
manglar meira pening til javn
aðarhugsjónir teirra.
Harra Jóannes og John,
tykkara hugsjón at eitt privat
felag bert fer at dýrka ferða
útreiðslur borgarans er skeiv.
Eitt privat felag, ið fremur
verk sítt, eins og Atlants
flog higartil hevur gjørt, fer
skjótt at uppliva onnur feløg
kroysta seg inn á marknað
arpart teirra, eins og Faroe
Jet royndi og sum Atlants
flog var stovna at gera á sinni.
Júst tí, at hesi privatu feløg
ikki hava ein landskassa til at
fíggja hall sítt við, so hava tey
bert tvinnar kostir í at velja,
lækka prísir sínar til kapp
ingarført støði ella avtaka
felagið. Tvíhalda tey um
eitt ov høgt kostnaðarstøði,
sjálvt við monopolstøðu, so
fara viðskiftafólk teirra at
aftrast við at nýta tey, og so
fara tey við tíðini á heysin.
Loysnin tit mæla til er, at lóg
geva viðskiftafólk teirra til at
gjalda kostnaðin hjá felagn
um allíkaval - eisini um tey
velja annan veitara. Er tað
møguliga rættvíst fyri borgar
an eftir tykkara hugsan?
Privat vilja fegin reka
ferðaleiðir út í heim
Tað ið eg síggi sum ein álvars
ligur trupulleiki og vansa fyri
vanliga borgaran, tá landi
fer at reka alt við almennum
feløgum, er júst, at hesi ong
antíð koma at verða líka væl
virkandi og rationelt rikin
sum tey høvdu verið á privat
um grundarlagið. Hesi koma
altíð at gerast væl dýrari og
minni effektiv enn neyðugt,
júst tí at flest allar almennar
leiðslur sita við vitanini, at um
alt gongur galið, ja so kemur
landskassin og rindar gildi.
Eg veit um onnur reiðarí,
ið vóru til reiðar at stovna til
svarandi ferðaleið um Smyril
Line fór av knóranum. Eitt
teirra var enntá komi somikið
ávegis, at tað stóð klárt at
seta undirskrift sína á tey
neyðugu pappírini fyri at
seta annað ferðamannaskip
(ið lá til reiðar uttanlands)
í farleið millum Føroyar og
umheimin, um løgtingslimir
okkara høvdu nokta leiðsluni
í Smyril Line peningin, tá hesir
bóðu um hann. Hví framdu
hesi ikki verkætlan sína? Tí
eingin vil seta lívsverk sítt
í váða, tá kappingarneytin
áhaldandi
kann
renna
í
almennan kassan hvørja ferð
teimum tørvar pening. Takka
verið tykkara mótvilja til van
ligu vinnurekandi Føroyar,
so noyðast vit øll nú fram
haldandi at gjalda okursprísir
fyri at ferðast uttanlands
umframt eyka skattabyrðar
bert fyri at fíggja kleyvarskap
í ovastu leiðslunum í ymsum
almennum partafeløgum.
Stóri trupulleiki okkara
er, at føroyingar eru alt ov
konservativir og líkasælir
tá tað kemur til tænastu og
prísir. Vit eru alt ov tung til
at gera bart, um okkum ikki
dámar
tænastustøði
ella
prísirnar, ið okkum verður
álagt at gjalda.
At gera Atlantsflog og
Smyril Line til líknandi flutn
ingstænastur sum Strand
ferðsluna, hevði møguliga
havt sínar positivu síður
fyri samfelagið í eina tíð.
Men eg ivist onga løtu í, at
so skjótt sum fólk sum John
Johannesen og ideologisku
felagar hansara høvdu eygna
ein eyka inntøkumøguleika
til landskassan, so høvdu teir
byrja at snara prísskrúvuni
støðugt upp eftir, so vit øll
skjótt komu at gjalda fleirfalt
tað, ið ferðin veruliga eigur
at kosta, uttan møguleika
fyri at velja annan veitara.
Eg havi so ikki álit á, at teir
koma at halda hesi príslyftir
til borgaran. Tað misálitið
kom eisini til sjóndar, tá John
Johannesen kom við ætlan
ini um at varðveita bumm
gjøldini á verandi undirsjóvar
tunnlar okkara - í beinleiðis
stríð við politiska avtalu og
táverandi lyftir, eisini frá
egna flokki hansara.
Viðmerking til Jóannes Eidesgaard
og John Johannesen
fólkatingsvalið 2011
Jógvan Thomsen
Hoyvík
Viðmerking til grein hjá Jóannes Eidesgaard og viðmerking
frá John Johannesen viðvíkjandi privatisering av Atlantsflog